Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. juli 2025Nr. 122
Kunngerð um foreldramyndugleika, samveru og bústaðin hjá barninum
Við heimild í § 47 í løgtingslóg nr. 87 frá 16. mai 2022 um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 144 frá 15. desember 2023, verður ásett:
Kapittul 1
Foreldramyndugleiki
Fráboðan til Familjufyrisitingina um avtalu um foreldramyndugleika
§ 1. Fráboðan til Familjufyrisitingina um eina avtalu um felags foreldramyndugleika, sambært § 9 í løgtingslógini, úrgildissetan av felags foreldramyndugleika, sambært § 11, stk. 1, í løgtingslógini, ella flyting av foreldramyndugleika frá einum foreldri til hitt, sambært § 13, stk. 1, í løgtingslógini, skal verða skrivlig á einum serligum oyðublaði hjá Familjufyrisitingini.
Stk. 2. Saman við oyðublaðnum sambært stk. 1 skulu foreldrini lata inn skjalprógv fyri, at fráboðanin snýr seg um eitt felags barn.
Stk. 3. Fráboðanin sambært stk. 1 skal vera undirskrivað av báðum foreldrunum og skal latast Familjufyrisitingini í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at fyrra foreldrið hevur undirskrivað oyðublaðið.
Stk. 4. Fráboðanin sambært stk. 1 kann eisini verða undirskrivað við elektroniskari undirskrift.
Stk. 5. Familjufyrisitingin váttar fyri móttøku á oyðublaðnum og sendir báðum foreldrunum eitt avrit.
Stk. 6. Fráboðanin fær gildi, tá ið tað dagfesta og undirskrivaða oyðublaðið við neyðugum skjalprógvum er komið Familjufyrisitingini í hendi. Eftir hetta kann fráboðanin ikki takast aftur.
Stk. 7. Familjufyrisitingin skrásetir einaforeldramyndugleika og felags foreldramyndugleikan í Landsfólkayvirlitinum.
Góðkenning av avtalum um flyting av foreldramyndugleika
§ 2. Ein umbøn um at góðkenna eina avtalu um flyting av foreldramyndugleika millum onnur enn foreldur barnsins, sambært § 13, stk. 2 í løgtingslógini, skal vera skrivlig á einum serligum oyðublaði hjá Familjufyrisitingini. Umbønin skal vera undirskrivað av pørtunum. Saman við umbønini skal leggjast skjalprógv fyri, hvørji foreldrini at barninum eru, og hvør hevur foreldramyndugleikan yvir barninum. Skal foreldramyndugleikin flytast til eini hjún, skal skjalprógv fyri hjúnabandinum leggjast við umbønini.
Stk. 2. Familjufyrisitingin kallar partarnar á fund og vegleiðir tey um rættarligu avleiðingarnar av avtaluni. Fundurin kann í fyrsta lagi verða hildin 3 mánaðir eftir, at barnið er føtt.
Stk. 3. Búgva ella uppihalda partarnir sær uttanlands, kann Familjufyrisitingin biðja um, at fundurin verður hildin í Familieretshuset í Danmark, hjá Ríkisumboðnum í Grønlandi ella hjá føroysku ella donsku sendistovuni har, sum viðkomandi heldur til ella kann møta.
Stk. 4. Møta partarnir ikki á fundinum, verður umbønin mett sum burturdottin. Møtir annar parturin ikki á fundinum, verður hann innkallaðir til ein nýggjan fund, uttan so at staðfest verður, at umbønin er burturdottin. Møta partarnir ella annar teirra ikki á næsta fundinum, verður umbønin mett sum burturdottin.
§ 3. Familjufyrisitingin kann biðja barnaverndartænastuna um eitt ummæli um partarnar í málinum og um barnið.
§ 4. Skal tað, áðrenn avgerð verður tikin sambært § 13, stk. 2, í løgtingslógini, innheintast eitt ummæli frá tí foreldrinum, sum ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum, skal Familjufyrisitingin vegleiða viðkomandi um møguleikan fyri at fáa flutt foreldramyndugleikan sambært § 13 í løgtingslógini.
