Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. august 2022Nr. 122
Kunngerð um broyting í kunngerð um grind og annan smáhval (Grindakunngerðin)
(Møguleiki fyri bráðfeingis banni og áseting av mest loyvdari veiðu av skjórutum springara o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 9 frá 26. januar 2017 um grind og annan smáhval (Grindakunngerðin) verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 7, stk. 1, 3. pkt., § 22, § 49, stk. 2 og 3 og § 51, stk. 3 verður “Náttúrugripasavninum” broytt til: “Havstovuni”.
2. Í § 7, stk. 1 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Sýslumaðurin skal somuleiðis gera vart við, hvussu nógvir skjórutir springarar eru veiddir í árinum og møguligt forboð fyri at veiða fleiri skjórutar springarar sambært § 50, stk. 2.”
3. § 12 verður orðað soleiðis:
“§ 12. Landsstýrismaðurin kann loyva sýslumanni at lýsa bráðfeingis bann fyri grindadrápi í ávísari hvalvág í upp til 3 mánaðir, um nóg mikið av grind er í grindaumdøminum, sum hoyrir til hvalvágna. Bráðfeingis bann skal lýsast í Kringvarpi Føroya.”
4. Í § 25, stk. 1 verður “Náttúrugripasavnið” broytt til: “Havstovan”.
5. Í § 50 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Loyvt er at taka og veiða í mesta lagi 500 skjórutar springarar hvørt álmanakkaár í ávikavist 2022 og 2023. Frá 2024 verður veiðan ásett eftir tilmæli frá NAMMCO um burðardygga veiðu. Landsstýrismaðurin kunnar skrivliga sýslumenn og grindaformenn um samlaða talið av veiddum skjórutum springarum í árinum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 29. august 2022
Árni Skaale (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)