Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Vinnu- og umhvørvismálaráðið
  • Útgávudagur: 04-09-1995
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 126  frá 4. september 1995 um trygdararbeiði á virkjum og arbeiðsplássum.

Við heimild í § 24 í løgtingslóg nr. 58 um arbeiðaravernd frá 24. mai 1974 við seinni broytingum hevur Landsstýrið fyrisett:

Kapittul 1.

Øki.

§ 1. Kunngerðin fevnir um trygdararbeiði á virkjum og arbeiðsplássum sum koma undir §§ 1 og 2 í lóg um arbeiðaravernd.

Stk. 2. Reglurnar í kapittli 11 um samstarv millum fleiri arbeiðsgevarar, sum lata arbeiði útinna á sama arbeiðsstaði, eru eisini galdandi fyri arbeiði, ið ikki verður gjørt fyri ein arbeiðsgevara.

Kapittul 2.

Skipan av trygdar- og heilsuarbeiðinum v.m.

§ 2. Á virkjum har 10 ella fleiri fólk starvast, skal alt trygdar- og heilsuarbeiði leggjast tilrættis við eini trygdarskipan.

§ 3. Fyri arbeiði, sum heilt ella lutvíst verður gjørt á fyribils ella skiftandi arbeiðsplássum, uttan fyri sjálvt virkið, skal trygdararbeiðið skipast eftir § 2 við teimum broytingum, sum umtalaðar eru í §§ 25, 27 og 46.

Stk. 2. Har fleiri arbeiðsgevarar útinna arbeiði á sama arbeiðsplássi, skal trygdar- og heilsuarbeiðið harumframt skipast eftir reglunum í kapittli 11.

§ 4. Í skrivstovuarbeiði ella øðrum fyrisitingarligum arbeiði og arbeiði í handlum, íroknast bert tey, sum arbeiða 10 tímar ella meira um vikuna, tá talan er um skipan av trygdar- og heilsuarbeiðinum eftir § 2.

§ 5. Har talið av arbeiðsfólki er so lítið, at eingin trygdarskipan verður sett á stovn, skal arbeiðs-gevarin syrgja fyri at samstarva um trygdar- og heilsuspurningar. Hetta samstarv skal gerast við persónligum sambandi millum arbeiðsgevaran, møguligan arbeiðsleiðara og hini, ið starvast á virkin-um.

Stk. 2. Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri, at starvsfólkini fáa allar neyðugar upplýsingar, ið hava týdning fyri trygd og heilsu og skal geva starvsfólkunum høvi til at koma við uppskotum viðvíkjandi trygd og heilsu á arbeiðsstaðnum.

Stk. 3. Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri, at starvsfólkini verða tikin við uppá ráð, tá keyp av nýggjari tøknfrøðiligari útgerð skal gerast, herundir avleiðingarnar fyri trygd og heilsu í samband við val av útgerð, persónligari verndarútgerð og tekniskari hjálpiútgerð v.m.

Kapittul 3.

Trygdarbólkurin.

§ 6. Arbeiðsleiðarin á eini deild ella arbeiðsøki, ið hevur valt eitt trygdarumboð, skal saman við hesum skipa ein trygdarbólk fyri ta ávísu deild ella arbeiðsøki.

Stk. 2. Deildir ella arbeiðsøki við 1-9 starvsfólkum kunna skipast í ein felags trygdarbólk ella hava tilknýti til ein verandi bólk.

Stk. 3. Deildir ella arbeiðsøki, har fólkini í høvuðsheitunum starvast innan skrivstovuyrki ella fyrisitingarligt arbeiði, kunna uttan mun til starvsfólkatalið skipast í ein felags trygdarbólk ella hava tilknýti til ein verandi bólk.

Stk. 4. Har deildir ella arbeiðsøki, ið nevnd eru í stk. 2 og 3, eru av slíkum slagi ella soleiðis støðaðar, at tað er ein fyrimunur fyri trygd og heilsu við fleiri trygdarbólkum, skulu hesir skipast.

Stk. 5. Har arbeitt verður í regluligum holdskifti, skal tað fyri hvørt holdskifti skipast ein trygdar-bólkur. Fleiri deildir ella arbeiðsøki kunna tó skipast í ein trygdarbólk, smb. við stk. 2 og 3.

§ 7. Á virkjum, sum eru umfatað av § 2, skal vanliga skipast ein trygdarbólkur fyri hvørja deild ella arbeiðsøki. Starvast fleiri enn 50 á somu deild ella arbeiðsplássi, skulu vanliga skipast fleiri trygdarbólkar. Sama er galdandi har slag av arbeiði ella støða av arbeiðsplássum innanhýsis ger hetta hóskandi og neyðugt.

§ 8. Fyri arbeiði, sum er umfatað av § 3, stk. 1, skulu trygdarbólkar skipast eftir ásetingunum í §§ 6 og 7 við teimum broytingum, sum eru ásettar í §§ 28, 29, § 36, stk. 1, § 37 og § 47, stk. 1 og § 48, stk. 1.

