2. desember 2005Nr. 125
Fráboðan frá løgmanni um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 12 frá 1. apríl 2004 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 89 frá 14. juni 2005, verður gjørd tann broyting í § 1 stk. 1 at “Jógvan við Keldu, Fólkaflokkurin, Klaksvík” fer úr embæti sum landsstýrismaður í innlendismálum og í embætið kemur “Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, Akrar.”
§ 2
Fráboðanin fekk gildi 1. desember 2005 kl. 19.
Í Tinganesi 2. desember 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)