1. november 2013Nr. 123
Kunngerð um broyting í kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu v.m.
§ 1
Í kunngerð nr. 52 frá 4. juni 2008 um forskriftir og forskriftaskyldu v.m. sum seinast broytt við kunngerð nr. 85 frá 26. juni verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftan á § 25, stk. 5 verður í kapittul 2 sett:
“Talgildar forskriftir
§ 25 a. Talgild forskrift skal lúka ásetingarnar í §§ 7-12 og § 15. Tó er kravið um undirskrift læknans sambært § 7, stk. 1 undantikið.
Stk. 2. Talgild forskrift skal innihalda talgildu eyðmerking læknans.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 1. november 2013
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)