Uppgávur, skyldur og rættindir hjá trygdarbólkum.

§ 9. Trygdarbólkurin skal virka fyri at loysa trygdar- og heilsutrupulleikar á sínari deild ella arbeiðsøki. Um arbeiðsleiðarin ella trygdarumboðið ikki samstundis eru á deildini ella arbeiðsøkinum, røkir tann, ið er á staðnum uppgávur og skyldur hjá bólkinum. Verða tiltøk framd, meðan annar parturin ikki er á staðnum, skal hesin kunnast um hvat gjørt er skjótast gjørligt.

Stk. 2. Trygdarbólkurin skal ansa eftir, at arbeiðsviðurskiftini eru trygdarliga og heilsuliga fult forsvarlig, og at arbeiðshátturin og arbeiðið er trygdarliga væl fyrireikað, soleiðis at hetta kann fremjast uttan vanda. Bólkurin skal herundir ansa eftir, at evni og tilfar bert verður nýtt í arbeiðsgongdum, ið munadygt tryggja teimum arbeiðandi móti vanlukku og sjúkum. Hann skal somuleiðis ansa eftir, at neyðug upplæring og leiðbeining verður givin, og at maskinur, útgerð og teknisk hjálpartól v.m. eru innrættaði og blíva nýtt trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt.

Stk. 3. Trygdarbólkurin skal ávirka tann einstaka til eina atferð, ið kann fremja hansara egnu og hansara starvsfelaga trygd og heilsu. Bólkurin skal herundir kunna starvsfólkini um galdandi reglur, sum eru ásettar til at fremja trygd og heilsu.

Stk. 4. Trygdarbólkurin skal luttaka í ráðlegging av trygdar- og heilsuarbeiði á deildini, herundir meta um trygdar- og heilsuviðurskiftini á deildini, smb. kunngerð um útinnan av arbeiði.

Stk. 5. Trygdarbólkurin skal luttaka í kanningum av vanlukkutilburðum, eitringum, heilsuskaðum og tilrend til slíkar, ið henda á deildini ella arbeiðsplássinum, og fráboða hesar til arbeiðsgevarin ella umboð hansara. Trygdarbólkurin skal hava atgongd til teir listar og frágreiðingar, sum hava við hendingina at gera, og sum eru gjørdar eftir kunngerð um útinnan av arbeiði og kunngerð um fráboðan av arbeiðsvanlukkum.

Stk. 6. Trygdarbólkurin skal virka sum sambindingarlið millum starvsfólkini og trygdarnevndina (har ein slík er sett á stovn) og virkisleiðsluna, og kunna hesi um arbeiðsumhvørvistrupulleikar og koma við møguligum uppskotum til at betra um arbeiðsumhvørvið.

Stk. 7. Áðrenn biðið verður um sakkøna hjálp til at loysa trygdar- og heilsuspurningar, skal trygdar-bólkurin hava høvi til at koma við sínum sjónarmiðum.

§ 10. Trygdarbólkurin skal virka fyri at komast kann undan vanda í samband við teir í § 9 nevndu arbeiðsumhvørvisspurningar. Um ikki kann byrgjast fyri vandanum á staðnum, skal bólkurin boða formanninum í trygdarnevndini ella virkisleiðsluni frá.

Stk. 2. Um tað ikki er tíð til at boða formanninum í trygdarnevndini ella virkisleiðsluni frá, og bólkurin metir, at tað er stórvegis hóttandi vandi fyri trygd og heilsu hjá starvsfólkunum, sum bólkurin ikki sjálvur kann byrgja fyri, kann bólkurin steðga arbeiðnum ella arbeiðsgongdini í tann mun tað er neyðugt fyri at komast kann undan vandanum. Bólkurin skal beinanvegin boða formanninum í trygdarnevndini ella virkisleiðsluni frá steðginum og greiða frá orsøkini.

§ 11. Trygdarbólkurin skal samstarva við Arbeiðseftirlitið og skal fylgja við eftirlitsfólkinum, tá vitjað verður á deildini.

§ 12. Fyri arbeiði, ið er umfatað av § 3, stk. 1, galda ásetingarnar í §§ 9-11, men hevur trygdar-bólkurin vanliga ikki nakað uppleitandi virksemi á teimum einstøku arbeiðsplássum.

Kapittul 4.

Trygdarumboðið.

§ 13. Á virkjum, sum eru umfatað av § 2, skulu starvsfólkini á hvørji deild ella arbeiðsøki sínámillum velja trygdarumboð til, saman við arbeiðsleiðarunum, at skipa trygdarbólk/-ar, smb. §§ 6 og 7.

Stk. 2. Val av trygdarumboði skal gerast av øllum, ið starvast á virkinum, deildini ella arbeiðsøkinum, smb. tó § 4.

