Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. september 2022Nr. 125
Kunngerð um broyting í kunngerð um sjúklingaráð
(Ásetingar um limatal í sjúklingaráðnum, umframt uppgávur og skyldur)
§ 1
Í kunngerð nr. 83 frá 17. august 2006 um sjúklingaráð, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Uppgávurnar hjá sjúklingaráðnum fevna um:
1) at ráðgeva landsstýrismanninum í sambandi við uppskot til lógir og kunngerðir, um uppskotini hava týdning fyri veitingar til sjúklingar, og
2) at viðgera mál av generellum og prinsipiellum týdningi fyri veitingar til sjúklingar.
Stk. 2. Sjúklingaráðið kann ikki viðgera ítøkilig persónsmál.”
2. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Sjúklingaráðið skal geva landstýrismanninum ráð um tey uppskot til lógir, kunngerðir og onnur mál, sum hann leggur fyri ráðið.”
3. § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Sjúklingaráðið kann av sínum eintingum viðgera uppskot til lógir, kunngerðir og onnur mál viðvíkjandi veitingum í sjúkrahúsverkinum og koma við uppskotum til landsstýrismannin.”
4. § 5, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis:
“Landsstýrismaðurin velur fimm limir í sjúklingaráðið eftir uppskoti frá sjúklingafeløgum, sum umboða sjúklingar, ið vanliga verða viðgjørdir á sjúkrahúsunum. Feløgini kunnu í mesta lagi hvør sær skjóta upp fimm umboð.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur limirnar soleiðis, at samansetingin av ráðnum verður so breið sum gjørligt. Miðað skal verða ímóti, at umboðini í ráðnum eru av báðum kynum, sbr. § 8 í løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn, og av ymsum landafrøðiligum økjum í Føroyum.”
5. § 6 verður orðað soleiðis:
“§ 6. Sjúklingaráðið velur formann, næstformann og skrivara millum limirnar. Formaðurin orðar tey tilmælir og hoyringsskriv, ið sjúklingaráðið leggur fyri landsstýrismannin. Formaðurin kallar inn til fundir í sjúklingaráðnum og er orðstýrari á fundunum. Hevur formaðurin forfall, røkir næstformaðurin uppgávuna sum formaður.
Stk. 2. Sjúklingaráðið ásetur sína egnu fundarskipan. Sjúklingaráðið heldur fund minst fýra ferðir um árið. Gjørd verður fundarfrágreiðing um tilráðingar, ið gjørdar verða á fundunum. Fundarfrágreiðing skal undirskrivast og góðkennast av teimum limum, sum luttaka á fundunum.
Stk. 3. Avrit av fundarfrágreiðingunum verða sendar landsstýrismanninum.
Stk. 4. Sjúklingaráðið skal í minsta lagi hava 2 árligar fundir við landsstýrismannin.
Stk. 5. Sjúklingaráðið letur í seinasta lagi 1. apríl landsstýrismanninum ársfrágreiðing um sítt arbeiði.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 9. september 2022
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)