Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. november 2023Nr. 121
Kunngerð um at gagnnýta grundvatn
Við heimild í § 7, stk. 5, § 14 og § 15, stk. 4, í løgtingslóg nr. 77 frá 1. juni 2023 um grundvatn verður ásett:
Umsiting
§ 1. Løgtingslóg um grundvatn verður løgd til Jarðfeingi at umsita.
Almannagagnlig nýtsla av grundvatni
§ 2. Jarðfeingi kann eftir umsókn veita landsstovnum, kommunum og interkommunalum felagsskapum loyvi at gagnnýta grundvatn til almannagagnlig endamál, t.d. orkuveiting, kommunala vatnveiting o.tíl.
Stk. 2. Fyrstu ferð, loyvi eftir stk. 1 verður latið, verður tað latið fyri í mesta lagi 10 ár. Síðani kann loyvi verða endurnýggjað upp í fimm ár í senn.
Stk. 3. Loyvi eftir stk. 1 kann ikki latast ella seljast øðrum.
Privat nýtsla av grundvatni
§ 3. Á matrikli, har grundvatn rennur upp av sær sjálvum, kann eigarin gagnnýta vatnið ella part av vatninum, um Jarðfeingi hevur givið loyvi til tess, og um land ella kommuna ikki skulu gagnnýta alt vatnið til almannagagnlig endamál.
Stk. 2. Fyrstu ferð, loyvi eftir stk. 1 verður latið, verður tað latið fyri í mesta lagi 20 ár. Síðani kann loyvi verða endurnýggjað upp í fimm ár í senn.
Stk. 3. Loyvi eftir stk. 1 kann ikki latast ella seljast øðrum.
Vinnulig nýtsla av grundvatni, sum rennur upp av sær sjálvum
§ 4. Jarðfeingi kann veita partafeløgum og smápartafeløgum, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya, ella sum eru fráboðað Skráseting Føroya sum undir stovnan, loyvi til vinnuliga gagnnýtslu av grundvatni, sum rennur upp av sær sjálvum, tá alment er lýst eftir umsóknum.
Stk. 2. Fyrstu ferð, loyvi eftir stk. 1 verður latið, verður tað latið fyri í mesta lagi 10 ár. Síðani kann loyvi verða endurnýggjað upp í fimm ár í senn.
Stk. 3. Loyvi eftir stk. 1 kann bara latast ella seljast øðrum, um Jarðfeingi frammanundan hevur givið loyvi til tess, og um tann, sum tekur við loyvinum, lýkur treytirnar fyri at fáa loyvi.
Vinnulig gagnnýtsla av grundvatni, sum borað er eftir
§ 5. Jarðfeingi kann eftir umsókn loyva partafeløgum og smápartafeløgum, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya, ella sum eru fráboðað Skráseting Føroya sum undir stovnan, at bora eftir grundvatni í ávísum landafrøðiliga avmarkaðum øki.
Stk. 2. Fyrstu ferð, loyvi eftir stk. 1 verður latið, verður tað latið fyri í mesta lagi 10 ár. Síðani kann loyvi verða endurnýggjað upp í fimm ár í senn.
Stk. 3. Loyvi eftir stk. 1 kann bara latast ella seljast øðrum, um Jarðfeingi frammanundan hevur givið loyvi til tess og um tann, sum tekur við loyvinum, lýkur treytirnar fyri at fáa loyvi.
Umsókn, loyvisveitan o.a.
§ 6. Í umsóknum eftir §§ 4 og 5 skal umsøkjarin upplýsa navn og bústað á tí, sum stendur fyri boringini, og krosstøl fyri ætlaðu grundvatnsboringina, t.e. longdarstig, breiddarstig og hædd frá sjóvarmála.
Stk. 2. Umsøkjari skal vissa Jarðfeingi um, at hann hevur neyðugan førleika at fremja ætlanina.
Stk. 3. Tá boringin er liðug, skal loyvishavin senda Jarðfeingi hesar upplýsingar:
1) Krosstølini fyri ta lidnu boringina,
2) longd av strárøri frá yvirflatuni og niður á hellu,
3) samlaða longd á boriholinum,
4) grundvatnsstandin, máldur í metrum undir yvirflatuni,
5) hitan á vatninum fimta hvønn metur niður gjøgnum boringina,
6) vatnmongdina, sum kemur inn í boriholið á ymsum dýpdum, og
7) upplýsingar um sjálva vatnmongdina, um boringin er artesisk, t.e. rennur við vatni.
Stk. 4. Eru fleiri boringar gjørdar við sama loyvi, skulu upplýsingarnar, nevndar í stk. 1 og 3, latast inn fyri hvørja boring sær.
Stk. 5. Treytað av, at vatnnøgdin er nóg stór, kunnu fleiri loyvi latast til somu grundvatnskeldu.
§ 7. Um Jarðfeingi metir tað vera neyðugt at kanna eitt øki, áðrenn loyvi verður latið eftir §§ 4 ella 5, skal umsøkjarin rinda fyri kanningarnar.
§ 8. Jarðfeingi kann í loyvi, sum er fingið eftir §§ 2-5, áseta, at vatnið javnan skal kannast, so vissa fæst fyri, at vatnið er egnað til ætlaðu nýtsluna, eins og Jarðfeingi kann krevja aðrar kanningar til tess at tryggja, at gagnnýtslan ikki hevur negativar avleiðingar fyri náttúru, umhvørvi og aðra gagnnýtslu av grundvatni.
Stk. 2. Loyvi, sum er fingið eftir §§ 2-5, sleppur ikki loyvishava undan at fáa til vegar onnur kravd loyvi.
§ 9. Tann, sum eftir §§ 2, 4 ella 5 hevur fingið loyvi at gagnnýta grundvatn, skal eina ferð um árið lata Jarðfeingi frágreiðing um framleiðsluna, undir hesum eisini upplýsingar um ta brúktu vatnmongdina, um framdar góðskukanningar, um javnvágina í grundvatnsgoymsluni (um vatn verður pumpað úr goymsluni) og um møguligt avlopsvatn.
Uppathald og afturtøka
§ 10. Um Jarðfeingi metir, at ein boring ella ein gagnnýtsla hevur óvæntað, óheppin ella vandamikil árin á náttúru, umhvørvi ella aðra gagnnýtslu av grundvatni, kann Jarðfeingi krevja, at boringin verður tipt.
Stk. 2. Tann, sum hevur rætt til at gagnnýta tað vatn, sum boð eftir stk. 1 fevnir um, hevur ikki rætt til endurgjald fyri fíggjarligan miss, sum stendst av boðunum.
§ 11. Loyvi, sum er fingið eftir §§ 2 ella 3, verður tikið aftur, um tað ikki er tikið í nýtslu í seinasta lagi tvey ár eftir, at tað er latið.
Stk. 2. Loyvi, sum er fingið eftir §§ 4 ella 5, verður tikið aftur, um tað ikki er brúkt 12 mánaðir á rað.
Kæra
§ 12. Avgerðir, sum Jarðfeingi tekur eftir løgtingslógini og kunngerðini, kunnu kærast til landsstýrismannin. Kærufreistin er fýra vikur frá tí degi, viðkomandi hevur fingið avgerðina.
Revsing
§ 13. Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, sum, uttan at loyvi er fingið til tess, fer undir at gagnnýta grundvatn eftir §§ 2-5, ella sum ikki heldur treytir, ásettar í hesi kunngerð ella í loyvum, givin við heimild í hesi kunngerð.
Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Gildiskoma
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 17. november 2023
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)