Stk. 3. Reglurnar um álitismannaval innan viðkomandi ella tilsvarandi sáttmálaøki er vanliga galdandi fyri valbæri, valgildi og valfráboðan, tó skal fráboðast til Arbeiðseftirlitið hvør valdur er og hvussu trygdarskipanin er samansett.

Stk. 4. Valið er galdandi fyri 2 ár, ella til arbeiðsvirksemi hjá trygdarumboðnum heldur uppat. Afturval er loyvt.

Stk. 5. Trygdarumboðið er tryggjað móti uppsøgn v.m. ella øðrum skerjingum í sínum arbeiðsviðurskiftum á sama hátt sum álitisfólk innan viðkomandi ella tilsvarandi fakliga øki. Eisini skal arbeiðsgevarin minst eina viku, áðrenn trygdarumboð verður sagt upp, kunna Arbeiðseftirlitið, soleiðis at Arbeiðseftirlitið hevur møguleika at kanna viðurskiftini í samband við uppsøgnina.

Stk. 6. Trygdarumboðið hevur rætt til makaskjal av teimum boðum, ið Arbeiðseftirlitið gevur fyri ta ávísu deild ella arbeiðsøki, og til at fáa handað eintøk av kunngerðum og reglum viðvíkjandi trygd, heilsu og trivnaði, ið galdandi eru fyri virkið.

§ 14. Fyri arbeiði, ið er umfatað av § 3, stk. 1, skulu trygdarumboð veljast og saman við arbeiðsleiðarunum skipa trygdarbólk/-ar eftir ásetingunum í § 13, við teimum tillagingum, sum ásettar eru í § 31, § 38 og § 49.

Kapittul 5.

Arbeiðsleiðarin.

§ 15. Arbeiðsleiðarin skal saman við trygdarumboðnum skipa trygdarbólkin, ið skal samstarva um trygd og heilsu á viðkomandi deild ella arbeiðsøki.

Stk. 2. Luttøka í trygdarskipanini er skyldubundin og ikki tíðaravmarkað.

Stk. 3. Um fleiri arbeiðsleiðarar kunna koma uppá tal til at skipa sama trygdarbólk, skulu hesir sínámillum samráða seg til, hvør skal fara uppí bólkin. Verða teir ikki einigir, avger arbeiðsgevarin, hvør skal verða arbeiðsleiðaraumboðið.

Stk. 4. Arbeiðsleiðarin er tryggjaður móti uppsøgn v.m. og øðrum skerjingum í sínum arbeiðsviður-skiftum, á sama hátt sum trygdarumboðið.

Kapittul 6.

Trygdarnevndin.

§ 16. Á øllum virkjum, har 20 ella fleiri fólk starvast, skal trygdar- og heilsuarbeiðið samskipast av eini trygdarnevnd, samb. tó § 4.

Stk. 2. Á virkjum, har ein ella tveir trygdarbólkar eru settir, verður trygdarnevndin samansett av trygdarbólkinum/-bólkunum og arbeiðsgevaranum, ella einum av honum tilnevndum ábyrgdarpersóni.

Stk. 3. Eru fleiri enn 2 trygdarbólkar, velja trygdarumboðini sínámillum 2 umboð og arbeiðsleiðar-arnir velja sínámillum 2 umboð, ið saman við arbeiðsgevaranum, ella einum av honum tilnevndum ábyrgdarpersóni mynda trygdarnevndina.

Stk. 4. Limirnir í nevndini eru valdir fyri 2 ár. Afturval er loyvt. Um arbeiðsleiðari ella trygdarumboð fara frá sum limir í trygdarbólkinum, fara teir samstundis frá sum limir í trygdarnevndini.

§ 17. Arbeiðsgevarin ella ein av honum tilnevndur ábyrgdarpersónur er formaður í trygdarnevndini.

§ 18. Virkisleiðslan hevur skyldu til at kunna starvsfólkið og Arbeiðseftirlitið um, hvørjir persónar eru limir í trygdarnevndini.

§ 19. Fyri arbeiði, ið er umfatað af § 3, stk. 1, skal trygdarnevndin skipast eftir §§ 16-18 við teimum broytingum, sum eru ásettar í § 32, stk. 2, § 39 og § 50.

Uppgávur, skyldur og rættindi hjá trygdarnevndini.

§ 20. Trygdarnevndin skal ráðleggja, leiða og samskipa øll tiltøk og alt arbeiði, ið hevur týdning fyri trygdar- og heilsuarbeiðið á virkinum.

Stk. 2. Trygdarnevndin skal hava eftirlit við trygdar- og heilsuarbeiðinum og syrgja fyri, at trygdar-bólkarnir fáa kunning og leiðbeining í hesum arbeiði.

Stk. 3. Trygdarnevndin skal syrgja fyri, at atvoldirnar til vanlukkutilburðir, eitringar og skaðatilburðir og tilrend til slíkar, gjølla verða kannaðar og gera tiltøk fyri at forða fyri, at slíkt ikki endurtekur seg.

