Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. september 2009Nr. 121
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru
§ 1
Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru, sum seinast broytt við kunngerð nr. 75 frá 7. juli 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 16, verður stk. 2, orðað soleiðis:
“Stk. 2. Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning kann bert verða latið førarum, ið hava koyrikort til bólk B ella bólk D, og sum hava skjalprógvað, javnan í minst 1 ár í seinasta 3 ára skeiðnum, at hava koyrt bil, ávikavist stóran persónbil ella lastbil, sum báðir hava heildarvekt 5.000 kg ella meira, og hava staðið eina koyriroynd til vinnuligan fólkaflutning.”
2) Aftaná § 32 c og áðrenn “Kapittul 3. Koyriroyndir v.m.” verður sett:
”Skeið í rúsdrekka og ferðslu (R/F-skeið)
§ 32 d. Frálæran í rúsdrekka og ferðslu (R/F-skeiði) verður givin av koyrilærarum, sum Akstovan hevur góðkent til tess.
Stk. 2. Frálæran skal verða givin í samsvari við frálæruætlan, sum Akstovan góðkennir. Frálæran skal fara fram sambært uppbýtinum í frálæruætlanini.
Stk. 3. R/F-skeiðið hevur 4 undirvísingareindir á 2 1/2 tíma spjatt yvir í minsta lagi 4 vikur. Møtiskylda er til allar undirvísingareindirnar. Reglurnar fyri luttøku í skeiðnum síggjast í frálæruætlan fyri skeið í rúsdrekka og ferðslu. Skeiðsluttakari, ið ikki fylgir hesum reglum, kann vísast burtur.
Stk. 4. Eftir luttøku í R/F-skeiði fær luttakarin eitt skeiðsprógv.
Stk. 5. R/F-skeiðið, ið skal vera endað, áðrenn farið kann vera til eftiransandi koyriroynd, kann í fyrsta lagi byrja tríggjar mánaðir áðrenn, frádømingartíðin er úti. Henda avmarking kann ikki verða nýtt í sambandi við luttøku í R/F-skeiði vegna koyriforboð.
Stk. 6. Eftiransandi koyriroynd, skal verða staðin í seinasta lagi eitt ár eftir lokið R/F skeið.
Stk. 7. Ásetingarnar um lesiætlanir í § 26 og um váttan um koyrifrálæru í § 27, verða nýttar samsvarandi í hesi grein.”
3) Í § 33, stk. 3, verður sum 2. pkt. sett: “Akstovan kann gera av, at umsóknin við váttanum, sbr. § 27, og lesiætlan koyrilærarans, skulu vera Akstovuni í hendi dagin fyri ástøðisroynd ella verkliga roynd.”
4) Í § 46, stk. 2, verður “girdum” broytt til: “hóskandi”.
5) Í § 67, stk. 1, verða nr. 1 og nr. 2 orðað soleiðis:
1) Tá persónur er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring við einum alkoholinnihaldi í blóðinum, meðan koyrt verður ella aftaná, sbr. § 16, stk. 1, 1. og 2. pkt. í ferðslulógini, sum er hægri enn 0,5 promillu ella einum alkoholinnihaldi í útandingarluft, meðan koyrt verður ella aftaná, sbr. § 16, stk. 1, 1. og 2. pkt. í ferðslulógini, sum er hægri enn 0,25 mg pr. litur luft.
2) Tá persónur er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring við einum alkoholinnihaldi í blóðinum, meðan koyrt verður ella aftaná, sbr. § 16, stk. 1, 1. og 2. pkt. í ferðslulógini, sum ikki er hægri enn 0,5 promillu ella einum alkoholinnihaldi í útandingarluft, meðan koyrt verður ella aftaná, sbr. § 16, stk. 1, 1. og 2. pkt. í ferðslulógini, sum ikki er hægri enn 0,25 mg pr. litur luft, tá tann skuldsetti áður er skuldsettur ella dømdur fyri rúsdrekkakoyring, heruppií promillukoyring sambært teimum reglum, ið vóru galdandi um hetta áðrenn 1. oktober 2009, ella tá skuldsetti áður er dømdur fyri brot á § 15, stk. 1 ella 2
6) Í § 70, stk. 1, verður sum 2. pkt. sett:
”Er koyrirætturin frádømdur treytað vegna rúsdrekkakoyring, skal viðkomandi áðrenn hava luttikið í skeiði í rúsdrekka og ferðslu (R/F-skeiði).”
