Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. oktober 2013Nr. 122
Kunngerð um broyting í kunngerð um røktarheim og eldrasambýli
§ 1
Í kunngerð nr. 99 frá 5. juli 2013 um røktarheim og eldrasambýli verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 9, stk. 1 verður aftaná “avgerð um upptøku" sett: “og umlætting”.
2. § 9, stk. 2 og 3 verða orðaði soleiðis:
“Stk. 2. Í upptøkunevndina verða hesi vald fyri 4 ár:
1) Avvarðandi økisleiðari í Almannaverkinum.
2) Visitator í økinum.
3) Røktarheimsleiðarar í økinum.
4) Upp til fýra umboð kunnu verða tilnevnd av kommununum í upptøkuøkinum í felag. Umboðini skulu hava røktarfakliga ella aðra hóskandi útbúgving. Eisini kunnu umboðini hava drúgvar starvsroyndir á eldraøkinum.
Stk. 3. Økisleiðarin er formaður í upptøkunevndini. Upptøkunevndin útnevnir næstformann. Almannaverkið veitir skrivara til upptøkunevndina. Skrivarin hevur ikki atkvøðurætt.”
3. Aftaná § 9, stk. 4 verða sum stk. 5-7 sett:
“Stk. 5. Í bráfeingis málum kann nevndarformaðurin taka avgerð um upptøku til umlætting. Upptøkunevndin verður síðani kunnað um avgerðina.
Stk. 6. Almannaverkið hevur ábyrgd av at skipa upptøkunevndina.
Stk. 7. Ásetingarnar í stk. 3 og stk. 6 eru ikki galdandi fyri øki 1, har nevndin skipar seg sjálv við formanni og skrivara.”
4. § 10 verður strikað.
5. § 12, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 12. Umsóknir verða sendar økisskrivstovuni í tí øki, har borgarin býr. Í øki 1 verða umsóknir sendar kommununi.”
6. Í § 18, stk. 3 verður seinasta pkt. strikað.
7. Aftaná § 18, stk. 3 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Á eldrasambýlum fellir gjaldið til kommunurnar, og á ellis- og røktarheimum fellir gjaldið til landið.”
8. Í § 21, stk. 3 verður sum 2. pkt. sett: “Í øki 1 verða umsóknir sendar kommununi.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 29. oktober 2013
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Johnhard Klettheyggj (sign.)