Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22.desember 2006Nr. 123
Kunngerð um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum
Við heimild í § 2, stk. 2, § 6, stk. 4 og § 7 í løgtingslóg nr. 2 frá 22. januar 2003 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum verður ásett:
Kapittul 1
Endamál, longd o.a.
§ 1. Endamálið við útbúgvingini av sjúkrarøktarfrøðingum er at geva teimum lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingar og vera við í tvørfakligum samarbeiði.
Útbúgvingin skal, í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt, geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnskapi.
Stk. 2. Tey lesandi skulu búgva seg út til at:
1) Útinna, miðla og leiða sjúkrarøkt, sum er heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi og fyribyrgjandi eins væl og viðgerandi, enduruppvenjandi og linnandi.
2) Fáa ein vandnan og greinandi førleika fyri at kunna meta um, grundgeva og menna sítt yrki mótvegis sjúklinginum.
3) Samarbeiða við sjúklingin, avvarðandi, starvsfelagar og aðrar yrkisbólkar uttan mun til etniska, mentanarliga, átrúnaðarliga og málsliga bakgrund.
4) Menna sjúkrarøkt og útinna dygdar- og menningararbeiði og harumframt fylgja, gera nýtslu av og taka lut í granskingararbeiði á heilsuøkinum.
5) Halda fram í ástøðiligum og kliniskum førleikagevandi framhaldslestri eftir lokna útbúgving.
§ 2. Rektarin hevur ábyrgdina av sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini í síni heild. Hetta merkir, at rektarin hevur ábyrgdina av innihaldi og sambandi millum og samskipan av ástøðiligu og klinisku pørtunum av útbúgvingini.
Stk. 2. Útbúgvingin er býtt í lestrarhálvur og er ásett at vera 4 studentsársverk ella 240 ECTS stig (European Credit Transfer System stig). Eitt studentsársverk er arbeiðið hjá einum fulltíðarlesandi í 1 ár. Eitt studentsársverk svarar til 60 ECTS stig. Hvør lestrarhálva er 18-24 vikur.
Stk. 3. Útbúgvingin skal vera lokin í seinasta lagi 6 ár eftir, at hon er byrjað. Rektarin kann, har serlig viðurskifti gera seg galdandi, gera undantøk frá hesi reglu.
§ 3. Útbúgvingin gevur rætt til heitið bachelor í sjúkrarøktarfrøði, enska heitið er Bachelor of Science (BSc) in Nursing.
Stk. 2. Eftir lokið prógv verður tann lesandi løggildur sum sjúkrarøktarfrøðingur sbrt. lov om sygeplejersker som den er sat i kraft for Færøerne.
Kapittul 2
Umsókn og upptøka
§ 4. Rektarin setir eina ráðgevandi upptøkunevnd, ið viðger innkomnar umsóknir. Nevndin letur rektaranum tilmæli um upptøku av umsøkjarum.
Stk. 2. Upptøkunevndin skal hava umboðan bæði frá útbúgvingarstovninum og kliniska økinum.
Stk. 3. Rektarin orðar mannagongdir fyri arbeiðið hjá upptøkunevndini.
§ 5. Rektarin ásetur samstundis við vanligu upptøkuna eitt tal av bíðilista-plássum, ið er galdandi fyri verandi lestrarár. Bíðilistin er grundaður á sama førleikametingarstøði sum við upptøku.
§ 6. Um so er, at ein umsøkjari, sum stendur á bíðilista sbrt. § 5, ikki innan eina freist, ið er ásett av rektaranum, tekur við tilboði um upptøku, fellur rætturin til upptøkuplássið burtur.
§ 7. Umsóknarfreistin verður kunngjørd av útbúgvingarstovninum og er í minsta lagi 2 mánaðar, áðrenn lesturin byrjar.
Stk. 2. Við umsókn verður umsóknarblað nýtt, sum verður útflýggjað av útbúgvingarstovninum. Umsóknarblaðið skal latast útbúgvingarstovninum saman við skjalprógvum fyri atgongugrundarlagnum.
Stk. 3. Umsøkjararnir skula hava svar uppá umsókn í seinasta lagi ein mánaða fyri lestrarbyrjan. Umsøkjari, sum verður upptikin, skal innan eina av rektaranum ásetta freist vátta, at hann tekur við tilboðnum.
Kapittul 3
Farloyvi
§ 8. Lesandi kunnu fáa farloyvi frá útbúgvingini eftir reglum, sum rektarin ásetur og upplýsir teimum lesandi.
