Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. november 2023Nr. 122
Kunngerð um lendisskrá
Við heimild í § 7 a, stk. 3 og 4, í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. mai 2009, verður ásett:
§ 1. Í lendisskránni eru skrásettar allar góðkendar byggisamtyktir. Lendisskráin skal vísa øll byggi-samtyktini viðkomandi kort og tekstskjøl.
Stk. 2. Í lendisskránni eru eisini frámerki um allar ætlaðar byggisamtyktir ella broytingar í byggi-samtyktum, tá hesar eru lýstar við kunngerð sbrt. § 6, stk. 1, í løgtingslógini. Frámerki skal setast í lendisskránna í seinasta lagi dagin eftir, at Umhvørvisstovan hevur fingið boð frá kommununi sbrt. § 3, stk. 2.
§ 2. Umhvørvisstovan umsitur lendisskránna.
Stk. 2. Lendisskráin er atkomulig hjá almenninginum uttan kostnað.
§ 3. Kommunan skal senda Umhvørvisstovuni byggisamtyktir, heruppií broyttar byggisamtyktir, í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hesar eru góðkendar av landsstýrismanninum sbrt. § 7 a, stk. 2, í løgtingslógini.
Stk. 2. Í seinasta lagi sama dag, sum kommunan kunnger ætlaða byggisamtykt ella broyting í byggisamtykt, skal kommunan boða Umhvørvisstovuni frá hesum, á tann hátt, sum Umhvørvisstovan ásetir sbrt. § 4.
§ 4. Umhvørvisstovan ásetir í reglugerð, í hvørjum líki kort og tekstskjøl skulu latast Umhvørvisstovuni, umframt reglur fyri, hvussu fráboðan sbrt. § 3, stk. 2, skal latast inn.
Stk. 2. Kommunan skal fylgja teimum til eina og hvørja tíð galdandi ásetingum sbrt. stk. 1.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2024.
Umhvørvismálaráðið, 22. november 2023
Ingilín D. Strøm (sign.)
landsstýriskvinna
/ Pól E. Egholm (sign.)