Nevndin skal einaferð um árið gera eitt samlað yvirlit um vanlukkur, eitringar og heilsuskaðar á virkinum. Nevndin skal hava atgongd til teir listar og frágreiðingar, sum hava við hendingarnar at gera, og sum eru gjørdar eftir kunngerð um útinnan av arbeiði og kunngerð um fráboðan av arbeiðs-vanlukkum.

Stk. 4. Trygdarnevndin skal halda seg kunnigan um tær reglur, ið eru ásettar fyri trygd og heilsu hjá teimum, ið starvast á virkinum. Nevndin skal gera meginreglur, ið áseta neyðuga upplæring og leiðbeining av teimum, ið starvast á virkinum og hava eitt støðugt eftirlit við, at reglurnar verða fylgdar.

Stk. 5. Trygdarnevndin skal, uttan fráboðan áðrenn, gera eftirlitsarbeiði á øllum deildum á virkinum, og skal verða umboðað, tá Arbeiðseftirlitið vitjar virkið.

Stk. 6. Trygdarnevndin skal samskipa trygdar- og heilsuarbeiðið við onnur virkir, tá arbeitt verður á sama arbeiðsplássi.

Stk. 7. Trygdarnevndin skal gera ein lista yvir samansetingina av trygdarskipanini, ið lýsir hvørjir limirnir eru og senda hendan til Arbeiðseftirlitið. Starvsfólkini á virkinum skulu eisini kunnast um hvørjir limirnir eru, sum manna trygdarskipanina.

Stk. 8. Trygdarnevndin skal takast við uppá ráð, áðrenn virkið søkir sær serligan sakkunnleika til at loysa trygdar- og heilsuspurningar.

§ 21. Trygdarnevndin er ráðgevi hjá virkinum í arbeiðsumhvørvisspurningum. Nevndin skal herundir luttaka í virkisins ráðlegging og metingum av trygdar- og heilsuviðurskiftum eftir kunngerð um útinnan av arbeiði.

Stk. 2. Tá nevndin hevur rátt virkinum til ávís tiltøk og virkið ikki fylgir hesi tilráðing, skal hetta grundgevast innan 3 vikur á einum nevndarfundi. Sama er galdandi, tá nevndin gevur fleiri boð um somu søk.

Dagligur trygdarleiðari.

§ 22. Trygdarnevndin skal syrgja fyri at tilnevna ein dagligan leiðara av trygdararbeiðnum, sum fær heimild til at virka vegna nevndina. Er eingin dagligur leiðari settur serstakliga til hetta arbeiði, skal arbeiðsgevarin, aftaná samráðing við nevndina, millum hesar limir tilnevna ein leiðara.

Stk. 2. Tann dagligi leiðarin skal kunna trygdarnevndina um trygdar- og heilsuarbeiði og taka nevndina við uppá ráð við at loysa trupulleikar, sum kunnu taka seg upp millum fundirnar. Arbeiðsgevarin skal geva Arbeiðseftirlitinum boð um hvør, ið er dagligur trygdarleiðari.

Fundir.

§ 23. Trygdarnevndin skal hava regluligan fund í minsta lagi eina ferð í hvørjum ársfjórðingi. Nevndin skal hava eykafund í samband við álvarsligar vanlukkur, álvarsligar eitringar ella aðrar heilsuskaðar og tilrend til slíkar og annars eftir tørvi. Eykafundur kann verða hildin, tá formaðurin heldur hetta verða neyðugt, ella tá minst 2 nevndarlimir biðja um tað.

Stk. 2. Trygdarnevndin skal harumframt minst tvær ferðir um árið hava ein felagsfund við allar trygdarbólkar á virkinum.

Stk. 3. Vanligir fundir skulu fráboðast í góðari tíð. Í minsta lagi 10 dagar áðrenn fundin skal dagsskrá sendast til limirnar og hini starvsfólkini kunnast um innihaldið.

Stk. 4. Á fundinum luttaka, umframt sjálvir limirnir, eisini dagligi leiðarin og eftir tørvi onnur sakkøn.

Stk. 5. Frágreiðing skal skrivast av øllum fundum í trygdarnevndini. Frágreiðingin skal sendast til limirnar í trygdarskipanini, virkisleiðsluna, álitisfólk og samstarvsnevndina. Arbeiðseftirlitið skal, eftir umbøn, kunnast um innihaldi í frágreiðingini.

Kapittul 7.

Arbeiðsgevarin.

§ 24. Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri, at samstarvað verður um trygd og heilsu.

Stk. 2. Á virkjum har trygdarnevnd ikki er kravd og skipað, skal arbeiðsgevarin syrgja fyri, at tær uppgávur, ið hoyra til eina slíka nevnd, verða gjørdar í samstarvi við trygdarbólkin ella -bólkarnar.

