10. september 2018Nr. 125
Kunngerð um broyting í kunngerð um útgjald av burturbeiningargjaldi á motorakførum
(Avleiðingarbroyting)
§ 1
Í kunngerð nr. 45 frá 11. mai 2010 um útgjald av burturbeiningargjaldi á motorakførum verður § 8, stk. 1 og 2 orðað soleiðis:
“Verður motorakfar strikað í akfarsskránni og flutt av landinum, kann eigarin fáa afturgoldið part av virðisgjaldinum. Burturbeiningargjaldið verður eisini afturgoldið.
Stk. 2. Akstovan rindar eigaranum kr. 5.000 í burturbeiningargjaldi.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 10. september 2018
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)