Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. juli 2019Nr. 124
Kunngerð um áseting og útrokning av fiskiorku í sambandi við avhending og flyting av fiskidøgum og broyting av fiskifari
Við heimild í § 76, stk. 3 og § 77, stk. 4 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 9. mai 2019, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um áseting og útrokning av fiskiorku í fiskidagaskipanini sambært kapittul 16 í løgtingslógini í sambandi við avhending og flyting av fiskidøgum og broyting av fiskifari.
Avhending
§ 2. Egnir fiskidagar kunnu í 2019 avhendast øðrum rættindahavara, sum hevur fiskidagar í sama bólki, sambært § 74, stk. 1 í løgtingslógini, fyri 2019.
Stk. 2. Avhending sambært hesi grein er treytað av, at rættindahavarin tíðarskeiðið 1. januar 2018 til 31. desember 2018 hevur brúkt í minsta lagi 60% av tillutaðu fiskidøgunum roknað fyri hvønn bólk sær sambært § 74, stk. 1 í løgtingslógini.
§ 3. Vørn tekur avgerð um umrokning av fiskidøgum í sambandi við avhending av fiskidøgum. Tann, ið avhendir fiskidagar, skal lata Vørn skrivliga fráboðan.
Stk. 2. Í fráboðanini skal vera upplýst hvørjum skipum, sum avhendu fiskidagar skulu av og á, og hvussu nógvir fiskidagar skulu avhendast.
Stk. 3. Váttan um avhending skal vera váttað av báðum pørtum. Áðrenn avhendaðu fiskidagarnir kunnu nýtast, skal Vørn við skrivligari fráboðan til báðar partar hava staðfest, at avhendingin kann fremjast, og hvussu nógvar fiskidagar móttakarin hevur ræðið á aftan á avhendingina.
Flyting
§ 4. Vørn tekur avgerðir um umrokning av fiskidøgum í sambandi við, at rættindahavari flytur rættindi millum ymisk fiskifør. Tann, ið flytur fiskidagar, skal lata Vørn skrivliga fráboðan.
Stk. 2. Í fráboðanini skal vera upplýst hvørjum skipum, fiskidagarnir skulu flytast av og á, og hvussu nógvir fiskidagar skulu flytast.
Stk. 3. Áðrenn fluttu fiskidagarnir kunnu nýtast, skal Vørn við útskrivaðum fiskiloyvi hava staðfest, at flytingin kann fremjast, og hvussu nógvir fiskidagar rættindahavarin hevur ræðið á aftan á flytingina.
Broyting hjá fiskifari
§ 5. Broytingar hjá fiskifari, sum ávirka metingarvirðið fyri fiskiorku sambært § 6, skulu fráboðast Vørn.
Stk. 2. Í fráboðanini skal upplýsast, hvørjar broytingar skulu gerast við fiskifarið.
Stk. 3. Áðrenn fiskifarið fer til fiskiskap aftur, tekur Vørn, við støði í nýggju skjalfestu metingarvirðinum fyri fiskiorku, avgerð, um treytirnar at umrokna fiskidagarnar eru loknar, og hvussu nógvar fiskidagar rættindahavarin hevur ræðið á aftan á broytingina.
Metingarvirðið fyri fiskiorku
§ 6. Metingarvirðið fyri fiskifør, ið royna við húki, er longd (L) x breidd (B) x dýpi (D).
Stk. 2. Metingarvirðið fyri fiskifør, ið royna við troli er [longd (L) x breidd (B) x dýpi (D) x maskinorka]/1000.
Stk. 3. Longd, breidd og dýpi eru tey mát, sum eru í málibrævi og máliprógvi skipsins og samsvarandi galdandi reglum um skipauppmáting. Maskinorka er HK.
Stk. 4. Frá tí degi henda kunngerð kemur í gildi, kann metingarvirðið fyri fiskiorku hjá ávísum fiskifari ikki umroknast grundað á nýggja uppmáting, um ongin broyting, sum ávirkar metingarvirðið fyri fiskiorkuna, er gjørd við fiskifarið.