Stk. 2. Farloyvi kann ikki játtast fyrr enn tann lesandi hevur staðið fyrstu uttanhýsis royndina, tó undantikið í førum har talan er um farloyvi vegna barnsburð ella ættleiðing.
Kapittul 4
Skipan og innihald
§ 9. Fyri at tryggja sínámillum ávirkan og samband millum ástøðiligu og klinisku undirvísingina, verður útbúgvingin løgd til rættis í mun til høvuðspartarnar av virkisøkinum hjá sjúkrarøktini. Ástøðiliga og kliniska undirvísingin í fakøkjunum skal til eina og hvørja tíð tryggja samanspæl millum virði og kunnskap í útbúgvingini og yrkinum og samstundis tryggja, at vitanarstøðið í útbúgvingini endurspeglar menningina innan yrkið.
Stk. 2. Fakliga innihaldið í útbúgvingini verður grundað á kunnskap frá sjúkrarøktarfakinum í samanheingi við heilsu-, náttúru-, samfelags- og hugvísindalig fak. Útbúgvingin verður løgd til rættis við støði í einari grundleggjandi vísindaástøðiligari fatan, sum gevur møguleika at kanna ástøði, hugtøk og háttaløg frá sjúkrarøktarfakinum og øðrum fakum, sum eru við til at lýsa, greiða frá og skilja tey serligu vandamál, fyribrigdi og samanheingi, sum sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða við og í.
Stk. 3. Við luttøku og venjingum í og grunan um sjúkrarøkt skal útbúgvingin hava við sær, at tey lesandi fáa praktiskan og persónligan virkisførleika at útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøkt.
Stk. 4. Í útbúgvingini skulu vera lestrarhættir, sum stuðla menningini hjá tí lesandi av førleika í mun til læring, sjálvstøðu og samarbeiði og til at skapa fakliga endurnýggjan.
Stk. 5. Útbúgvingin verður løgd til rættis soleiðis, at hon lýkur tær útbúgvingartreytir, sum settar verða í ES-londum fyri løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur.
§ 10. Útbúgvingin verður løgd soleiðis til rættis, at hon verður torførari og meira samansett, so hvørt henni líður. Skipan, vav og innihald í fakunum verða raðfest í mun til sjúkrarøktarfakligar spurdómar.
§ 11. Granskingarúrslit hjá einstøkum londum og altjóðagransking á sjúkrarøktarøkinum og øðrum fakøkjum, sum eru viðkomandi fyri yrkið, verða í størst møguligan mun tikin við í undirvísingini.
§ 12. Í útbúgvingini kunnu tvørfakligir partar verða tiknir við bæði í ta ástøðiligu og klinisku undirvísingina. Tvørfakligir partar skulu leggjast til rættis í samstarvi við teir samarbeiðspartar, sum eru viðkomandi fyri yrkisbólkin.
§ 13. Undirvísing í umhvørvisligum spurdómum og í samanspælinum millum ymiskar mentanir verður tikin við í útbúgvingina í tann mun, tað er viðkomandi fyri fakøkið. Útbúgvingin skal harumframt verða við til at fremja persónligu menningina hjá teimum lesandi og menna teirra áhuga fyri og evni til at vera virkin í einum fólkaræðisligum samfelag.
§ 14. Útbúgvingin fevnir um ein ástøðiligan undirvísingarpart, sum svarar til 150 ECTS stig, og ein kliniskan undirvísingarpart, sum svarar til 90 ECTS stig.
Stk. 2. Í útbúgvingini er ein valfríur partur, sum svarar til 30 ECTS stig. Í tí valfría partinum er tann endaliga bachelorverkætlanin, sum telur 20 ECTS stig. Í arbeiðinum við bachelorverkætlanini skal tann lesandi vinna sær førleika innan sjúkrarøktarfakligt menningararbeiði. Í verkætlanini verður viðgjørdur ein sjálvvaldur spurdómur við evni úr kliniskari sjúkrarøkt og við nýtslu av vísindaligum háttalagi. Spurdómurin verður góðkendur av skúlanum og, tá tað er viðkomandi, gjørdur í samarbeiði við eitt kliniskt undirvísingarstað.
§ 15. Útbúgvingin fevnir um samanlagt 240 ECTS stig, við ástøðiliga og kliniska undirvísing í hesum fakum, sbr. mál fyri fakini, ásett í fylgiskjali til kunngerðina:
1) Sjúkrarøktarfakið 140 ECTS stig.
