Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. desember 2014Nr. 124
Kunngerð um gjøld fyri veitingar og upplýsingar frá Ílegusavninum
Við heimild í § 3, stk. 3 í løgtingslóg nr. 62 frá 17. mai 2005 um gransking í mannaílegum verður ásett:
§ 1. Ílegusavnið tekur gjald fyri tær veitingar og upplýsingar, ið Ílegusavnið letur granskarum o.ø. atgongd til sambært ásetingum í hesi kunngerð.
§ 2. Einstaka verkætlanin rindar eitt árligt grundgjald á 10.000,00 kr., fyri at nýta tilfar úr Ílegusavninum.
§ 3. Gjøld fyri veitingar úr Vevnaðarskránni eru hesi:
1) At finna og seta seg í samband við sjúklingar og kontrollar, fyri at fáa kunnað samtykki: 50,00 kr. pr. persón.
2) At taka blóðroynd: 100,00 kr.
3) Tilfar til blóðroynd v.m.: 20,00 kr.
4) DNA uppreinsingar Kits: 70,00 kr.
5) Uppreinsað DNA frá blóði: 170,00 kr.
6) Uppreinsað DNA frá spýtti: 240,00 kr.
7) Uppreinsað DNA frá Formalin fixed parafin embedded, FFPE, blokkar: 300,00 kr.
8) Máta konsentratión við spektrofotometer: 3,00 kr. fyri hvørja roynd.
9) Útflýggja ekstraherað DNA: 35,00 kr. fyri hvørja roynd.
Stk. 2. Harafturat ásetir Ílegusavnið gjald fyri rindan av teimum útreiðslum, sum standast av veitingunum, t.d. løn til lækna, sjúkrarøktarfrøðing og læknaskrivara o.tíl. sambært galdandi sáttmálum í sambandi við at greina sjúklingar og kontrollar.
§ 4. Gjald fyri upplýsingar úr Diagnosuskránni lagt inn í Progeny eru 50,00 kr. pr. persón.
§ 5. Gjald fyri upplýsingar úr Ættarbandsskránni eru 25.000,00 kr. fyri verkætlanir við færri enn 50 persónum, og 50.000,00 kr. fyri verkætlanir við 50 persónum ella fleiri.
§ 6. Gjald fyri atgongd til telduskipanina hjá Ílegusavninum við beinleiðis atgongd er 500,00 kr. um árið fyri hvønn brúkara.
Stk. 2. Gjald fyri atgongd til telduskipanina hjá Ílegusavninum umvegis VPN er 500,00 kr.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 17. desember 2014
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)