22. desember 2000Nr. 124
Kunngerð um ábyrgdarbindingar, veðhald v.m. sambært kommunustýrislógini
Við heimild í § 52 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin) verður ásett:
§ 1. Bý- ella bygda(r)ráðið kann ikki áleggja kommununi ábyrgdarbindingar ella veðhaldsskyldur o.l ella gera broytingar í treytunum fyri ábyrgdarbindingum ella veðhaldsskyldum o.l. uttan loyvi landsstýrismansins.
Stk. 2. Heldur ikki kann bý- ella bygda(r)ráðið uttan loyvi landsstýrismansins geva tilsøgn um regluligar veitingar, sum kommunan ikki eftir lógini hevur skyldu til.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001.
Løgmansskrivstovan, 22. desember 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
/ Rúni Joensen (sign.)