23. juli 2020Nr. 122
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020
(Rætting í kvotu til uppboðssølurættindi og tillaging av áseting um kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir)
§ 1
Í kunngerð nr. 32 frá 26. mars 2020 um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “66.979 tons” broytt til: “67.337 tons”.
2. Í § 5, stk. 1 verður “4.887 tons” broytt til: “4.913 tons”.
3. Í § 5, stk. 2, 3. pkt. verður “760 tons” broytt til: “772 tons”.
4. Í § 7, 1. pkt. verður “5.739 tons” broytt til: “5.355 tons”.
5. § 8, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 23. juli 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)