Stk. 3. Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri, at starvsfólkini í skiftiholdsarbeiði og úrtíðararbeiði, har eingin trygdarbólkur er á staðnum, fáa høvi til at tilkalla ein ábyrgdarpersón fyri virkið.

Stk. 4. Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri, at limirnir í trygdarbólkunum, trygdarnevndini og tann dagligi leiðarin av trygdar- og heilsuarbeiðinum fáa tíð avsetta til at røkja teirra skyldur í trygdararbeiðnum, sum er rímilig í mun til slag av virki og hvat støði virkið er í trygdar- og heilsuliga.

Stk. 5. Arbeiðsgevarin skal geva limunum í trygdarnevndini, trygdarbólkunum og dagliga leiðaranum fyri trygdararbeiðinum, høvi til at nema sær neyðuga vitan um, ella útbúgving í trygdar- og heilsuligum spurningum.

Stk. 6. Arbeiðsgevarin ber allar útreiðslur í samband við røkjan av trygdar- og heilsuarbeiðinum, og skal samsýna limunum í trygdarskipanini allar útreiðslur og inntøkutap í samband við luttøku á skeiðum og øðrum upplýsingartiltøkum, ið hava við trygd og heilsu at gera.

Stk. 7. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at kunna limirnar í trygdarskipanini um skrivlig boð, sum Arbeiðseftirlitið gevur virkinum.

Stk. 8. Tá serlig sakkøn verða biðin um at hjálpa til við at loysa trygdar- og heilsutrupulleikar á virkinum, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at geva allar neyðugar upplýsingar, ið hava týdning fyri trygd og heilsu.

Kapittul 8.

Arbeiði á fyribils og

skiftandi arbeiðsplássum uttan fyri virkisins

fasta arbeiðsstað.

§ 25. Ásetingarnar í hesum kapitli eru galdandi fyri arbeiði, ið heilt ella partvíst verður útint á fyribils ella skiftandi arbeiðsplássum uttan fyri virkisins fasta arbeiðsstað.

Stk. 2. Undantikin eru:

1)   byggi- og útbúnaðararbeiði, sum verða útint á fyribils arbeiðsplássi við starvsfólki, sum er sett til hetta ávísa arbeiði, smb. kap. 9.

2)   Ferming og lossing av skipum, sum í stóran mun verður útint av havnaarbeiðarum, smb. kap. 10.

§ 26. Skipan og virki v.m. av trygdararbeiðnum verður gjørt eftir ásetingunum í kap. 2-7 við teimum frávikum og ískoytum, sum reglurnar í hesum kapitli áseta.

Skipan av trygdar- og heilsuarbeiðinum.

§ 27. Øll starvsfólk, sum virka í arbeiði, ið er umfatað av hesum kapitli, telja við í samband við skipan av trygdar og heilsuarbeiðinum á virkisins fasta arbeiðsstaði, smb. § 2.

Stk. 2. Í arbeiði uttan fyri virkisins fasta arbeiðsstað, har tað á sama arbeiðsplássi starvast 5 ella fleiri persónar, skal trygdar- og heilsuarbeiðið skipast á hesum staði.

Trygdarbólkurin.

§ 28. Um so er, at starvsfólkini ikki eru umfataði av einum verandi trygdarbólki, smb. §§ 6 og 7, skal serligur trygdarbólkur setast fyri tey, ið starvast úti.

Stk. 2. Í arbeiði uttan fyri virkisins fasta arbeiðsstað, har tað á sama arbeiðsplássi starvast 5 ella fleiri persónar, skal harumframt trygdarbólkur skipast á hesum staði.

§ 29. Har skipan av arbeiðinum í útiarbeiði ger tað hóskandi og neyðugt, kunna fleiri trygdarbólkar skipast.

§ 30. Trygdarbólkar, ið eru skipaðir eftir § 28, stk. 1, hava tær uppgávur, skyldur og rættindir, ið ásett eru í §§ 9, 10 og 11, men hava vanliga ikki nakað uppleitandi virksemi á teimum fyribils og skiftandi arbeiðsplássum.

§ 31. Í arbeiði, ið er umfatað av hesum kapitli, skulu starvsfólkini velja trygdarumboð til trygdar-bólkin ella -bólkarnar, smb. §§ 28 og 29.

Stk. 2. Býti og tal av trygdarumboðum skal tillagast teimum arbeiðsligu umstøðunum.

Trygdarnevnd.

§ 32. Í arbeiði, ið er umfatað av hesum kapitli, skal trygdar- og heilsuarbeiðið ráðleggjast og samskipast av eini trygdarnevnd, tá tað samanlagt á virkinum og í arbeiði uttan fyri virkisins fasta arbeiðsstað eru 20 ella fleiri starvsfólk.

Stk. 2. Limir í trygdarbólkum, ið eru skipaðir eftir § 28, stk 2, hava ikki valrætt og eru ikki valbærir til trygdarnevndina.

