11. november 2013Nr. 125
Kunngerð um broyting í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum
§ 1
Í § 5 í kunngerð nr. 105 frá 5. august 2013 um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum verður orðingin “frá 1. februar til 31. oktober, báðir dagar íroknaðir” strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 11. november 2013
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)