2) Heilsuvísindalig fak 40 ECTS stig.
3) Náttúruvísindalig fak 20 ECTS stig.
4) Hugvísindalig fak 20 ECTS stig.
5) Samfelagsvísindalig fak 20 ECTS stig.
§ 16. Endamálið við klinisku undirvísingini er at skapa samanheingi millum ástøðiligan og praktiskan kunnleika og harvið tryggja, at útbúgvingin er grundað á yrkið og yrkisroyndir. Tann kliniska undirvísingin verður løgd til rættis stigvíst frá tí eygleiðandi til tað grundandi og sjálvstøðugt útinnandi í sambandi við venjing av grundleggjandi førleika, soleiðis at lesandi vinnur sær fakligt hegni og venur evnini at meta um og taka vælgrundaðar avgerðir og ábyrgdast av teimum.
Stk. 2. Kliniska undirvísingin, sum telur 90 ECTS stig, fer fram á góðkendum kliniskum undirvísingarstøðum og verður løgd til rættis við støði í møguleikunum á staðnum. Undirvísingin fer fram í sjúkrahúsverkinum og almanna- og heilsuverkinum uttan fyri sjúkrahúsverkið. Tað er álagt tí kliniska undirvísingarstaðnum at gera eina lýsing av tí klinisku undirvísingarætlanini. Lýsingin skal góðkennast av skúlanum. Tey lesandi hava skyldu til at vera við í tí klinisku undirvísingini sbrt. reglur, ásettar í námsskipanini.
Stk. 3. Í klinisku undirvísingini verður dentur lagdur á upplivingar menniskjans, tess kor og atburð í sambandi við heilsu og sjúku. Somuleiðis verður dentur lagdur á sjúkrarøktartørv, sjúkrarøktartænastu og úrslit, samvirkan millum sjúkling og sjúkrarøktarfrøðing, fakligu og persónligu menningina hjá tí lesandi og á tvørfakligt samarbeiði og samarbeiði millum øki.
Kapittul 5
Próvtøka
§ 17. Í útbúgvingini eru 3 uttanhýsis royndir, har ein roynd verður tikin við endan á 2. lestrarhálvu og bachelorverkætlanin í 8. lestrarhálvu. Námsskipanin ásetir, nær seinasta uttanhýsis royndin og innanhýsis royndir verða. Bachelorverkætlanin verður dømd við eina munnliga roynd. Eitt samlað próvtal verður givið fyri tað skrivliga arbeiðið og avrikið við royndina.
Stk. 2. Klinisk útbúgvingarskeið, sum svara til 60 ECTS stig, verða dømd. Dømingin fer fram við innanhýsis roynd.
Stk. 3. Tann lesandi skal hava staðið tær innanhýsis og uttanhýsis royndir, sum eru í 3 teimum fyrstu lestrarárunum, áðrenn bachelorverkætlanin kann avgreiðast endaliga.
Stk. 4. Fyri próvtøku, royndarhættir, próvdøming, próvskjøl, kærur um próvtøku osfr. eru reglurnar í kunngerð um próvtøku við útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum galdandi.
Kapittul 6
Námsskipan
§ 18. Rektarin ásetir nærri reglur um útbúgvingina í námsskipan innan fyri karmarnar á kunngerðini.
Stk. 2. Námsskipanin skal hava reglur um:
1) Endamál og innihald fyri fakini í lestrinum, hvussu nógvar tímar tey fevna um, nær tey eru, og hvussu dømt verður. Støddin av fakunum verður ásett í ECTS stigum, sbrt. § 15.
2) Endamál, innihald, skipan og døming av tí klinisku undirvísingini, hvussu nógvar tímar undirvísingin fevnir um, og nær undirvísingin er, sbrt. § 16 og § 17.
3) Undirvísingar- og arbeiðshættir í útbúgvingini, íroknað KT í undirvísingini, sbrt. § 9, stk. 4 og § 12.
4) Góðkenning av kliniskum undirvísingarstøðum, sbrt. § 16.
5) Valfría partin, sbrt. § 14, stk. 2.
6) Gerð av bachelorverkætlanini, sbrt. § 14, stk. 2.
7) Kravda luttøku í klinisku undirvísingini, sbrt. § 16.
