6. august 2020Nr. 127
Kunngerð um avmarkaðar upplatingartíðir og afturlatingartíðir fyri at forða fyri COVID 19-smittuspjaðing
Við heimild í § 18, stk. 2 í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) verður ásett:
§ 1. Fyri at forða fyri COVID 19-smittuspjaðing skulu matstovur og skeinkingarstøð, fevnd av virkisøkinum í matstovulógini, steingja í seinasta lagi kl. 23:00.
§ 2. Henda kunngerð kemur gildi í 7. august 2020 og fer úr gildi 31. august 2020.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 6. august 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)