Stk. 2. Um Familjufyrisitingin, hóast mótmæli frá tí av foreldrunum, sum ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum, ætlar at góðkenna eina avtalu um flyting av foreldramyndugleikanum sambært § 13, stk. 2, í løgtingslógini, og avgerðin hjá Familjufyrisitingini verður kærd til Føroya Kærustovn, kann avtalan ikki góðkennast, fyrr enn Kærustovnurin hevur tikið avgerð.
Stk. 3. Verður ein avtala sambært stk. 2 góðkend, boðar Familjufyrisitingin Landsfólkayvirlitinum frá avtaluni.
Foreldramyndugleiki eftir andlát
§ 5. Undir viðgerðini av einum máli um foreldramyndugleika eftir andlát, sambært § 15 í løgtingslógini, skal Familjufyrisitingin spyrja skiftirættin, um tann deyði sambært § 17 í løgtingslógini hevur boðað frá, hvør skal hava foreldramyndugleikan.
Stk. 2. Familjufyrisitingin kann biðja barnaverndartænastuna um eitt ummæli um partarnar í málinum og um barnið.
Stk. 3. Skal Familjufyrisitingin innheinta eitt ummæli frá tí foreldrinum, sum ikki hevur lut í foreldramyndugleikanum, vegleiðir Familjufyrisitingin viðkomandi um møguleikan fyri at fáa tillutað foreldramyndugleikan sambært §§ 14 og 15 í løgtingslógini.
Fráboðan til rættin um avtalu um foreldramyndugleika
§ 6. Verður fráboðan til rættin gjørd um avtalu um felags foreldramyndugleika, sambært § 9 í løgtingslógini, úrgildissetan av felags foreldramyndugleika, sambært § 11, stk. 1, í løgtingslógini ella flyting av foreldramyndugleika frá einum foreldri til hitt, sambært § 13, stk. 1, í løgtingslógini, verður hetta ført í rættarbókina, og eitt avrit av henni verður givið foreldrunum. § 1, stk. 6, verður nýtt samsvarandi.
Stk. 2. Rætturin boðar Landsfólkayvirlitinum frá fráboðanini sambært stk. 1.
Váttan um foreldramyndugleika
§ 7. Familjufyrisitingin kann eftir áheitan frá einum, sum hevur lut í foreldramyndugleikanum, útflýggja eina váttan um foreldramyndugleikan yvir einum barni, sum skrásett her í landinum, tá ið foreldramyndugleikin er ásettur sambært føroyskari lóggávu.
Stk. 2. Váttanin verður útflýggjað á oyðublaði, sum er góðkent av aðalráðnum.
§ 8. Familjufyrisitingin kann taka eina váttan, sum er útflýggjað sambært § 7, aftur, um umstøðurnar eru broyttar, ella um innihaldið í váttanini ikki er rætt.
Kapittul 2
Bústaðurin hjá barninum og fráboðan um flyting
§ 9. Hava foreldur felags foreldramyndugleika, og eru tey ósamd um, hvar barnið skal hava bústað, kann Familjufyrisitingin taka avgerð um bústaðin hjá barninum sambært § 18 í løgtingslógini, um annað av foreldrunum søkir um tað.
Stk. 2. Er barnið sambært avtalu ella avgerð í minsta lagi helvtina av tíðini hjá tí eina foreldrinum, verður viðkomandi skrásettur sum bústaðarforeldur.
§ 10. Familjufyrisitingin tekur avgerð um, at ein barnaserkønur luttekur á fundi um bústaðin hjá barninum.
Fráboðan um flyting
§ 11. Fráboðan um flyting sambært § 19 í løgtingslógini fer fram millum foreldrini uttan um Familjufyrisitingina.
Kapittul 3
Samvera
§ 12. Familjufyrisitingin skal tryggja, at møguleiki er fyri at hava samveru undir eftirliti, tá tað í hvørjum einstøkum føri verður mett neyðugt.
Stk. 2. Foreldrini skulu ikki gjalda fyri eftirlitið.
Stk. 3. Samvera undir eftirliti fer fram í Familjufyrisitingini, uttan so at annað verður ásett í avgerðini.
