Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. december 2000Nr. 122
Kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn
Við heimild í § 44, stk. 1, í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin) verður ásett:
§ 1. Um ikki annað er ásett í lóggávuni, skal fastogn hjá kommununi verða boðin út alment, áðrenn ognin verður seld, sbr. tó § 2.
§ 2. Fastogn nýtist tó ikki at verða boðin alment út, um talan er um
1. sølu til landsmyndugleikar, kommunu ella kommunalan felagsskap, sbr. § 57 í kommunustýrislógini,
2. sølu til felag, stovn v.m., sum kommunan lógliga kann veita stuðul,
3. sølu av økjum, ið eru minni enn 300 m² til víddar og sum tað ikki sjálvstøðugt kann verða bygt á ella
4. kommunala útstykkingar o.l., har tillutan og prísáseting fara fram eftir frammanundan ásettum reglum.
Stk. 2. Við góðkenning frá landsstýrismanninum kann verða vikið frá kravinum um alment útboð í sambandi við makaskifti og tá tað annars eru serlig viðurskifti, ið tala fyri, at fastognin kann verða seld uttan alment útboð.
§ 3. Sum alment útboð verður roknað lýsing í einum av dagbløðunum.
Stk. 2. Bý- ella bygda(r)ráðið gerð av, undir hvørjum treytum ognin skal lýsast til sølu. Í hesum sambandi kann ognin verða boðin út til ein frammundan ásettan prís, treytað av, at prísurin samsvarar mettum marknaðarprísi.
Stk. 3. Í lýsingini skal verða upplýst, hvar ognin liggur, matrikulnummar, stødd á ognini og hvar upplýsingar um søluna kunnu fáast. Verður ognin boðin út til frammanundan ásettan prís, skal upplýsast, at kommunan ikki hevur skyldu til at selja til ásetta prísin.
§ 4. Tilboð um keyp skulu vera skrivlig. Innkomin tilboð eru í trúnaði, til ognin er seld.
§ 5. Ognin má ikki verða seld fyrr enn í minsta lagi 14 dagar eftir, at sølan hevur verið lýst fyrstu ferð í bløðunum.
§ 6. Bý- ella bygda(r)ráðið kann havna øllum innkomnum tilboðum.
Stk. 2. Selt kann verða til tilboðsgevara, ið ikki hevur givið hægsta boð, um hetta tænir sakligum kommunalum áhugamálum.
Stk. 3. Um so er, at tað í føri, har ogn er boðin út til frammanundan ásettan prís, verður boðin hægri prísur, skulu tey, ið hava boðið ásetta prísin, hava møguleika til at koma við nýggjum boði.
Stk. 4. Fastogn kann einans verða seld til lægri prís enn tann, ið er ásettur frammanundan sambært § 3, stk. 2, um ognin verður boðin alment til sølu av nýggjum.
§ 7. Er eitt ár liðið síðani fastogn seinast varð lýst til sølu, kann ognin einans verða seld, um hon verður boðin út alment av nýggjum.
§ 8. Bý- ella bygda(r)ráðið hevur støðugt skyldu til at skráseta, hvørjar kommunalar fastognir verða seldar.
Stk. 2. Við skráseting sambært stk. 1 skal verða upplýst:
1. Um ognin hevur verið boðin alment út,
2. hvat slag av ogn talan er um,
3. matr. nr., vídd og søluprís á ognini, og
4. um ognin ikki hevur verið boðin alment út, hvør grundgevingin tá er, sbr. § 2.
Stk. 3. Bý- ella bygda(r)ráðið hevur skyldu til, í seinasta lagi hvønn 1. mars at senda landsstýrismanninum yvirlit yvir tær fastognir, sum seldar eru í árinum frammanundan. Yvirlitið skal innihalda tær upplýsingar, sum nevndar eru í stk. 2.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001.
Løgmansskrivstovan, 22. desember 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
/ Rúni Joensen (sign.)