8) Góðskriving, sbrt. § 20
9) Lýsing av høvuðspørtunum í virkisøkinum, sbrt. § 9.
10) Altjóðagerð.
§ 19. Í námsskipanini skal verða ásett, at rektarin, har serlig viðurskifti gera seg galdandi, kann gera undantøk frá teimum reglum í námsskipanini, sum eru ásettar av skúlanum einsamøllum.
Stk 2. Áðrenn námsskipan verður ásett, og um munandi broytingar verða gjørdar í henni, skal hon góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 3. Tá ið námsskipanin verður gjørd, og tá munandi broytingar skulu gerast í henni, taka umboð fyri tey lesandi og umboð fyri tey klinisku undirvísingarstøðini lut í arbeiðinum. Námsskipanin og munandi broytingar í henni koma í gildi við byrjanina av lestrarárinum.
Stk. 4. Galdandi námsskipanir eiga at vera á heimasíðuni hjá skúlanum.
Kapittul 7
Aðrar reglur
§ 20. Rektarin ger av, eftir ítøkiliga meting í hvørjum einstøkum føri, hvørja lestrarhálvu lesandi úr øðrum sjúkrarøktarfrøðiskúlum skulu ganga, tá tey fara undir lestur á skúlanum.
Stk. 2. Lesandi úr øðrum sjúkrarøktarfrøðiskúlum kunnu í fyrsta lagi koma inn á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya aftan á 1. lestrarárið og aftan á, at fyrsta uttanhýsis royndin er staðin.
Stk. 3. Rektarin kann í hvørjum einstøkum føri gera av, at útbúgvingarpartar, sum ein lesandi hevur staðið við eina aðra framhaldsútbúgving, heilt ella lutvíst kunnu koma í staðin fyri samsvarandi útbúgvingarpartar eftir hesi kunngerð. Avgerðin verður tikin við støði í einari fakligari meting av javnvirðinum millum viðkomandi útbúgvingarpartar.
Stk. 4. Rektarin kann gera undantak frá reglunum í stk. 2, um so er, at serlig viðurskifti gera seg galdandi.
§ 21. Landsstýrismaðurin kann góðkenna frávik frá kunngerðini í sambandi við royndar- og menningarvirksemi. Samstundis verður ásett, hvussu leingi royndin skal vara, og hvussu royndarfrágreiðingin skal verða tilevnað.
§ 22. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um at gera undantøk frá kunngerðini, tá serlig viðurskifti gera seg galdandi, uttan í teimum førum, tá rektarin kann gera undantøk, sbrt. § 2, stk. 3 og § 20, stk. 3.
§ 23. Avgerðir rektarans sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærast kann í seinasta lagi 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá kærufreistini, tá serlig viðurskifti tala fyri tí.
Kapittul 8
Gildiskoma
§ 24. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri lesandi, sum byrja útbúgvingina tann 1. februar 2003 ella seinni.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 60 frá 23. apríl 2003 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.
Mentamálaráðið, 22. desember 2006
Jógvan á Lakjuni (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)
Fylgiskjal 1
Kunngerð um útbúgvingina av sjúkrarøktarfrøðingum
Fakliga innihaldið í útbúgvingini verður grundað á ástøðiligan og praktiskan kunnskap frá sjúkrarøktarfakinum í samanheingi við heilsu-, náttúru-, samfelags- og hugvísindalig fak.
Ástøðiliga og kliniska undirvísingin hava hvør sær sjálvstøðugt læringarvirði og hava til endamáls at fremja og stuðla menningina hjá teimum lesandi av førleikanum at grunda og virka og geva teimum eina persónliga fatan av økinum, sum sjúkrarøktarfrøðiyrkið og heilsuverkið fevna um.
Lýsing av fakunum í útbúgvingini
Sjúkrarøktarfakið 140 ECTS stig
Sjúkrarøktarfakið er kjarnin í útbúgvingini. Sjúkrarøktarfakið fevnir um ástøðiliga og kliniska undirvísing.
Dentur verður lagdur á virksemi, vísindaástøðiliga fatan og siðfrøðiligar spurdómar, sum hoyra til fakið. Í undirvísingini verða viðgjørd ástøði um sjúkrarøkt, hugtøk og háttaløg og útvald vísindalig ástøði, umframt hugtøk og háttaløg frá øðrum fakum, sum meðvirka til at lýsa, greiða frá og skilja tey serligu vandamál, fyribrigdi og samanheingi, sum sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða við og í.
