12. august 2021Nr. 123
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19
(Tilboð um koppseting til persónar, sum fyribils eru staddir í Føroyum)
§ 1
Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 12. januar 2021, kunngerð nr. 22 frá 10. mars 2021, kunngerð nr. 25 frá 26. mars 2021, kunngerð nr. 38 frá 21. apríl 2021, kunngerð nr. 80 frá 13. mai 2021 og kunngerð nr. 122 frá 3. august 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Tilboð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19 verður eisini veitt persónum, sum fyribils eru staddir í Føroyum.”
2. § 1, stk. 3 verður strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 12. august 2021
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Katrin Gaard (sign.)