11. juli 2025Nr. 124
Kunngerð um heimildir hjá Landsverki og um kæru sambært løgtingslóg um landsvegir
Við heimild í § 7 a í løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008 og løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður ásett:
§ 1. Landsverk viðger avgerðir eftir løgtingslóg um landsvegir. Avgerðir, sum Landsverk hevur tikið eftir løgtingslógini, kunnu kærast til Føroya Kærustovn.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. juli 2022.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 11. juli 2025
Jóhan Christiansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)