Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. desember 2024Nr. 124
Kunngerð um roknskapartøl til uppgerð av miðal framleiðslukostnaðinum
Við heimild í § 2, stk. 6, í løgtingslóg nr. 65 frá 30. mai 2024 um tøkugjald, verður ásett:
§ 1. Alifyritøkurnar skulu lata inn roknskapartøl, ið skulu vera grundarlag undir útrokning av framleiðslukostnaðinum, K.
Stk. 2. Roknskapartølini fevna um:
1) Kostnaðir til rávørur og hjálpitilfar.
2) Goymslubroytingar.
3) Aðrar uttanhýsis kostnaðir, samlað og útgreinað.
4) Starvsfólkakostnaðir.
5) Avskrivingar og niðurskrivingar.
6) Sølukostnaðir og flutningskostnaðir.
Stk. 3. Miðal framleiðslukostnaðurin, K, verður roknaður við støði í roknskapartølum úr seinast grannskoðaða ársroknskapinum.
Stk. 4. Roknskapartølini skulu latast avvarðandi stjórnarráði áðrenn 15. desember árið fyri, at framleiðslukostnaðurin verður almannakunngjørdur.
Stk. 5. Avvarðandi stjórnarráð kann áleggja fyritøkunum at leggja við váttan frá grannskoðara felagsins um innsendu uppgerðirnar, tá tað verður mett neyðugt fyri at sanna, at uppgerðirnar bert innihalda kostnaðir, sambært skjali 1 í løgtingslóg um tøkugjald, og eru rætt tíðaravmarkaðar.
§ 2. Alifyritøkurnar skulu saman við roknskapartølunum lata inn tøkutøl fyri roknskaparárið, ið roknskapartølini viðvíkja.
§ 3. Miðal framleiðslukostnaðurin, K, verður fyrstu ferð almannakunngjørdur á heimasíðuni hjá avvarðandi stjórnarráði tann 1. januar 2025.
Stk. 2. Miðal framleiðslukostnaðurin, K, verður roknaður og ásettur av nýggjum triðja hvørt ár sbrt. § 2, stk. 4, í løgtingslógini.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2025.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 10. desember 2024
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)