Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. desember 2014Nr. 126
Kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a., sum broytt við kunngerð nr. 160 frá 9. desember 2020
1) Við heimild í § 9, stk. 5 og § 18, stk. 3 í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014, verður ásett:
Allýsing
§ 1. Kommuna í hesi kunngerð er at skilja sum
1) Kommunalt samstarv sbrt. løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt o.a. ella
2) einstøk kommuna, sum umsitur heimatænastu, eldrarøkt o.a. sbrt. somu lóg.
Gjaldsviðurskifti o.a.
§ 2. Kommuna kann krevja gjald frá borgaranum fyri tænastur og tilboð, sum verða veitt sbrt. lógini.
Stk. 2. Gjøld fyri vistarhald og tænastu á ellis- og røktarheimi og eldrasambýli, og gjøld fyri umlætting og heimahjálp verða ásett í hesi kunngerð.
§ 3. Kommunan ásetur egingjaldið fyri veitingar sbrt. §§7-9 og § 16 grundað á inntøkuna hjá tí borgara, sum fær tænastu sbrt. hesi kunngerð.
Stk. 2. Inntøkugrundarlagið er seinast uppgjørda skattskylduga inntøkan sbrt. skattalógini, undantikið
1) sosialar pensjónir, harímillum pensjón eftir løgtingslóg um almannapensjónir o.a. og sosial pensjón, útgoldin sbrt. lóg í einum landi, sum sáttmáli er gjørdur við um pensjón og sosialar veitingar annars við samsvarandi endamáli, og
2) arbeiðsmarknaðareftirløn sbrt. lóg um arbeiðsmarknaðareftirløn.
Stk. 3. Afturat inntøkuni sbrt. stk. 2 skulu leggjast nettoinntøkur, ið verða skattaðar eftir reglunum í kapitalvinningsskattalógini.
Stk. 4. Tíðarskeiðið fyri uppgerð av inntøkugrundarlagnum er seinasta álíknaða inntøkuárið.
Stk. 5. Um inntøkan broytist varandi aftaná, at borgarin hevur fingið uppihald ella tænastu sbrt. hesi kunngerð, verður egingjaldið fyrstu ferð ásett grundað á væntaða ársinntøku frameftir.
Stk. 6. Tá ið tað í kunngerðini verður víst til árligu inntøkuna hjá borgara, verður inntøkugrundarlagið í stk. 2-4 brúkt.
§ 4. Í seinasta lagi við ársbyrjan kunnger kommunan gjøldini, ið eru galdandi fyri tað komandi árið.
§ 5. Gjald sbrt. §§ 7 og 8 verður goldið áðrenn tann fyrsta í tí mánaðinum, sum goldið verður fyri.
Stk. 2. Goldið verður tó fyrstu ferð við endan av tí mánaði, flutt verður inn.
Stk. 3. Goldið verður seinastu ferð fyri mánaðin, sum tænastan heldur uppat ella tá pensjónisturin andast.
Stk. 4. Kommunan krevur gjaldið inn.
Ellis- og røktarheim og eldrasambýli
§ 6. Áðrenn flutt verður inn, verður skrivlig avtala gjørd millum kommununa og pensjónistin um gjaldstreytirnar á ellis- og røktarheiminum ella á eldrasambýlinum.
Stk. 2. Um pensjónistur ynskir at innrætta býlið á serligan hátt, verður skrivlig avtala gjørd millum heimið og pensjónistin, áðrenn broytingar verða framdar í býlinum. Avtalað verður m.a. í hvønn mun pensjónisturin skal gjalda fyri møguligar útreiðslur av at seta býlið aftur í uppruna stand.
§ 7. Pensjónistur, sum fær uppihald á ellis- og røktarheimi ella á eldrasambýli, skal rinda eitt mánaðarligt gjald fyri vistarhaldið, ið fevnir um húsaleigu, olju, el, mat, felags útreiðslur o.t.
Stk. 2. Gjald fyri vistarhald er 3.686 kr. um mánaðin.
§ 8. Pensjónistur, sum fær uppihald á ellis- og røktarheimi ella eldrasambýli skal umframt gjaldið, sum er nevnt í §7, stk. 2, rinda fyri tænastuna, sum fevnir m.a. um røkt og praktiska hjálp.
Stk. 2. Pensjónistur, hvørs árliga inntøka er minni enn 50.000 kr. rindar 2.000 kr. um mánaðin. Fyri árliga inntøku millum 50.000 kr. og 55.000 kr. verður goldið 3.072 kr. um mánaðin. Fyri inntøku hægri enn 55.000 kr. verður goldið 90 kr. meir um mánaðin hvørja ferð árliga inntøkan hækkar við 5.000 kr.
Stk. 3. Hægsta mánaðarliga gjaldið fyri tænastu sbrt. hesi grein verður 6.852 kr.