Kapittul 9.

Byggi- og útbúnaðararbeiði, sum verður útint á fyribils arbeiðsplássi við starvsfólki, sum er sett til hetta ávísa arbeiði.

§ 33. Ásetingarnar í hesum kapitli eru galdandi fyri byggi- og útbúnaðararbeiði, sum verður gjørt á fyribils arbeiðsplássi við starvsfólki, sum eru sett til hetta ávísa arbeiði.

§ 34. Skipan av trygdararbeiðnum og tess virksemi v.m. verður útint eftir ásetingunum í kap. 2-7 við teimum frávikum og ískoytum sum reglurnar í hesum kapitli áseta.

Skipan av trygdar- og heilsuarbeiðinum.

§ 35. Starvsfólk, sum virka í arbeiði, ið er umfatað av hesum kapitli, telja ikki við í samband við skipan av trygdar- og heilsuarbeiðinum á virkisins fasta arbeiðsstaði, smb. § 2.

Stk. 2. Í arbeiði, sum er umfatað av hesum kapitli ella í arbeiði umfatað av hesum kapitli og kapittul 8, skal arbeiðið um trygd og heilsu skipast, tá tað á sama arbeiðsplássi starvast 5 ella fleiri persónar.

Trygdarbólkurin.

§ 36. Í arbeiði, sum nevnt er í § 35, stk. 2, skal trygdarbólkur skipast, um tað á sama arbeiðsplássi starvast 5 ella fleiri persónar.

Stk. 2. Trygdarbólkurin hevur tær uppgávur, skyldur og rættindir, ið ásett eru í §§ 9-11.

§ 37. Har skipan av arbeiðinum ger tað hóskandi og neyðugt, kunna fleiri trygdarbólkar skipast.

Trygdarumboð.

§ 38. Í arbeiði, sum nevnt er í § 35, stk. 2, og har 5 ella fleiri persónar starvast á sama arbeiðsplássi, skulu starvsfólkini sínámillum velja trygdar-umboð til trygdarbólkin, smb. § 36.

Stk. 2. Býti og tal av trygdarumboðum skal tillagast teimum arbeiðsligu umstøðunum.

Trygdarnevnd.

§ 39. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið kann í hvørjum einstøkum føri avgera, um tað í arbeiði, ið er umfatað av hesum kapitli, skal skipast trygdarnevnd, har tað starvast 20 ella fleiri persónar, ið eru sett til hetta ávísa arbeiði á sama arbeiðsplássi.

Stk. 2. Limirnir í trygdarbólkum, ið eru skipaðir eftir § 36, hava valrætt og eru valbærir til ta í stk. 1 nevndu trygdarnevnd.

§ 40. Har eingin trygdarnevnd er skipað, smb. § 39, stk. 1, men tað á virkisins fasta arbeiðsstaði er ein skipað trygdarnevnd, skal hendan nevndin ráðleggja, leiða og samskipa trygdar- og heilsuarbeiðið fyri tey fyribils arbeiðsplássini, ið eru umfataði av hesum kapitli.

Stk. 2. Er eingin trygdarnevnd skipað, skal arbeiðsgevarin røkja uppgávurnar hjá trygdarnevndini.

§ 41. Limirnir í trygdarbólkunum, ið eru skipaðir eftir § 36, hava ikki valrætt og eru ikki valbærir til trygdarnevndina á virkisins fasta arbeiðsstaði.

§ 42. Har tað er semja millum arbeiðsgevarin, arbeiðsleiðarar og starvsfólk, kann trygdararbeiðið skipast eftir reglunum í kapittul 8.

Kapittul 10.

Arbeiði við ferming og lossing av skipum.

§ 43. Ásetingarnar í hesum kapitli eru galdandi fyri ferming og lossing av skipum og alt arbeiði í samband við hetta, har arbeiðið í høvuðsheitinum verður útint av havnararbeiðarum.

Stk. 2. Við havnararbeiði er í hesum kapitli at skilja øll sum heilt ella í høvuðsheitinum starvast við ferming og lossiarbeiði, uttan mun til setanarviðurskiftini.

§ 44. Skipan av trygdararbeiðinum og tess virksemi v.m. verður útint eftir ásetingunum í kap. 2-7 við teimum frávikum og ískoytum, sum reglurnar í hesum kapitli áseta.

§ 45. Arbeiðseftirlitið kann krevja, at havnarøkið verður býtt sundur. Býtið skal góðkennast av Arbeiðseftirlitinum.

Skipan av trygdar og heilsuarbeiðinum.

§ 46. Í arbeiði, ið er umfatað av hesum kapitli, eigur trygdararbeiðið at skipast, uttan mun til tal av starvsfólki.

