Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. juli 2025Nr. 126
Kunngerð um broyting í kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum
(Broyting í hvussu rúmmálið verður roknað o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 80 frá 14. juni 2019 um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum broytt við kunngerð nr. 123 frá 27. november 2023, kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2024 og kunngerð nr. 104 frá 22. oktober 2024, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 61, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Á lívstøðum, sjóbúningarstøðum, alistøðum á landi og alistøðum á sjónum skal fiskatættleikin vera lívfrøðiliga og tøkniliga ráðiligur og má ikki vera hægri enn, at best hóskandi vatnparametrar framhaldandi kunnu haldast, og trivnaðurin hjá fiskinum ikki verður neiliga ávirkaður.”
2. § 61, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Rúmmálið í stk. 3 verður roknað sum yvirflata x dýpi. Dýpið í aliringum verður roknað frá vatnskorpuni og niður á blýlínuna, tó í mesta lagi 15 metrar, harumframt skal rúmmálið á økinum undir blýlínuni, sum fiskurin hevur at flyta seg í, roknast uppí.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 23. juli 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)