Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. desember 2016Nr. 125
Kunngerð um broyting í kunngerð um vápn v.m.
(Goymsla av skotvápnum og lóðri o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 57 frá 12. september 1969 um vápn v.m. verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 4, stk. 1-3 í løgtingslóg nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 22. mai 2015, verður ásett:”
2. Sum yvirskrift yvir § 2 verður sett:
“Goymsla av skotvápnum og lóðri”
3. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Skotvápn fevnd av løgtingslógini skulu goymast:
1) í vápnaskápi, sum er læst,
2) í rúmi, sum er læst, ella
3) við vápnalási, sum er læst.
Stk. 2. Lóður fevnt av løgtingslógini skal goymast:
1) í vápnaskápi, sum er læst, ella
2) í rúmi, sum er læst.”
4. § 6 verður orðað soleiðis:
“§ 6. Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð verða revsað við sekt.
Stk. 2. Revsingin kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, undir ávirkan av rúsdrekka ella rúsevnum o.tíl. og um sama brot verður endurtikið.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2017.
Løgmansskrivstovan, 14. desember 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)