Stk. 4. Familjufyrisitingini tekur avgerð um smærri broytingar í mun til, nær samvera undir eftirliti verður framd fyri at virka fyri, at samveran verður framd. Familjufyrisitingin kann broyta samveru undir eftirliti eftir avtalu við foreldrini.
§ 13. Ein avgerð um samveru skal innihalda ásetingar um viðbótarsamveru. Tað sama er galdandi, um samvera er avtalað millum foreldrini
§ 14. Familjufyrisitingin kann avgera, at ein barnaserkønur luttekur á samverufundinum.
Kapittul 4
Fyribils avgerðir
§ 15. Familjufyrisitingin skal skjótast gjørligt og eftir áheitan taka fyribils avgerðir um foreldramyndugleika og bústaðin hjá barninum sambært §§ 32 og 33 í løgtingslógini.
§ 16. Familjufyrisitingin skal skjótast gjørligt taka fyribils avgerð um samveru sambært § 35 í løgtingslógini.
Stk. 2. Um barnið ikki hevur samveru við tað foreldrið, sum biður um samveru, skal Familjufyrisitingin skjótast gjørligt og eftir áheitan taka eina fyribils avgerð um samveru við tí endamáli at varðveita sambandið millum samveruforeldur og barn. Hetta er tó ikki galdandi, um grundaður ivi er um, at samveran er til barnsins besta.
Kapittul 5
Barnaserkøn ráðgeving og mekling
§ 17. Familjufyrisitingin bjóðar barnaserkøna ráðgeving, undir hesum foreldrasamstarvsskeið, barnabólkar o.a., og mekling sambært § 37 í løgtingslógini.
Stk. 2. Umbøn um ráðgeving ella mekling, hóast einki mál um foreldramyndugleika, samveru ella bústaðin hjá barninum er til viðgerðar, skal sendast Familjufyrisitingini, um barnið býr í Føroyum.
§ 18. Foreldrini og barnið skulu samstundis, sum tey fáa í boði einsæris barnaserkøna ráðgeving, verða kunnaði um innihaldið í § 21, stk. 1-4.
Stk. 2. Einsæris ráðgevingin er ikki treytað av, at bæði foreldur luttaka. Familjufyrisitingin skal bjóða foreldrunum einsæris barnaserkøna ráðgeving, um bara annað foreldrið ella barnið vil luttaka. Vil annað foreldrið ikki luttaka, metir Familjufyrisitingin um, hvørt hitt foreldrið skal bjóðast til einsæris ráðgeving einsamalt.
Stk. 3. Familjufyrisitingin leggur einsæris ráðgevingina til rættis og avgerð, hvussu nógv hon skal fevna um, og hvør luttekur í einsæris ráðgevingini í senn.
Stk. 4. Familjufyrisitingin kann sum meginregla ikki veita einsæris barnaserkøna ráðgeving og viðgera mál um foreldramyndugleika, samveru ella bústað hjá barni samstundis um ráðgevingin og viðgerðin av málinum snúgva seg um tað sama, uttan so at mett verður, at hetta er til barnsins besta.
§ 19. Foreldrini skulu samstundis, sum tey fáa í boði mekling, verða kunnaði um innihaldið í § 21, stk. 1 og 5.
Stk. 2. Mekling er treytað av, at bæði foreldur luttaka.
Stk. 3. Familjufyrisitingin leggur meklingina til rættis og avger, hvussu nógv hon skal fevna um.
Stk. 4. Familjufyrisitingin kann sum meginregla ikki veita mekling og viðgera mál um foreldramyndugleika, samveru ella bústað hjá barni samstundis sum meklingin og viðgerðin av málinum snúgva seg um tað sama, uttan so at mett verður, at hetta er til barnsins besta.
§ 20. Familjufyrisitingin kann áseta eina freist fyri at góðtaka eitt tilboð um mekling og barnaserkøna ráðgeving.
