4. august 2020Nr. 126
Kunngerð um at seta í gildi ásetingar, ið heimila endaligum avhendingum av veiðirættindum, veiðiloyvum og tilsøgnum um veiðiloyvi í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
§ 1
Við heimild í § 73, stk. 3 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, verður ásett, at § 8, stk. 3, 3. pkt., § 9, stk. 3, 3. pkt., § 28, stk. 5, § 29, stk. 2, § 30, stk. 3 og § 31, stk. 3 í løgtingslógini koma í gildi dagin eftir, at henda kunngerð er kunngjørd.
§ 2
Við heimild í § 2, stk. 2 í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020 um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett, at § 1, nr. 15 og 16 koma í gildi dagin eftir, at henda kunngerð er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 4. august 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)