Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 30-09-2009
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2009 A - Hefti 25 A frá 30. september 2009
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

28. september 2009Nr. 122

Kunngerð um flutning av ferðafólki í last ella vørurúmi á bilum v.m.

Við heimild í § 36, stk. 3, § 36a, § 58a, stk. 1, nr. 3 og stk. 5, og § 64m í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 48 frá 15. mai 2007, løgtingslóg nr. 18 frá 18. mai 2008 og løgtingslóg nr. 49 frá 11. mai 2009, verður ásett:

Nýtsluøki

§ 1. Kunngerðin fevnir um flutning av ferðafólki í lastini á vørubilum, lastbilum ella traktorrøðum.

Stk. 2. Loyvi kann einans verða givið, tá koyringin skal fara fram eftir endaða skúlagongd, ella sum partur av eini skrúðgongu í sambandi við stevnur, bygda- ella býarveitslur o. líkn.

§ 2. Koyring sambært § 1 kann einans fara fram við loyvi frá løgregluni. Loyvið skal havast við, tá koyrt verður.

Umsókn um loyvi

§ 3. Umsókn um loyvi til koyring sambært § 1 skal latast løgregluni.

Stk. 2. Loyvi kann fevna um eitt ella fleiri akfør.

Stk. 3. Loyvi er bert galdandi fyri eina einstaka koyring.

Treytirnar fyri at geva loyvi

§ 4. Løgreglan kann eftir ítøkiligari meting av ferðsluviðurskiftunum, heruppií fyrilitinum fyri øðrum ferðandi og ferðafólkunum, geva loyvi til koyring sambært § 1.

Stk. 2. Løgreglan ásetir hesar treytir fyri loyvinum:

1)   áðrenn koyrt verður, skal akfarið ella akførini vera góðkend av Akstovuni sambært kunngerð um tilgerð og útgerð hjá akførum, ið verða nýtt til flutning av ferðafólki í last ella vørurúmi v.m.

2)   tá koyrt verður, mugu ikki fleiri ferðafólk verða flutt, enn góðkenning Akstovunnar sigur.

Innihaldið í loyvinum

§ 5. Loyvið frá løgregluni skal hava upplýsing um:

1)   merki á akfari/akførunum og merki á møguligum viðfestivognum, skrásetingarnummar og skrokknummar,

2)   navn og bústað hjá eigara og brúkara,

3)   hvat slag av koyring, loyvið fevnir um,

4)   møguligar treytir fyri loyvinum.

Stk. 2. Loyvið skal hava átekning frá Akstovuni um, at akfarið ella akførini eru góðkend til ta koyring, sum loyvið fevnir um.

Afturtøka av loyvi

§ 6. Løgreglan kann taka aftur eitt loyvi, um treytirnar ikki verða hildnar.

Kæra

§ 7. Avgerðir hjá løgregluni kunnu kærast til Vinnukærunevndina.

Revsing

§ 8. Brot á § 2 verður revsað við sekt sbrt. § 58a, stk. 5 í løgtingslóg um ferðslu.

Stk. 2. Verða treytir í loyvi sambært hesi kunngerð ikki hildnar, verður hetta revsað við sekt, sbrt. § 58a, stk. 1, nr. 3, í ferðslulógini.

Gildiskoma

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2009.

 

 

Innlendismálaráðið, 28. septemeber 2009

 

Annika Olsen (sign.)

landstýrisskvinna

/ Rúni Joensen (sign.)