Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. juli 2021Nr. 121
Kunngerð um prístalsjavning av lestrarstuðli í tíðarskeiðnum 1. august 2021 til 1. august 2022
Við heimild í § 19, stk. 2 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009, verður ásett:
§ 1. Prosentvísa broytingin í miðalprístalinum fyri undanfarna ár 2020 í mun til miðalprístalið fyri árið frammanundan 2019 er 0,3%.
§ 2. Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 4.484 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 2. Studningurin til teirra, ið lesa á miðnámi ella í fólkaskúla er kr. 3.966 mánaðarliga, um tann lesandi er forsyrgjari ella kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, sbr. § 7, stk. 3 í løgtingslógini.
Stk. 3. Studningurin til teirra, ið ikki eru fevnd av § 7, stk. 2 ella 3 í løgtingslógini, og annars lúka treytirnar fyri at fáa lestrarstuðul, er kr. 1.910 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 4 í løgtingslógini.
§ 3. Lestrarlán sbrt. § 8 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.515 um mánaðin.
§ 4. Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 3.785.
§ 5. Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 2.645.
§ 6. Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.039 fyri hvørt barnið undir 18 ár.
Stk. 2. Studningurin til einsamallar uppihaldarar sbrt. § 12, stk. 4 í løgtinglógini er kr. 1.593 um mánaðin.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2021.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 26. juli 2021
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)