Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. juli 2019Nr. 121
Kunngerð um broyting í kunngerð um felagsreglur í yrkisnámi fyri næmingar, sum byrja útbúgvingina skúlaárið 2013/2014 ella seinni
(Stytt skúlaskeið, upptøka tvær ferðir um ári og nýtt støðishálvár)
§ 1
Í kunngerð nr. 83 frá 4. juni 2013 um felagsreglur í yrkisnámi fyri næmingar, sum byrja útbúgvingina skúlaárið 2013/2014 ella seinni, sum broytt við kunngerð nr. 110 frá 10. desember 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis:
“Kunngerð
um
felagsreglur í yrkisnámi”
2. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Í samráð við skúlan avgerð yrkisnevndin, hvussu skúlaparturin fyri tøkniligu yrkisútbúgvingarnar verður skipaður.”
3. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Upptøka til tøkniligu yrkisútbúgvingarnar og handils- og skrivstovuútbúgvingarnar er treytað av, at næmingurin hevur lærusáttmála.
Stk. 2. Um næmingagrundarlag er fyri tí, kann skúlin gera av at taka næmingar upp tvær ferðir um árið.
Stk. 3. Næmingur, sum ikki hevur lærusáttmála, kann verða tikin upp til 1. skúlaskeið, treytað av at hann fyrst hevur staðið fyrireikingarskeið til yrkisútbúgving við nóg góðum úrsliti.
Stk. 4. Fyrireikingarskeiðið til yrkisútbúgving verður lýst í námsskipan.”
4. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Upptøka á útbúgvingarnar nevndar í § 1, stk. 1, nr. 3 og 4 er treytað av, at umsøkjari hevur fráfaringarpróvtøku fólkaskúlans, 9. flokk.”
Stk. 2. verður strikað, og stk. 3 verður eftir hetta stk. 2.
5. § 4 verður strikað.
6. § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Fyri at verða tikin upp á 2. skúlaskeið í tøkniligari yrkisútbúgving skal lærlingurin, við nóg góðum úrsliti hava staðið 1. skúlaskeið og hava ein galdandi lærusáttmála.
Stk. 2. Fyri at verða tikin upp á høvuðssskúlaskeið á handilsútbúgvingini og skrivstovuútbúgvingini, skal lærlingurin hava lærusáttmála og hava staðið fyrireikingarskeið innan handil og skrivstovu.”
7. § 6, stk. 3 verður strikað.
8. § 8, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Almennar lærugreinar skulu geva útbúgvingini fakliga breidd, taka atlit til yrkisøkið hjá lærlinginum og næminginum umframt menna lestrarførleika lærlingsins og næmingsins.”
9. § 10, stk. 2 verður strikað.
10. § 17, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Í yrkislærugreinunum verður eftir hvørt skúlaskeið framd ein innanhýsis eftirmeting sambært námskipanini fyri ávísu yrkisútbúgvingina.”
11. § 18 verður orðað soleiðis:
“§ 18. Treytin fyri, at næmingur kann halda fram á næsta skúlaskeiði er, at talmetið fyri innanhýsis eftirmetingina í yrkislærugreinunum, sbrt. § 17, stk. 1, í minsta lagi er 02.
Stk. 2. Næmingur, sum ikki lýkur treytirnar í stk. 1 fyri at halda fram næsta skúlaskeið, kann eftir avgerð leiðara útbúgvingarstovnsins og í samráð við læruplássið fáa møguleika at taka skúlaskeiðið ella partar av skeiðnum umaftur.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Broytingarnar í § 1, nr. 3 eru tó galdandi fyri næmingar, sum byrja útbúgvingina í august 2020 ella seinni.
Mentamálaráðið, 19. juli 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)