Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsumálaráðið
  • Útgávudagur: 04-12-2015
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2015 A - Kunngerð 126 frá 2. desember 2015
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

2. desember 2015Nr. 126

Kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 116 frá 19. juli 2019

Við heimild í § 2, stk. 1 í løgtingslóg nr. 118 frá 12. desember 2007 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum og § 15 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, verður ásett:

§ 1. Tilboð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum verður veitt persónum, ið eru búsitandi í Føroyum.

Koppseting til børn

§ 2. Persónar, yngri enn 18 ár, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti kikhosta, difteritis, stívkrampa og polio.

Stk. 2. Persónar, yngri enn 18 ár, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti meslingum, fárasjúku og reydlingum. Koppsetingin verður bjóðað sum ein samansett MFR-koppseting.

Stk. 3. Børn, yngri enn 6 ár, kunnu verða koppsett ókeypis ímóti Hæmophilis influenzae, typa b (Hib).

Stk. 4. Børn, yngri enn 2 ár, kunnu verða koppsett ókeypis ímóti pneumokoksjúku.

MFR-koppseting til kvinnur

§ 3. Kvinnur, sum hava fylt 18 ár, kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti reydlingum. Koppsetingin kann t.d. verða bjóðað sum ein MFR-koppseting.

MFR-koppseting til vaksin 1)

§ 3 a. 1) Persónar, ið hava fylt 18 ár, sum ikki hava havt meslingar og ikki eru koppsettir ímóti meslingum, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti meslingum. Koppsetingin verður bjóðað sum ein MFR-koppseting.

HPV-koppseting

§ 4. 2) Kvinnur í aldrinum 12-27 ár kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV. Dreingir í aldrinum 12-17 ár kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV.

Koppseting ímóti influensu

§ 5. Tilboð um ókeypis koppseting ímóti influensa verður veitt hesum persónum:

1)   Persónar, ið hava fylt 67 ár.

2)   Fyritíðarpensjónistar.

3)   Persónar við varandi sjúkum, sum eru nevndir í litra a-g, eftir eini læknaligari meting:

a)    Persónar, sum hava varandi lungnasjúku.

b)    Persónar, sum hava hjarta- og æðrasjúku, undantikið hækkað blóðtrýst við ongari sjúku annars.

c)    Persónar, sum hava diabetes 1 ella 2 sukursjúku.

d)   Persónar, sum hava órinsbrek, immundefekt, ið antin eru viðfødd ella íkomin.

e)    Persónar, har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett.

f)    Persónar, sum hava varandi livrasvigna og nýrasvigna.

g)    Persónar, sum hava aðra varandi sjúku, og har læknin heldur, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda.

4)   Persónar við ovurfiti, vegleiðandi BMI > 40 eftir eini læknaligari meting.

5)   Persónar, sum hava aðra álvarsliga sjúku, og har læknin metir, at heilsustøðan er av slíkum slagi, at influensa hevur við sær álvarsligan heilsuvanda.

6)   Barnakonur frá 13. barnsburðarviku.

7)   Húski hjá sjúklingum við nógv niðursettari órinsverju, sbrt. nr. 3, litra d, eftir eini læknaligari meting.

Stk. 2. Tilboð um ókeypis koppseting ímóti influensu er galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober at rokna til og við 31. desember. Tó er tilboðið til barnakonur um ókeypis koppseting ímóti influensu sbrt. § 5, nr. 6 galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober at rokna og til 1. mars árið eftir.

Koppseting ímóti hepatitis

§ 6. Innspræningar rúsevnismisnýtarar, injektiónsnarkomanar, sum ikki hava verið smittaðir við hepatitis B, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti hepatitis B. Koppsetingin verður veitt sum ein samantvinnað koppseting, sum eisini verjir ímóti smittu við hepatitis A. Henda koppseting verður veitt uttan so, at hon læknafakliga verður hildin at vera óhóskandi.

Stk. 2. Persónar, sum búgva saman við einum persóni við hepatitis B ígerð, og fastir kynspartnarar hjá einum persóni við varandi hepatitis B ígerð, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti hepatitis B. Persónar, sum eru yngri enn 18 ár, fáa eina samantvinnaða koppseting, sum samstundis verjir ímóti smittu við hepatitis A. Henda koppseting verður veitt uttan so, at hon læknafakliga verður hildin at vera óhóskandi.

Stk. 3. Persónar, sum hava fingið staðfest hepatitis C ígerð, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti hepatitis B. Koppsetingin verður veitt sum ein samantvinnað koppseting, sum samstundis verjir ímóti smittu við hepatitis A. Henda koppseting verður veitt uttan so, at hon læknafakliga verður hildin at vera óhóskandi.

Stk. 4. Børn á dagstovnum kunnu verða koppsett ókeypis ímóti hepatitis B, um so er, at eitt barn á stovninum hevur eina staðfesta hepatitis B ígerð. Landslæknin metir um, hvørji børn á dagstovninum skulu fáa tilboð um koppseting.

Stk. 5. Børn yngri enn 15 ár, sum koma í bústaðarøki, har tilburður av hepatitis B ígerð er staðfestur, kunnu verða koppsett ókeypis ímóti hepatitits B, um Landslæknin mælir til, at tey verða koppsett. Koppsetingin verður veitt sum ein samantvinnað koppseting, sum samstundis verjir ímóti smittu við hepatitis A. Henda koppseting verður veitt uttan so, at hon læknafakliga verður hildin at vera óhóskandi.

Stk. 6. Børn yngri enn 2 ár, sum eru fødd av kvinnu við varandi hepatitis B ígerð, kunnu verða koppsett ókeypis ímóti hepatitis B.

Apoteksverkið

§ 7. Apoteksverk Føroya hevur skyldu til altíð at hava eina nøktandi mongd av vaksinu á goymslu, ið skal nýtast til koppseting ímóti teimum í §§ 2-6 nevndu sjúkum.

Koppsetingar

§ 8. Kommunulæknar, sum Heilsutrygd hevur sett í starv, kunnu koppseta ímóti teimum í §§ 2-6 nevndu sjúkum.

§ 9. Koppsetingarnar verða framdar samsvarandi vegleiðingum frá Sundhedsstyrelsen.

Útreiðslur

§ 10. Landskassin rindar kommunulæknum, sum eru starvssettir hjá Heilsutrygd, samsýning fyri at koppseta.

§ 11. Landskassin rindar útreiðslurnar til vaksinur, ið skulu nýtast til koppseting ímóti teimum í §§ 2-6 nevndu sjúkum.

Gildiskoma

§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2009 um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum.

 

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 2. desember 2015

 

Sirið Stenberg (sign.)

landsstýrismaður

/ Turid Arge (sign.)

 



1) Broytt við kunngerð nr. 148 frá 22. november 2018.

2) Broytt við kunngerð nr. 116 frá 19. juli 2019.