23. juli 2020Nr. 123
Kunngerð um broyting í kunngerð um loyvi til royndarfiskiskap
(Áramálið fyri royndarverkætlanum broytt)
§ 1
Í kunngerð nr. 8 frá 11. februar 2020 um loyvi til royndarfiskiskap verður í § 7, stk. 1, 1. pkt. “trý ár” broytt til: “fimm ár”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 23. juli 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)