Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 30-09-2009
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2009 A - Hefti 25 A frá 30. september 2009
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

28. september 2009Nr. 124

Kunngerð um tilgerð og útgerð hjá akførum, ið verða nýtt til flutning av ferðafólki í last ella vørurúmi v.m.

Við heimild í § 10, stk. 1 og § 36, stk. 3 í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000 og løgtingslóg nr. 49 frá 11. mai 2009, verður ásett:

§ 1. Vøru- og lastbilar og traktorrøðir, ið verða nýtt til flutning av fólki í samband við endaða skúlagongd, skrúðgongur v.m., skulu áðrenn koyring verða sýnað og góðkend av Akstovuni sambært leiðreglunum í § 2.

§ 2. Løgreglan gevur loyvi til ta í stk. 1 nevndu koyring sbr. kunngerð um flutning av ferðafólki í last ella vørurúmi á bilum v.m.

§ 3. Tá eitt akfar verður nýtt til koyring í sambandi við endaða skúlagongd ella í sambandi við skrúðgongur v.m., mugu ikki verða gjørdar broytingar í tilgerð ella útgerð í mun til tað, sum er góðkent sambært hesi kunngerð.

Sýn og góðkenning

§ 4. Akstovan góðkennir tey í § 1 nevndu akfør sambært reglunum í §§ 5 – 13.

§ 5. Vøru- og lastbilar og viðfestir vognar á traktori skulu hava síður, ið eru haldgott ásettar, og lastalúkur framman og aftan, sum eru í minsta lagi 120 cm høgar, mátað frá botninum á lastini.

§ 6. Vatnrøtt op í síðunum og í lastalúkum mugu ikki vera størri enn 25 cm, og frástøðan millum botnin á lastini og lastalúkurnar og undirkantin á síðunum má ikki fara upp um 5 cm.

§ 7. Lastin á akfarinum skal hava sterk sitipláss til øll ferðafólk. Sitiplássini skulu vera fullgott fest. Hoybyrður ella annað serliga eldført tilfar kann ikki verða nýtt sum sitipláss.

§ 8. Um akfar skal nýtast til flutning av persóni í koyristóli, skal akfarið hava besløg, sum koyristólurin kann verða festur í. Besløgini til koyristól skulu vera fullgott fest í akfarið.

§ 9. Talið á ferðafólki, sum loyvt er at flyta í lastini, verður ásett av Akstovuni og skrivað í loyvið.

Stk. 2. Tá talið verður ásett, kann verða lagt til grundar, at breiddin á sitiplássi til hvørt ferðafólk eigur at vera í minsta lagi 450 mm. Í hesum máti kann verða íroknað upp til 35 mm frípláss hvørju megin sitiplássið. Eisini verða íroknað møgulig pláss, har koyristólar kunnu verða settir og festir.

§ 10. Til at fara í og úr skal í minsta lagi 1 trygg trappa vera.

Stk. 2.Lessingarlastalúka kann ikki verða nýtt, tá farast skal úr og í, og skal verða væl tryggjað móti óætlaðari nýtslu. Lessingarlastalúkan kann tó vera nýtt til rørslutarnaðar persónar sambært reglunum í skjali 1.

§ 11. Akfør við vippilast skulu, tá koyrt verður, vera tryggjað móti nýtslu av vippilastini.

§ 12. Tá koyrt verður, skal í minsta lagi ein eldsløkkjari vera við, og skal hann vera settur á hóskandi stað og vera lættur at koma til hjá føraranum.

Stk. 2. Eldsløkkjarin skal vera góðkendur og merktur sambært danskan standard DS 2120 ella danskan standard DS/EN 3. Eldsløkkjarin skal eisini vera góðkendur og merktur í minsta lagi í flokki 5 A, 34 B, tó í minsta lagi flokk 13 A, 89 B fyri akfør, sum eru tilgjørd til flutning av meira enn 19 persónum.

Stk. 3. Tá koyrt verður, skal somuleiðis fyrstahjálparkassi vera við.

§ 13. Lastin/kassin á akfarinum skal vera tilgjørdur soleiðis, at ferðafólk sjálvi kunnu fara úr akfarinum í neyðstøðu.

§ 14. Traktorviðfestivognur skal hava í minsta lagi 2 ásir og stýrigreiður.

Gildiskoma

§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2009.

 

 

Innlendismálaráðið, 28. september 2009

 

Annika Olsen (sign.)

landstýrisskvinna

/ Rúni Joensen (sign.)

 

 

 

 

Skjal 1

 

Tá farast skal úr og í akfar, kann lessingarlastalúkan verða nýtt til rørslutarnaðar persónar sambært hesum leiðreglum:

 

1.    Lessingarlastalúkan skal hava verið til høvuðseftirlit innan fyri teir seinastu 12 mánaðirnar og ikki hava fingið viðmerkingar. Skjalprógv fyri hesum skal vísast fram, tá akfarið verður sýnað.

2.    Tá sýnað verður, skal lessingarlastalúkan verða roynd og vera í lagi.

3.    Í minsta lagi 1 m frá lessingarlastalúkuni skal vera ein týðilig avmerking á lastini, og eingin kann vera millum avmerkingina og lessingarlastalúkuna, meðan arbeitt verður við henni.

4.    Tryggjast skal, at lessingarlastalúkan ikki kann verða nýtt av ferðafólki, sum er í lastini.

5.    Lessingarlastalúkan kann einans verða nýtt, tá rørslutarnaður persónur og møguliga ein hjálpari skal í ella úr.

6.    Koyristólar skulu vera fullgott festir á lessingarlastalúkuni, tá farið verður í ella úr.

7.    Førarin av akfarinum skal vera kunnaður um hesar treytir, ið skulu vera havdar við, tá koyrt verður.

 

Góðkenning av lessingarlastalúkuni til tey endamál, sum eru nevnd omanfyri, skal vera áteknað á loyvið.