14. juli 2025Nr. 125
Kunngerð um veiðigjald á makreli, sild og svartkjafti 1. august 2025 til 31. desember 2025
Við heimild í § 5, stk. 3 og § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 1. juni 2023 og løgtingslóg nr. 41 frá 25. mars 2025, verður ásett:
Skylda at rinda veiðigjald
§ 1. Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal í tíðarskeiðinum 1. august 2025 til 31. desember 2025 rinda veiðigjald av veiðu av makreli, sild og svartkjafti.
Stk. 2. Veiðigjaldið er:
1) 4,50 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli.
2) 0,75 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av sild.
3) 0,43 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti.
Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan.
Gildiskoma
§ 2. Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 14. juli 2025
Ruth Vang (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)