Stk. 2. Starvsfólk, sum virka í arbeiði, ið er umfatað av hesum kapitli, telja ikki við í samband við skipan av trygdar-og heilsuarbeiðinum á virkisins fasta arbeiðsstaði, smb. § 2.

Trygdarbólkurin.

§ 47. Arbeiðsleiðarin á virkinum og trygdarumboðið fyri hvørt havnaøki er trygdarbólkur fyri arbeiði hjá tí ávísa virkinum á havnaøkinum.

Stk. 2. Trygdarbólkurin fyri havnaøkið hevur tær uppgávur, skyldur og rættindir, ið eru ásettar í §§ 9, 10 og 11, men hevur vanliga ikki nakað uppleitandi virksemi á teimum einstøku arbeiðsplássunum.

§ 48. Í arbeiði á teimum einstøku arbeiðsplássum er arbeiðsleiðarin saman við lúkumanninum ella tí persóni, ið útinnir líknandi trygdarvirksemi, trygdarbólkur á staðnum.

Stk. 2. Trygdarbólkurin á teimum einstøku arbeiðsplássum hevur somu uppgávur, skyldur og rættindir, sum ásettar eru í § 9, stk. 1-5, og stk. 7 og §§ 10 og 11. Bólkurin skal virka sum sambindingarlið, til starvsfólkini á havnarøkinum, smb. § 47.

Trygdarumboðið.

§ 49. Í arbeiði, sum er umfatað av hesum kapitli, skulu havnararbeiðararnir sínámillum velja eitt trygdarumboð fyri hvørt havnarøki til at virka í trygdarbólkinum ella -bólkunum, smb. § 47.

Stk. 2. Í arbeiði á tí einstaka arbeiðsplássi, er lúkumaðurin ella tann persónur, ið útinnir líknandi virksemi sum trygdarvirksemi, trygdarumboð í trygdarbólkinum, smb. § 48.

Stk. 3. Trygdarumboð á havnarøkjum verða vanliga vald fyri 2 ár ísenn. Afturval er loyvt. Valið hevur gildið, tá úrslitið seinast 8 dagar aftaná valið er fráboðað arbeiðsgevaranum, virkisleiðsluni og Arbeiðseftirlitinum.

Stk. 4. Viðvíkjandi uppsøgn v.m. av trygdarumboði, galda reglurnar í § 13, stk. 5.

Trygdarnevnd.

§ 50. Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið kann í hvørjum einstøkum føri avgera, um tað í arbeiði, ið er umfatað av hesum kapitli, skal skipast trygdarnevnd, har 2 ella fleiri trygdarbólkar eru skipaðir á havnarøkinum.

Stk. 2. Er eingin trygdarnevnd skipað, skal arbeiðsgevarin røkja uppgávurnar hjá trygdarnevndini.

Kapittul 11.

Samarbeiði millum fleiri arbeiðsgevarar og

onnur á sama arbeiðsplássi.

§ 51. Ásetingarnar í hesum kapitli eru galdandi fyri arbeiði á arbeiðsplássum, har fleiri arbeiðsgevarar lata arbeiði útinna.

Stk. 2. Ásetingarnar eru eisini galdandi fyri arbeiði, sum ikki verður útint fyri ein arbeiðsgevara.

§ 52. Allir arbeiðsgevarar, sum lata arbeiði útinna á sama arbeiðsplássi og øll onnur, ið starvast á hesum staði, skulu samstarva um at tryggja heilsugóðar og tryggar arbeiðsumstøður fyri øll.

§ 53. Tey, ið arbeiða á einum arbeiðsplássi, har fleiri arbeiðsgevarar lata arbeiði útinna, skulu rætta seg eftir teimum reglum, ið eru galdandi fyri virkisins samstarv, smb. §§ 52 og 55, umframt teimum reglur, ið eru galdandi fyri tað arbeiði, tey sjálvi skulu útinna.

Stk. 2. Tey í starvast á øki hjá einum fremmandum virki, skulu rætta seg eftir teimum reglum um trygd og heilsu, ið eru galdandi fyri hetta virki, umframt teimum reglum, ið eru galdandi fyri tað arbeiði, tey sjálvi skulu útinna.

§ 54. Arbeiðsleiðarin skal luttaka í samstarvinum um trygd og heilsu, smb. §§ 52 og 55.

Byggiharrin.

§ 55. Við ein byggiharra er at skilja tann, fyri hvørs rokning útbúnaðar-, nýbyggingar-, umbyggingar- ella viðlíkahaldsarbeiði verður útint.

Stk. 2. Byggiharrin kann lata sínar skyldur upp í hendi á einum samskipara, men skal hetta altíð gerast skrivligt.

Stk. 3. Í byggi- og útbúnaðararbeiði, har fleiri arbeiðsgevarar hava 10 ella fleiri persónar í starvi, skal byggiharrin avmarka og samskipa tey tiltøk, ið skulu fremjast fyri trygd og heilsu hjá starvsfókunum í felagsøkinum, sum teir einstøku arbeiðsgevararnir skulu gera á arbeiðsplássinum.

