Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. september 2009Nr. 126
Kunngerð um útgerð hjá ferðandi á motorsúkklum og lendisakførum, sum broytt við kunngerð nr. 55 frá 11. mai 2012 1)
Við heimild í § 43, stk. 5 í ferðslulógini, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 11. mai 2009, verður ásett:
§ 1. 1) Ferðandi á motorsúkklu og í síðuvogni hennara og á lendisakfari skulu nýta ryggverju, ið hevur CE góðkenningarmerki.
§ 2. Akstovuni verður heimilað at góðkenna onnur góðkenningarmerki.
§ 3. Kunngerðin kemur í gildi 1. oktober 2009.
Innlendismálaráðið, 28. september 2009
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Rúni Joensen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 55 frá 11. mai 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan kunngerð kemur í gildi 1. juni 2012.”