12. september 2018Nr. 126
Kunngerð um broyting í kunngerð um heimaundirvísing og sjúkraundirvísing
(Játtanarmyndugleikin verður broyttur til einans at vera Undirvísingarstýrið)
§ 1
Í kunngerð nr. 6 frá 2. februar 2015 um heimaundirvísing og sjúkraundirvísing verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1 verður “ella Sernám” strikað.
2. § 2, stk. 2 og 3 verða orðað soleiðis:
“Stk. 2. Er talan um likamliga sjúku og smittuvanda, verður umsóknin send Undirvísingarstýrinum saman við læknaváttan.
Stk. 3. Tá ið talan er um aðra sjúkrafráveru, skal váttan frá Sernámi leggjast við umsóknini umframt møgulig frágreiðing frá øðrum serkønum eitt nú sálarfrøðingi, barnavernd, skúlaleiðara ella leiðara í Førleikastovuni. Umsóknin saman við váttan og møguligari frágreiðing verður send Undirvísingarstýrinum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 12. september 2018
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)