23. juni 1997Nr. 126
Kunngerð um friðing av hvali
Við heimild í § 3 og § 4 í løgtingslóg nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu, við seinni broytingum, verður fyrisett:
§ 1. Grindahvalur og nísa, sum Føroya Náttúrugripasavn hevur merkt við fylgisveinasendarum, eru friðaði.
Stk. 2. Tá ein ella fleiri hvalir í einum bólki av grindahvali ella nísu eru merktir, sum nevnt í stk. 1, er allur bólkurin friðaður.
Stk. 3. Tá grindaboð er, skulu sýslumenn og/ella grindaformenn seta seg í samband við Føroya Náttúrugripasavn til tess at fáa staðfest, um grindin er merkt, sum nevnt í stk. 1.
Stk. 4. Verður staðfest, at grind er merkt sambært stk. 1, skulu sýslumenn og/ella grindaformenn gera vart við, at forboð er fyri at drepa grindina og syrgja fyri, at grindaboðini ikki verða borin víðari.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.