Fakið skal menna kunnleikan hjá teimum lesandi innan meginøki, ástøði, hugtøk og meginreglur í sjúkrarøkt, herundir menningina av sjúkrarøktarfakinum, siðfrøði og vísindaástøðiligar tilgongdir.
Fakið skal menna tann ástøðiliga, háttabundna og praktiska kunnskapin hjá teimum lesandi at útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøkt, sum er heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi og fyribyrgjandi eins væl og viðgerandi, enduruppvenjandi og linnandi.
Fakið skal menna fatanina hjá teimum lesandi av ymiskum virðum, fatanum og atburðum hjá menniskjum í sambandi við heilsu, sjúku og sjúkrarøkt. Hetta sum grundarlag fyri yrkisligari umsorgan, har fatanin hjá sjúklinginum av síni egnu støðu og ein sjúkrarøktarfaklig meting eru í miðdeplinum.
Fakið skal menna evnini hjá tí lesandi at greina empiri við nýtslu av ástøði og harumframt menna evnini til grundan og at taka sjálvstøðugar sjúkrarøktarfakligar avgerðir og fremja tær.
Fakið skal menna fakliga samleikan hjá teimum lesandi og teirra førleika at samskifta sum grundarlag fyri samarbeiði við sjúklingar, avvarðandi, starvsfelagar og aðrar yrkisbólkar í heilsuverkinum.
Niðanfyri standandi meginøki verða gjøgnumgingin ástøðiliga og kliniskt í samband við børn, ung, vaksin og eldri, bæði sum einstaklingar, limir í eini familju og sum bólkar. Menniskju allastaðni í samfelagnum, hvørs heilsustøða er hótt, og menniskju við bráðari, varandi, likamligari og sálarligari sjúku eru í miðdeplinum.
Meginøki
Upplivingar, fatanir, kor og gerðir hjá menniskjanum í samband við heilsu, sjúku, líðing og tilstundandi
deyða, herundir møguleikar, tørv, tilfeingi og meistring.
Fyrbrigdi sum t.d. pína, angist, missur, sorg, vón, meining, deyði og leikluturin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum, herundir andaliga umsorganin í hesum sambandi.
Sjúkrarøktar- og umsorganarástøði, sjúkrarøktarhugtøk og –frymlar, herundir ástøði um at fremja og varðveita heilsuna, fyribyrgja sjúku og linna fylgjurnar av sjúku og líðing.
Klinisk háttaløg í sjúkrarøkt, herundir at eygleiða, meta um, rapportera, loysa vandamál og hava praktiskt hegni og hegni at samskifta.
At eyðmerkja tørvin á sjúkrarøkt, seta mál, fremja, eftirmeta og tillaga sjúkrarøktina.
Fyrisett mál fyri skjalfesting, eftirmeting og dygdarmenning av kliniskari sjúkrarøkt.
Miðlan av sjúkrarøkt til sjúklingar, avvarðandi, samstarvsfelagar og lesandi.
Fyrisitingarligt og samskipandi virksemi viðvíkjandi røktar- og viðgerðarskráum fyri ein ella fleiri sjúklingar, herundir møguliga arbeiðsleiðslu í hesum sambandi.
Siðfrøðilig sjónarhorn og tvístøður í yrkis- og samfelagshøpi.
Søgan hjá sjúkrarøktini og núverandi støða, herundir hvussu yrkið hevur vunnið viðurkenning og hevur
skipað og ment seg í mun til samfelag og heilsuverk.
Sjúkrarøkt sum yrki og vísindi, herundir vísindaástøðiligt grundarlag, fakmenning og gransking í sjúkrarøkt.
Heilsuvísindalig fak 40 ECTS stig
Vitan um heilsuvísindaligu fakini er av stórum týdningi fyri at kunna meta um heilsustøðu, sjúkueyðkenni og viðgerðarúrslit og at verða førur fyri at seta sjúkrarøkt í verk í mun til hettar.
Heilsuvísindaligu fakini skulu soleiðis menna ástøðiliga og praktiska kunnleikan hjá teimum lesandi í mun til heilsuvísindaligu ástøðini, hugtøkini, meginreglurnar og háttaløgini, sum eru neyðug til tess at kunna røkja heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi, fyribyrgjandi, viðgerandi, enduruppvenjandi og linnandi sjúkrarøkt.
