26. juli 2019Nr. 122
Kunngerð um broyting í kunngerð um loðsing, gjøld o.a.
(Gjald fyri loðs og loðsflutning)
§ 1
Í kunngerð nr. 153 frá 21. desember 2012 um loðsing, gjøld o.a., verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Loðsskyldug skip, sum eru ávegis til havn ella red, skulu í seinasta lagi 18 tímar áðrenn ETA biðja um loðsing frá avvarðandi loðsstøð, sum útvegar neyðugu loðstænastuna.”
2. § 13, stk. 3, 2. pkt. verður strikað.
3. Í § 13 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Umboðsmaður hjá skipinum ella avvarðandi reiðarí rindar kommununi fyri loðs og loðsbát. Kommunan rindar eigara av loðsbáti fyri brúk av loðsbáti.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 26. juli 2019
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)