7) Í § 70, stk. 2, verður sum 2. pkt. sett:
“Hóast ein koyriroynd er staðin, skal viðkomandi hava luttikið í R/F-skeiði.”
8) Í § 70 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Er koyrirætturin frádømdur treytað vegna rúsdrekkakoyring, sbr. § 18 c, stk. 4, 2. pkt. í ferðslulógini, so skal umsøkjarin leggja skeiðsprógv við sum skjalprógv um luttøku í skeiði í rúsdrekka og ferðslu (R/F-skeiði).”
9) Aftaná § 70 og áðrenn “Kapittul 8. Endurtøka av koyrirætti”verður sett:
“Kapittul 7 a
Endurtøka av koyrirætti aftan á koyriforboð
§ 70 a. Umsøkjari, ið hevur fingið koyriforboð sambært § 59 h í ferðslulógini, kann einans fáa koyrirættin aftur, um hann hevur gjøgnumført serliga koyrifrálæru og/ella luttikið í skeiði í rúsdrekka og ferðslu (R/F-skeiði) og hevur staðið eftiransandi koyriroynd, sbr. § 18 d, stk. 1 og 2, í ferðslulógini.
Stk. 2. Serliga koyrifrálæran og/ella R/F-skeiðið skal vera endað, áðrenn farið kann vera til eftiransandi koyriroynd.
§ 70 b. Umsókn um endurtøku av koyrirættinum aftan á koyriforboð sambært § 59 h í ferðslulógini verður latin Akstovuni.
Stk. 2. Er koyriforboð givið vegna rúsdrekkakoyring, heruppií promillukoyring sambært teimum reglum, ið vóru galdandi um hetta áðrenn 1. oktober 2009, sbr. § 59 a, stk. 1, nr. 2, skal umsøkjarin leggja skeiðsprógv við sum skjalprógv um luttøku í skeiði í rúsdrekka og ferðslu (R/F-skeiði).
Stk. 3. Við umsóknini skal vera fotomynd, sbr. § 3, stk. 2, nr. 1. Umsøkjarin skal eisini vátta sín samleika, sbr. § 3, stk. 2, nr. 2. Reglurnar í § 3, stk. 3-6, verða nýttar samsvarandi.”
10) Í § 71 verður sum nýtt stk. 2 sett:
“Stk. 2. Er koyrirætturin frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekkakoyring, heruppií promillukoyring sambært teimum reglum, ið vóru galdandi um hetta áðrenn 1. oktober 2009, sbr. § 18 c, stk. 3, 2. pkt. í ferðslulógini, skal umsøkjarin leggja skeiðsprógv við sum skjalprógv um luttøku í skeiði í rúsdrekka og ferðslu (R/F-skeiði).”
Stk. 2 og 3 verða hereftir stk. 3 og 4.
11) Í § 71 verður stk. 3, sum hereftir er stk. 4, orðað soleiðis:
“Stk. 4. Hevur Akstovan tikið koyrirættin frá persóni orsakað av heilsuligum ávum ella orsakað av, at viðkomandi er bundin av at nýta dusandi ella onnur tilvitsávirkandi evni ella orsakað av, at viðkomandi ikki er edrúiligur, ella koyrirætturin hevur verið frádømdur treytaleyst í 3 ár ella meira, skal harumframt latast inn læknaváttan, sbr. § 3, stk. 2, nr. 3. Annars krevst læknaváttan bert, um ein læknaváttan, ið áður er latin í sambandi við útgávu ella endurnýggjan av koyrikorti, ella aðrar umstøður geva orsøk til tess.”
12) § 76 verður orðað soleiðis:
”§ 76. Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst, skal umsøkjarin standa eina eftiransandi koyriroynd, áðrenn koyrirætturin kann verða endurvunnin, sbr. tó stk. 2 og 3.
Stk. 2. Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst innan fyri 3 tey fyrstu árini eftir, at førarin fekk koyrirættin fyrstu ferð, sbr. § 18 d, stk. 3 í ferðslulógini, skal serlig koyrifrálæra vera gjøgnumførd og eftiransandi koyriroynd staðin, áðrenn koyrirætturin kann endurvinnast. Serliga koyrifrálæran, sum í fyrsta lagi kann byrja 3 mánaðir, áðrenn frádømingartíðin er úti, skal vera endað, áðrenn farið kann vera til eftiransandi koyriroynd.