Eisini skulu fakini geva teimum lesandi grundarlag at eyðmerkja og greina ymiskar vísindaástøðiligar støður, háttaløg og úrslit fyri at duga at vera vandin og duga at nýta viðkomandi granskingar- og menningararbeiði á skynsaman hátt.
Meginfak
1) Fólkaheilsufrøði
2) Sjúkulæra
3) Arbeiðsskipanarlæra (ergonomi)
4) Føðslu-og sjúkrakostlæra
5) Heiliráðfrøði
6) Farsóttarfrøði og umhvørvislæknafrøði
7) Heilsuupplýsindi
8) Vísindaástøði og granskingarháttalagsfrøði
Náttúruvísindalig fak 20 ECTS stig
Kunnleiki í teimum náttúruvísindaligu fakunum hevur stóran týdning fyri at skilja, hvussu mannakroppurin er bygdur og virkar og fyri fatanina av teimum heilsuvísindaligu fakunum og harvið eisini fyri at útinna sjúkrarøkt.
Náttúruvísindaligu fakini skulu soleiðis menna ástøðiliga og praktiska kunnskapin hjá teimum lesandi um evnafrøðiliga, lívfrøðiliga og anatomiska bygnaðin av mannakroppinum, lívevnafrøðiligar og lívvirkisligar tilgongdir, virki og menning í einum æviskeiði og samanspælið millum menniskjað, umhvørvið og smáverur.
Fakini skulu harumframt menna evnini hjá teimum lesandi at skilja náttúruvísindalig ástøði og háttaløg til tess at skilja kroppin og meta um mátiúrslit og subjektiv og objektiv eyðkenni.
Meginfak
1) Lívevnafrøði
2) Anatomi og lívvirkisfrøði
3) Smáverulívfrøði
Hugvísindalig fak 20 ETCS stig
Kunnskapir í teimum hugvísindaligu fakunum eru grundleggjandi fyri fakligu fatanina av og virðingina
fyri tí serstaka hjá tí einstaka menniskjanum og virðum tess.
Tey hugvísindalagu fakini skulu soleiðis menna ástøðiliga og praktiska kunnskapin hjá teimum lesandi
um virði, mentan og lívsáskoðan hjá menniskjanum sum grundarlag fyri at útinna yrkisliga umsorgan, siðfrøðiliga støðutakan og grundgeving.
Fakini skulu menna ástøðiliga og praktiska kunnskapin hjá teimum lesandi um, hvørja ávirkan sálarlig viðurskifti hava á atburð hjá menniskjanum og gera tey lesandi før fyri at meta um, hvønn týdning samanspælið millum sjúkling og sjúkrarøktarfrøðing hevur fyri ta útintu sjúkrarøktina.
Fakini skulu harumframt geva teimum lesandi ástøðiliga vitan um og háttabundið hegni í samskifti og námsfrøði sum fortreyt fyri samarbeiði við og miðlan til sjúkling, starvsfelagar, samarbeiðspartar og lesandi.
Meginfak
1) Sálarfrøði
2) Heimspeki og siðfrøði
3) Átrúnaður
4) Samskifti
5) Námsfrøði
Samfelagsvísindalig fak 20 ECTS stig
Kunnskapir í samfelagsvísindaligum fakum hava stóran týdning fyri at fata og útinna sjúkrarøkt í einum sosialum, mentanarligum og samfelagsligum samanheingi.
Samfelagsvísindaligu fakini skulu soleiðis menna ástøðiliga og praktiska kunnskapin hjá teimum lesandi um týdningin av samfelagsviðurskiftunum fyri virksemi og fyriskipan í heilsuverkinum og fyri viðurskifti, sum hava við heilsu og sjúku at gera.
Harumframt skulu fakini menna ástøðiliga og praktiska kunnskapin hjá teimum lesandi um sosialu og mentanarligu viðurskiftini hjá fólki og ávirkanina, sum hesi viðurskifti hava á meningarmøguleikar og møguleikan hjá fólki at virka í samband við heilsu og sjúku.
Fakini skulu geva innlit í bygnaðin, virksemið og menningina í almanna- og heilsuverkinum og menna evnini hjá teimum lesandi at grunda og virka fakliga í samfelagsligum, mentanarligum og fyriskipanarligum samanheingi.
Fakini skulu geva vitan um lógir og reglur, sum hava týdning fyri sjúkrarøktarfakliga virkisøkið.
Meginfak
1) Sosiologi og mannfrøði
2) Fyriskipan og leiðsla
3) Løgfrøði