Umrokning
§ 7. Tá fiskidagar verða avhendir ella fluttir, verður talið av fiskidøgum, ið verður avhendað ella flutt, umroknað samsvarandi skjali 1.
Stk. 2. Tá broytingar verða gjørdar við fiskifarið, sum ávirka metingarvirðið fyri fiskiorkuna, verður talið av fiskidøgum hjá fiskifarinum umroknað samsvarandi skjali 1.
Gildiskoma og úrgildisseting
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 75 frá 13. juni 2006 um áseting av fiskiorku og mannagongd, tá veiðiloyvi verða flutt millum fiskifør 15 tons og størri og kunngerð nr. 29 frá 19. mars 2019 um avhending av fiskidøgum í 2019.
Fiskimálaráðið, 25. juli 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Umrokningarvirði fyri fiskidagar
Leiðbeining:
Í talvuni niðanfyri eru fiskifør í fiskidagaskipanini bólkað soleiðis:
Trolarar: [(Longd x breidd x dýpd) x HK] /1000
Línuskip og útróðrarbátar: Longd x breidd x dýpd
Tá fiskidagar verða umroknaðir millum fiskifør, verður fyrst hugt at teiginum longst vinstrumegin, fyri at finna tað skipið, sum avhendar fiskidagar. Skipið, sum flutt verður til, verður lisið av ovastu røðini. Fiskidagar, ætlanin er at flyta, verða síðani faldaðir við umrokningarvirðinum í talvuni.
Dømi um nýtslu av talvuni:
Ein útróðrarbátur (longd x breidd x dýpd = 190) avhendar 18 dagar til eitt línuskip (longd x breidd x dýpd = 682). Burtur úr hesum fær línuskipið 18 x 0,35 = 6,30 dagar.
Trolari I (LxBxD x HK/1000 = 970) avhendar 15 fiskidagar til trolara II (LxDxB x HK/1000 = 1650). Talan er um flyting av døgum úr bólkinum “Trolarar 500-1599” yvir í bólkin “Trolarar 1600-1999.” Burtur úr hesum fær trolari II (15 x 0,83) = 12,45 fiskidagar.
|
Trolarar 2000 – 9000 |
Trolarar 1600 – 1999 |
Trolar 500-1599 |
Trolarar minni enn 500 |
Línuskip 600 og størri |
Útr. bátar 300 - 599 |
Útr. bátar 200 - 299 |
Útr. bátar 120 - 199 |
Útr. bátar undir 120 |
Trolarar 2000 - 9000 |
1,00 |
1,17 |
1,40 |
1,56 |
1,40 |
2,33 |
3,11 |
4,00 |
5,60 |
Trolarar 1600 – 1999 |
0,86 |
1,00 |
1,20 |
1,33 |
1,20 |
2,00 |
2,67 |
3,43 |
4,80 |
Trolarar 500 - 1599 |
0,71 |
0,83 |
1,00 |
1,11 |
1,00 |
1,67 |
2,22 |
2,86 |
4,00 |
Trolarar minni enn 500 |
0,64 |
0,75 |
0,90 |
1,00 |
0,90 |
1,50 |
2,00 |
2,57 |
3,60 |
Línuskip 600 og størri |
0,71 |
0,83 |
1,00 |
1,11 |
1,00 |
1,67 |
2,22 |
2,86 |
4,00 |
Útr. bátar 300 - 599 |
0,43 |
0,50 |
0,60 |
0,67 |
0,60 |
1,00 |
1,33 |
1,71 |
2,40 |
Útr. bátar 200 - 299 |
0,32 |
0,38 |
0,45 |
0,50 |
0,45 |
0,75 |
1,00 |
1,29 |
1,80 |
Útr. bátar 120 - 199 |
0,25 |
0,29 |
0,35 |
0,39 |
0,35 |
0,58 |
0,78 |
1,00 |
1,40 |
Útr. bátar undir 120 |
0,18 |
0,21 |
0,25 |
0,28 |
0,25 |
0,42 |
0,56 |
0,71 |
1,00 |