22. desember 2008Nr.121
Kunngerð um gjald fyri umsitingina av elveitingarlógini
Við heimild í § 17, stk. 2 í løgtingslóg nr. 59 frá 07. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni verður ásett:
§ 1. Allar fyritøkur, sum hava fingið framleiðsluloyvi eftir § 4 í elveitingarlógini, skulu rinda eitt árligt gjald til fígging av útreiðslunum til umsitingina av elveitingarlógini.
Stk. 2. Av samlaðu árligu gjøldunum, skal gjaldið, sum hvør loyvishavari skal rinda, ásetast sum lutfalsligi parturin hjá loyvishavaranum av samlaðu elframleiðsluni.
Stk. 3. Gjaldið verður ásett av og tikið inn eftir uppkravi frá Elveitingareftirlitinum.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við 1. januar 2008.
Løgmansskrivstovan, 22. desember 2008
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Niels Winther (sign.)