23. juli 2020Nr. 121
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020
(Áseting um kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir tillagað)
§ 1
Í kunngerð nr. 159 frá 30. desember 2019 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020, sum broytt við kunngerð nr. 20 frá 10. mars 2020, kunngerð nr. 68 frá 19. mai 2020 og kunngerð nr. 112 frá 30. juni 2020, verður § 16, stk. 2, 2. pkt. orðað soleiðis:
“Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 23. juli 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)