Stk. 3. Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekkakoyring, heruppií promillukoyring sambært teimum reglum, ið vóru galdandi um hetta áðrenn 1. oktober 2009, kann koyrirætturin einans endurvinnast, um umsøkjarin hevur luttikið í skeiði í rúsdrekka og ferðslu (R/F-skeiði), sbr. § 32 d, og hevur staðið eftiransandi koyriroynd. R/F-skeiðið skal vera endað, áðrenn farið kann vera til eftiransandi koyriroynd.
Stk. 4. Eftiransandi koyriroynd kann verða hildin, áðrenn frádømingartíðin er úti. Verkliga royndin kann tó í fyrsta lagi verða hildin ein mánað, áðrenn frádømingartíðin er úti.
Stk. 5. Hevur viðkomandi í øðrum førum enn nevnt í stk. 3 staðið eina koyriroynd, ið inniheldur ferðsluástøði, eftir brotið, sum førdi til ákæruna, skal eftiransandi koyriroynd ikki verða hildin, um so er, at royndin er staðin í mesta lagi 1 ár, áðrenn frádømingartíðin er úti og í mesta lagi 1 ár, áðrenn umsókn um endurtøku av koyrirættinum varð latin inn. Hóast koyriroynd er staðin, skal viðkomandi hava luttikið í R/F-skeiði, sbr. stk. 3. Í hesum førum skal luttøka í R/F-skeiði vera endað í seinasta lagi 3 mánaðir aftaná, at avgerðin um eftiransandi koyriroynd var endalig.”
13) Í fylgiskjali 5, nr. III. Felagsreglur, Skúlavognsskelti, lýsingarskelti v.m., verður 4. petti orðað soleiðis:
“Meðan verkliga royndin fer fram, kann akfarið hava áskriftir við navni og telefonnummari á skrásettum eigara / nýtara, tó uttan at tilskila navn á koyriskúla ella líknandi. Akfarið má annars undir verkligu royndini ikki á nakran hátt vera merkt við reklamum, lýsingum fyri handlum ella virkjum, búmerkjum ella øðrum.”
14) Í fylgiskjali 7, nr. I. Koyriroynd (vanlig) verða Ástøðisroyndin og Meting av ástøðisroynd, orðað soleiðis:
“Ástøðisroyndin
Ástøðisroyndin er skrivlig og verður framd við at nýta myndarøð við spurningum og svarmøguleikum, sum eru tosað inn á teldu. Umsøkjarin krossar svarið á telduskermin, og metingaroyðublað til ávikavist bólkarnar A, B, C, D og E, verður latið umsøkjaranum, tá ástøðisroyndin er liðug.
Tá royndin byrjar, verður ein stutt kunning givin um, hvussu royndin fer fram, har eisini greitt verður frá, at hjálpitól ikki mugu nýtast til royndina.
Umsøkjari, sum kann skjalprógva, at serligar umstøður eru, sum viðføra, at umsøkjarin ikki er førur fyri at fremja eina vanliga skrivliga ástøðisroynd á teldu, kann sleppa til serstaka roynd, har próvdómarin t.d. lesur spurningarnar ella steðgar telduni millum hvønn spurning. Myndarøðirnar og oyðublað at krossa á, kann verða nýtt til serstaku royndina. Ástøðisroyndir við umsøkjarum, sum tosa fremmant mál, verða hildnar við støði í myndarøðunum. Spurningarnir verða antin umsettir av tulki ella eru tosaðir inn á teldu. Koyrilærari kann ikki virka sum tulkur. Akstovan velur tulkin.
Meting av ástøðisroynd
Avkrossaðu svarini verða mett eftir rættivegleiðing hjá Akstovuni, sum er skrásett í telduskipanini. Á metingaroyðublaðnum sæst, hvussu nógvar myndir eru, og hvussu nógvar myndir skulu svarast rætt fyri at standa royndina. Eisini sæst, hvussu nógvar myndir eru rætt svaraðar. Á metingaroyðublaðnum sæst harumframt, um royndin er staðin ella ikki staðin, og skeiv svar verða lýst við tilvísing til viðkomandi part í frálæruætlanini.
Metingaroyðublaðið verður latið umsøkjaranum til kunningar.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2009
Innlendismálaráðið, 28. september 2009
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Rúni Joensen (sign.)