Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. september 1990Nr. 124
Kunngerð um at seta matvørulógina í gildi fyri útflutningsvørur
Við heimild í § 7 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 verður sett í gildi fyri matvørur til útflutnings.
§ 2. Hetta er ikki galdandi fyri § 13 og § 42 í lógini.
§ 3. Fyri útflutningsvørur er tann strangara av niðanfyri nevndu skráum yvir góðkend tilsetingarevni og nýtslu teirra galdandi:
1) Skráin sambært § 13, stk. 3 í lógini,
2) Skráin hjá keyparalandinum.
Stk. 2. Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann gera undantak frá stk. 1, um so er at tann sbrt. § 13, stk. 3 í lógini galdandi skrá er strangari enn skráin hjá keyparalandinum.
Stk. 3. Í teimum førum har Heilsufrøðiliga Starvsstovan sbrt. stk. 2 ger undantak frá stk. 1, skal serligur dentur verða lagdur á, at brúkararnir verða vardir fyri heilsuvanda, at rímligur teknologiskur tørvur verður nøktaður, og at brúkararnir ikki verða villleiddir.
§ 4. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlitið á staðnum við at lógin og tær við heimild í lógini ásettur reglur ella tiknar avgerðir verða hildnar fyri útflutningsvørur.
§ 5. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.