Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 30-07-2019
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2019 A - Kunngerð 125 frá 29. juli 2019
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

29. juli 2019Nr. 125

Kunngerð um løgtingsval 2019

Við heimild í § 15, stk. 2 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið, sum broytt við løgtingslóg nr. 97 frá 1. november 2007 og løgtingslóg nr. 47 frá 11. mai 2009, verður ásett:

§ 1. Val verður til Løgtingið leygardagin 31. august 2019.

Valevnislistar

§ 2. Valevnislistar skulu vera formanninum í løgtingsvalnevndini í hendi í seinasta lagi 2 vikur frammanundan valdegnum, tað er leygardagin 17. august 2019 kl. 18.00.

§ 3. Ein valevnislisti kann ikki hava fleiri valevni enn tíggju fleiri enn talið av løgtingslimum, ið veljast skulu. Um henda treyt ikki verður hildin, skal listin verða lýstur ógildigur.

§ 4. Valevnini skulu vera lýst við navni, p-tali, starvi og bústaði. Nøvnini verða sett í bókstavarað. Um valevni ikki ynskir at verða sett við fullum navni á atkvøðuseðilin, skal tað tilskilast, hvussu navnið skal setast á. Eftirnavn ella millumnavn umframt í minsta lagi eitt fornavn ella forbókstavur hjá valevni skal altíð setast á atkvøðuseðilin. Bert millumnøvn og eftirnøvn, sum valevni hevur rætt til at nýta eftir lóggávuni, ella millumnøvn, sum eru fráboðað fólkayvirlitinum, kunnu setast á atkvøðuseðilin. Ístaðin fyri fornavn, kann nýtast kallinavn, sum er eitt avbrigdi av fornavni.

§ 5. Listin skal vera undirskrivaður av valevnunum, góðkendur av einum flokki, sum er fráboðaður sbrt. § 16, stk. 2 í løgtingslógini, ella undirskrivaður av í minsta lagi 400 og í mesta lagi 450 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift. Valevnini og stillararnir kunnu eisini undirskriva á avrit av valevnislistanum. Eisini kunnu valevnini í staðin fyri við undirskrift, vátta sína uppstilling við brævi, fjarriti, telexi o.tl.

§ 6. Listin skal vera latin inn av einum umboði fyri flokkin ella stillara, og hesin hevur rætt til á einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá formanninum fyri, at listin er móttikin og nær.

§ 7. Ongin má stilla upp samstundis til val sum valevni hjá meira enn einum flokki ella stilla upp uttanflokka og samstundis taka undir við einum flokki. Ger nakar ímóti hesum, verður valið, um tað fellur á hann, ógildugt.

§ 8. Ongin kann vera stillari fyri meira enn einum valevnislista. Hann, ið er stillari fyri fleiri listar, kann ikki roknast sum stillari hjá nøkrum lista.

Ógildigur valevnislisti

§ 9. Um valevnislisti verður lýstur ógildugur, ella um valevni verður strikað av listanum, skal henda avgerð nevndarinnar, sum er endalig, verða skrivað í valbókina, og úrskrift úr henni um hetta skjótast møguligt og í øllum førum fyri valið, verða send tí umboði fyri flokkin ella tí stillara, sum listan hevur latið inn.

§ 10. Heldur nevndin, at ein rættstundis innlatin valevnislisti er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan, skal nevndin beinanvegin boða viðkomandi umboði fyri flokkin ella viðkomandi stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta um brekið.

Bókstavamerking

§ 11. Løgmaður gevur hvørjum flokki eina bókstavamerking, sum nýtt verður til valevnislistar floksins. Hvør flokkur eigur um gjørligt at fáa sama bókstav, sum hann áður hevur nýtt til onnur val.

 

 

Løgmansskrivstovan, 29. juli 2019

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

/ Marjun Hanusardóttir (sign.)