§ 9. Pensjónistur kann vera til umlætting á ellis- og røktarheimi ella á eldrasambýli í eitt avmarkað tíðarskeið.
Stk. 2. Eitt samdøgursgjald verður goldið fyri vistarhaldið frá fyrsta degi.
Stk. 3. Goldið verður eina ferð um mánaðin fyri umlætting, sum er veitt mánaðin fyri.
Stk. 4. Gjald fyri umlætting er 134 kr. um samdøgrið.
§ 10. Kommuna, sum bjóðar heimabúgvandi pensjónistum tænastur sbrt. § 10 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., kann krevja gjald fyri hesa tænastu.
Stk. 2. Gjaldið kann tó ongantíð vera hægri enn veruligi kostnaðurin av tænastuni er.
Heimahjálp
§ 11. Áðrenn heimahjálp verður veitt, verður skrivlig avtala gjørd millum kommununa og móttakaran um gjaldstreytirnar fyri heimahjálpini.
Stk. 2. Goldið verður eina ferð um mánaðin fyri heimahjálp, sum er veitt mánaðin fyri.
§ 12. Uppgávurnar hjá heimahjálpini fevna um at veita persónliga røkt og praktiska hjálp til persónar í egnum heimi.
§ 13. Heimahjálp kann verða veitt í hesum førum
1) Bráðfeingis heimahjálp kann verða veitt í eitt styttri tíðarskeið, tá ið foreldur berast frá orsakað av sjúku, barnsburði ella eftirbata. Hjálpin kann vanliga ikki veitast longri enn 3 vikur, og í serligum førum ikki longri enn 6 vikur. Tá heilt serligar umstøður tala fyri tí, kann hjálpin veitast í eitt longri tíðarskeið enn 6 vikur, tá vissa verður hildin at vera fyri, at tørvurin á hjálp heldur uppat eftir loknað tíðarskeiðið. Uppgávan hjá heimahjálpini er at røkja tær arbeiðsuppgávur, sum vanliga verða røktar av foreldrum í einum heimi.
2) Heimahjálp kann í óavmarkaða tíð verða veitt pensjónistum, ið hava tørv á hjálp ella røkt orsakað av varandi sjúku ella breki.
3) Heimahjálp kann verða veitt fyribils í eitt styttri tíðarskeið orsakað av bráðfeingissjúku ella breki.
§ 14. Kommunan hevur skyldu til at tryggja, at borgarin fær neyðuga hjálp sbrt. § 12.
Stk. 2. Hevur persónur tørv á stuðli sbrt. forsorgarlógini og ikki røkt sbrt. § 12, hevur viðkomandi ikki rætt til heimahjálp.
Stk. 3. Í tann mun borgarin umframt at hava tørv á røkt, eisini hevur tørv á stuðli, sbrt. forsorgarlógini, verður álagt kommununum at samskipa heimatænastuna og Stuðulstænastuna.
§ 15. Heimahjálp eftir § 13, nr. 1 ella nr. 3 verður veitt uttan kostnað.
§ 16. Fyri heimahjálp veitta eftir § 13, nr. 2, skal gjaldast fyri hvønn tíma.
Stk. 2. 1) Gjaldið er treytað av samlaðu árligu inntøkuni hjá pensjónistinum.
Stk. 3. 1) Er árliga inntøkan lægri enn 50.000 kr., verður ikki goldið fyri heimahjálp.
Stk. 4. 1) Pensjónistur, hvørs árliga inntøka er millum 50.000 kr. og 55.000 kr., rindar 51 kr. fyri hvønn tíma. Pensjónistur, hvørs árliga inntøka er hægri enn 55.000 kr., rindar 3 kr. meir fyri hvønn tíma, hvørja ferð inntøkan hækkar við 5.000 kr.
Stk. 5. 1) Gjaldið fyri hvønn tíma kann í mesta lagi verða 177 kr.
Stk. 6. 1) Goldið verður í mesta lagi fyri 30 tímar um mánaðin.
Stk. 7. 1) Goldið verður ikki fyri heimahjálp, tá pensjónistur er til umlætting.
§ 16 a. 1) Giftur pensjónistur sum móttekur heimahjálp, kann áðrenn 1. januar 2021 søkja um at inntøkan verður løgd saman við inntøkuni hjá hjúnafelaga, eftir áður galdandi reglum, tá ið gjaldið fyri heimahjálp verður roknað.
Gildiskoma
§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2015. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 99 frá 5. juli 2013 um røktarheim og eldrasambýli, og kunngerð nr. 101 frá 24. juli 2000 um heimahjálp.
Stk. 2. Henda kunngerð skal endurskoðast 1 ár eftir, at kunngerðin er sett í gildið.
Almannamálaráðið, 17. desember 2014
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 160 frá 9. desember 2020 har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 148 frá 21. oktober 2020 um broyting í kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.”