§ 21. Upplýsingar, sum foreldur ella barn hava givið undir barnaserkønu ráðgevingi ella meklingini, kunnu ikki nýtast sum grundarlag fyri avgerð hjá Familjufyrisitingini í máli um foreldramyndugleika, samveru ella bústaðin hjá barninum. Slíkar upplýsingar kunnu heldur ikki latast víðari frá ráðgevanum til nýtslu í avgerðini ella til aðrar myndugleikar. Innanhýsis arbeiðstilfar, ið viðvíkur slíkum upplýsingum, kann heldur ikki latast foreldrunum ella barninum.
Stk. 2. Um foreldrini ella barnið geva samtykki til, at upplýsingar verða heintaðar ella latnar víðari frá barnaserkønu ráðgevingini ella meklingini, ella um upplýsingarnar koma undir fráboðanarskyldu ráðgevans sambært barnaverndarlógini, er stk. 1 ikki galdandi.
Stk. 3. Foreldrini kunnu biðja um, at ein málsviðgeri frá Familjufyrisitingini luttekur í ráðgevingini. Um málsviðgerin luttekur, er stk. 1 ikki galdandi.
Stk. 4. Familjufyrisitingin kann vegleiða foreldrini um møguleikan at avtala, at ein meting ella frágreiðing frá serfrøðingi verður gjørd við støði í ráðgevingini til víðari viðgerð av málinum.
Stk. 5. Eru foreldrini samd um tað, kunnu tey biðja um, at ein avtala, sum er gjørd í sambandi við barnaserkøna ráðgeving ella mekling, verður latin víðari í sambandi við viðgerð av máli um foreldramyndugleika, samveru ella bústað í Familjufyrisitingini.
Kapittul 6
Sjónarmiðini hjá barninum
§ 22. Tekur Familjufyrisitingin avgerð um at taka barnið við í viðgerðina av einum máli um foreldramyndugleika, samveru ella bústaðin hjá barninum sambært § 39 í løgtingslógini, skal samrøðan gerast av einum barnaserkønum.
Stk. 2. Barnið skal hava í boði ráðgeving í sambandi við samrøðuna.
§ 23. Familjufyrisitingin kann biðja um, at ein samrøða við barnið sambært § 39 í løgtingslógini verður hildin í Familieretshuset í Danmark ella hjá Ríkisumboðnum í Grønlandi um barnið býr ella uppiheldur sær har, ella hjá føroysku ella donsku sendistovuni har, sum barnið býr ella uppiheldur sær.
Kapittul 7
Málsræði o.a.
§ 24. Familjufyrisitingin kann viðgera eitt mál um foreldramyndugleika, samveru og bústaðin hjá barninum um treytirnar í § 475 í retsplejelov for Færøerne eru loknar.
Stk. 2. Familjufyrisitingin kann somuleiðis viðgera eitt mál um foreldramyndugleika, samveru og bústaðin hjá barninum, um foreldrini avtala tað, og annar av teimum hevur eitt ávíst tilknýti til Føroyar.
§ 25. § 24 verður nýtt samsvarandi í málum um annað samband við barnið, sambært § 25 í løgtingslógini, og í málum um rættin til kunning, sambært § 26 í løgtingslógini.
Kapittul 8
Kæra
§ 26. Familjufyrisitingin kann taka eitt mál, sum er kært, upp aftur til viðgerðar, um:
1) kæran inniheldur eina umsókn, sum Familjufyrisitingin ikki hevur tikið støðu til,
2) kæran inniheldur týdningarmiklar nýggjar upplýsingar,
3) tað fyriliggja týdningarmiklar nýggjar upplýsingar, sum Familjufyrisitingin ikki hevur tikið støðu til, ella
4) málsviðgerðarfeilir eru gjørdir, sum kunnu hava týdning fyri avgerðina.
Stk. 2. Avgerðina hjá Familjufyrisitingini um at taka málið upp aftur kann kærast til Føroya Kærustovn.
Kapittul 9
Gildiskomureglar o.a.
§ 27. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 26 er eisini galdandi fyri kærur og umsóknir, sum eru móttiknar hjá Familjufyrisitingini áðrenn hendan kunngerðin kemur í gildi, og sum ikki eru liðugt viðgjørdar.
Løgmálaráðið, 3. juli 2025
Bjarni K. Petersen (sign.)
landsstýrismaður
/ Nella Festirstein (sign.)