Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. november 2013Nr. 126
Kunngerð um nýtslu av dekkum
Við heimild í § 10, stk. 1 og 2, og § 58 a, stk. 5 í ferðslulógini, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000 verður ásett:
Allýsingar
§ 1. Í hesari kunngerð er:
1) Vetrardekk: Dekk ið eru ætlað til vetrarkoyring og sum eru merkt við “M+S”, “MS”, “M&S”, “M-S” ella “Mud and Snow”, og sum hava eina mynsturdýpd, sum í minsta lagi er 3 mm.
2) Summardekk: Dekk ið ikki eru vetrardekk.
3) Píkadekk: Dekk við píkum.
4) Píkaketur: Ketur við píkum, tindum ella líknandi.
Nýtsla av summar- og píkadekkum
§ 2. Ikki er loyvt at nýta summardekk í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl, uttan so, at akfarinum er tryggjað nóg gott vegtak, tá hálka er, við at akfarið er skøtt við ketum á hjólunum á trekkakslinum. Í hesum tíðarskeiði kunnu ístaðin vetrardekk ella píkadekk nýtast.
Stk. 2. Ikki er loyvt at nýta píkadekk í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 15. oktober. Tó kunnu neyðsendarakfør og akfør, ið nýtt verða í sambandi við vetrarhaldið hjá landi og kommunum, nýta píkar í nevnda tíðarskeiði teir dagar, ið hálka er. Sama er galdandi fyri stovnsbilar hjá Almannaverkinum, sum heimarøktin nýtur.
§ 3. Á bili, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3500 kg, og motorsúkklu kunnu píkadekk einans verða nýtt, um øll hjól á akfarinum hava hesi. Tó kann annað dekkið vera uttan píkar, tá ið talan er um dupultmonterað hjól (tvíburahjól).
Stk. 2. Á traktori, motoramboði, viðfestisvogni til traktor ella motoramboð, viðfestisamboði og øllum akførum, hvørs loyvda heildarvekt er yvir 3500 kg, kunnu píkadekk einans verða nýtt, um øll hjól á sama ási hava tey. Tó kann annað dekkið vera uttan píkar, tá ið talan er um dupultmonterað hjól (tvíburahjól).
§ 4. Ikki er loyvt at nýta píkaketur.
Tilgerð av píkadekkum
§ 5. Tað er bert loyvt at marknaðarføra píkadekk, sum eru tilgjørd í samsvari við ásetingarnar í §§ 7-8.
§ 6. Tað er bert loyvt at nýta píkadekk, sum eru tilgjørd í samsvari við ásetingarnar í §§ 7-8.
§ 7. Í píkadekkum er ikki loyvt at nýta rørpíkar, heilt spískar píkar ella píkar við fleiri tindum.
Stk. 2. Talið av píkum á hvørjum dekki má ikki víkja meiri enn 25% í mun til tað hjólið, ið hevur flest píkar.
§ 8. Píkadekk skulu annars lúka hesar ásetingar:
1) Akfør undir 3500 kg:
a) Størsta vekt á píki:
i) Dekk til lættari lastvognar, C- ella LT-merkt dekk: 2,3 g.
ii) Onnur dekk: 1,1 g.
b) Størsta miðalútstikk av píkum á nýggjum, óbrúktum dekki: 1,2 mm.
c) Størsta útstikk av píki á brúktum dekkum: 2,0 mm.
d) Størsta píkatal á dekki:
i) Hjólstødd 13": 90 stk.
ii) Hjólstødd 14 – 15": 110 stk.
iii) Hjólstødd 16" ella størri: 130 stk., tó 150 stk. fyri C- og LT- merkt dekk.
2) Akfør yvir 3500 kg:
a) Størsta vekt á píki: 3,5 g.
b) Størsta miðalútstikk av píkum á nýggjum, óbrúktum dekki: 1,5 mm.
c) Størsta útstikk av píki á brúktum dekkum: 2,5 mm.
d) Størsta píkatal á dekki: 150 stk.
3) Tað er bert loyvt at nýta vetrardekk sum píkadekk, motorsúkkla tó undantikin.
Revsing og gildiskoma
§ 9. Brot á §§ 2-8 verður revsað við bót.
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi 1. desember 2013, samstundis fer kunngerð nr. 109 frá 21. september 2005 um nýtslu av píkadekkum úr gildi.
Vinnumálaráðið, 22. november 2013
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)