Stk. 4. Áðrenn arbeiðið byrjar, skal byggiharrin syrgja fyri, at tað verður gjørd ein avtala við teir einstøku arbeiðsgevararnar, hvør hevur ábyrgdina av at fáa til vega og viðlíkahalda trygdartiltøkini í felagsøkinum. Somu skyldu hevur tann arbeiðsgevari, sum letur partar av sínum arbeiði útinna av øðrum.

Stk. 5. Meðan arbeiði ferð fram, skal byggiharrin samskipa tey tiltøk, ið arbeiðsgevararnir á staðnum skulu gera fyri at fremja trygd og heilsu í felagsøkjunum.

Teir einstøku arbeiðsgevararnir á staðnum.

§ 56. Teir einstøku arbeiðsgevararnir á arbeiðsplássinum skulu syrgja fyri, at trygdartiltøkini í felagsøkjunum, sum eru avtalaði við byggiharran ella onnur, smb. § 55, stk. 4, verða fingin til vega og viðlíkahildin, og at tað verður ført eitt munadygt eftirlit við teimum.

Trygdarfundir.

§ 57. Byggiharrin skal samskipa trygdar- og heilsuarbeiði hjá virkjunum, smb. § 55, stk. 5, við trygdarfundum og við persónligum samskifti á arbeiðsstaðnum.

Stk. 2. Á fundunum luttaka byggiharrin, arbeiðsgevararnir ella umboð fyri hesar og trygdarbólkarnir á arbeiðsstaðnum, smb. § 28, stk. 2 og § 36.

Stk. 3. Vanligir trygdarfundir skulu haldast í minsta lagi eina ferð um mánaðin, t.d. í sambandi við byggifundir. Eykafundir skulu haldast, um tað henda álvarsligar vanlukkur, álvarsligar eitringar og aðrir heilsuskaðar ella tilrend til slíkar, annars eftir tørvi. Vanligir fundir skulu ásetast og fráboðast í góðari tíð.

Stk. 4. Byggiharrin kallar inn til trygdarfundir og syrgir fyri, at nøktandi frágreiðing verður gjørd av fundinum, sum verður latin til fundarluttakarnar, allar arbeiðsleiðarnar, allar trygdarbólkarnar og møgulig álitisfólk. Øll starvsfólk á virkinum skulu kunnast um frágreiðingina.

Trygdarráð.

§ 58. Í byggi- og útbúnaðararbeiði kann stjórin fyri Arbeiðseftirlitið í hvørjum einstøkum føri avgera, um tað skal skipast trygdarráð, um tað í einum tíðarskeiði uppá 4 vikur ella meira samanlagt starvast fleiri enn 100 persónar á sama arbeiðsplássi. Stjórin avger eisini, hvussu eitt slíkt ráð skal skipast og mannast.

Kapittul 12.

Heimildir.

§ 59. Arbeiðseftirlitið kann áseta nærri reglur fyri tal av trygdarbólkum og teirra innanhýsis avmark-ingar eftir §§ 6-8, § 29 og § 37.

Kapittul 13

Frávik.

§ 60. Arbeiðseftirlitið kann fyri fak og faklig øki ella fyri einstøk virkir, har serligar umstøður gera seg galdandi, loyva frávik frá ávísum ásetingum í hesi kunngerð, tá hetta verður mett rímiligt og fult forsvarligt.

Kapittul 14.

Kærur.

§ 61. Tær treytir, sum Arbeiðseftirlitið setir og aðrar avgerðir, sum tað tekur, kunna skjótast inn til Landsstýrið innan 4 vikur eftir at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.

Stk. 2. Rættstundis kæra er tálmandi, tó ikki kæra um treytir, sum givnar eru eftir § 32 í arbeiðaraverndarlógini.

Kapittul 15.

Revsing.

§ 62. Um so er, at brotið eftir lóggávuni annars ikki hevur við sær hægri straff, verður tann sektaður sum:

1)   fremur brot á § 5, stk. 2 og 3, § 13, stk. 1 og 2, § 14, § 15, stk. 1 og 2, § 24, stk. 1-6 og stk. 8 og 9, § 31, stk. 1, § 38, stk. 1 og § 49, stk. 1 og 2,

2)   útinnir ella hevur eftirlit við arbeiði, ið stríðir móti kapittul 11,

3)   ikki aktar boð ella forboð, ið givin eru sambært reglunum í hesi kunngerð.

Stk. 2. Er brotið gjørt av partafelag, lutafelag ella líknandi, kann áleggjast sjálvum felagnum sektarábyrgd.

Kapittul 16.

Gildi.

§ 63. Kunngerðin fær gildi dagin eftir, at hon er lýst. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 7 frá 23. januar 1979 um internt tryggleikaarbeiði, sum broytt við kunngerð nr. 8 frá 29. januar 1987.