Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juli 2020Nr. 124
Kunngerð um gagnnýtslu av ófiskaðum menningarkvotum
Við heimild í § 14, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verður ásett:
§ 1. Við hesi kunngerð verða 21.700 tons av svartkjafti, 2.600 tons av norðhavssild og 810 tons av makreli sett av til teir rættindahavarar, sum í 2018 hava fingið tilsøgn um menningarkvotu í fýra ár.
Stk. 2. Nøgdirnar, sambært stk. 1, verða latnar nevndu rættindahavarum í einum lutfalli, sum, hjá hvørjum einstøkum rættindahavara, samsvarar við samlaða talið í tonsum av ófiskaðari menningarkvotu frá 2018 og 2019 av einstaka fiskaslagnum í mun til nøgdirnar sambært stk. 1, tó so, at ongin rættindahavari fær eina størri nøgd, enn teimum hvør sær var játtað tilsamans fyri 2018 og 2019, tá ið fyrilit verður tikið fyri veiddu nøgdunum av tillutaðum menningarkvotum.
Stk. 3. Hevur rættindahavari í 2018 og 2019 tilsamans fiskað meir enn hansara menningarkvota er grundað á, sambært endaligari tilsøgn í 2018 fyri 4 ár, fær viðkomandi persónur ella felag ikki lut í kvotuni sambært stk. 1.
§ 2. Nøgdirnar av norðhavssild kunnu fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 2. Nøgdirnar av makreli kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 3. Nøgdirnar av svartkjafti kunnu fiskast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 3. Fiskiskapurin eftir svartkjafti verður annars skipaður samsvarandi ásetingunum í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020.
Stk. 2. Fiskiskapurin eftir makreli verður annars skipaður samsvarandi ásetingunum í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020.
Stk. 3. Fiskiskapurin eftir svartkjafti verður annars skipaður samsvarandi ásetingunum í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2020.
Fiskimálaráðið, 23. juli 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)