Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. september 2018Nr. 127
Kunngerð um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul, sum broytt við kunngerð nr. 23 frá 19. mars 2019
Við heimild í § 4, stk. 7, í § 12, stk. 3, í § 24, stk. 4 og § 45, stk. 7 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 26. mai 2011 og løgtingslóg nr. 44 frá 30. apríl 2018, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Serundirvísing og sernámsfrøðilig átøk fata um nr. 1, 2 og 3, og sernámsfrøðiligur stuðul fatar um nr. 4 og 5:
1) At skipa skúlagongdina og undirvísingina við atliti at fortreytum hjá einstaka næminginum.
2) At leggja til rættis serligt undirvísingarligt tilfar og tøknilig amboð, sum eru neyðug fyri læring, menning og virkisførleika hjá einstaka næminginum.
3) At skipa og undirvísa í virkisháttum og arbeiðsháttum, sum hava til endamáls at menna virkisførið hjá einstaka næminginum.
4) At venja í virkisháttum og arbeiðsháttum, sum hava til endamáls at menna virkisførið hjá einstaka næminginum.
5) At veita persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í gerandisdegnum í sambandi við skúlagongdina.
Um at stovna serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul
§ 2. Serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul kunnu stovnast sum:
1) Serundirvísing, sum verður veitt næmingum, sum ikki hava fingið nøktandi úrtøk úr vanligu undirvísingini. Hetta kunnu vera næmingar, ið hava serligan tørv, ið ikki er fyribils, sbrt. §12, stk. 2 í løgtingslógini. Hesa undirvísing skipar Førleikastova og leiðsla skúlans saman við avvarðandi lærara ella flokstoymi og í samráð við Sernámi.
2) Sernámsfrøðilig átøk, sum kunnu vera serundirvísing í bólkum í eitt tíðarskeið og innan ávís evni ella lærugrein.
3) Sernámsfrøðiligur stuðul, sum verður veittur at venja og stuðla uppundir læri- og menningartilgongdina hjá næmingum í serligum avbjóðingum, og til at hesi kunnu vera í flokkinum. Miðað verður ímóti, at næmingurin er innkluderaður í flokkinum.
Stk. 2. Um skúlin heldur, at næmingurin hevur tørv á serundirvísing ella sernámsfrøðiligum stuðli, sum ikki kann gevast í vanligu undirvísingarlagaðu ella næmingalagaðu undirvísingini ella innan serundirvísingini, skal ein námsfrøðilig og ella sálarfrøðilig meting fyriliggja, sbrt. §12, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 3. Sernám samskiftir við Førleikastovu og skúlaleiðslu, og í samráð við avvarðandi verður mett um tørvin. Út frá hesari meting verða átøk sett í verk. Um neyðugt er við kanningum, verður altíð tikið støði í einari samlaðari fakligari metan í samstarvi við allar partar.
Stk. 4. Námsfrøðilig ella sálarfrøðilig meting verður gjørd í samráð við næmingin og foreldur.
Stk. 5. Læriætlan og menningarætlan verður gjørd til næmingar, ið fáa serundirvísing ella sernámfrøðiligan stuðul sbrt. § 2, stk. 2.
Stk. 6. Flokstoymið ger læriætlan og menningarætlanina í samráð við Førleikastovuna og Sernám.
Tilráðing
§ 3. Frágreiðingin frá Sernámi um næmingin verður skrivliga fráboðað skúlaleiðaranum við avriti til foreldur ella verja.
Stk. 2. Um næmingurin hevur tørv á serundirvísing, sernámsfrøðiligum átøkum ella sernámsfrøðiligum stuðli, skal frágreiðingin frá Sernámi sbrt. stk. 1 eisini fata um eina tilráðing um, hvussu serundirvísingin, sernámsfrøðiliga átakið ella námsfrøðiligi stuðulin skulu skipast sbrt. §§ 1 og 6.
Stk. 3. Um foreldur ella verji nokta fyri, at næmingurin verður ávístur til Sernám, skal skúlaleiðari kunna Barnaverndina um avgerðina hjá foreldrunum sbrt. §12, stk. 2 í løgtingslógini.
Dagføring
§ 4. Skúlin tekur í samráð við Sernám avgerð um serundirvísingina, sernámsfrøðiliga átakið og tann sernámsfrøðiliga stuðulin.
Stk. 2. Skúlin kunnar foreldur ella verja og næming, hvussu serundirvísingin, sernámsfrøðiliga átakið og ella sernámsfrøðiligi stuðulin verður lagdur til rættis, áðrenn skipað verður fyri serundirvísing, sernámsfrøðiligum átaki og ella sernámsfrøðiligum stuðli.
Stk. 3. Skúlaleiðarin hevur ábyrgd av og fylgir við menningini og úrtøkuni hjá næminginum, sum fær serundirvísing, sernámsfrøðiligt átak og ella sernámsfrøðiligan stuðul.
Stk. 4. Á hvørjum ári verður støða tikin til, um serundirvísingin, sernámsfrøðiliga átakið og ella sernámsfrøðiligi stuðulin skal halda fram, skal broytast ella steðgast. Skúlin kunnar í samráð við Sernám, foreldur ella verja og næmingin um avgerðina, í tí vavi tað er hóskandi.
Stk. 5. Støða til serundirvísingina, sernámsfrøðiliga átakið og ella sernámsfrøðiliga stuðulin fyri komandi skúlaár sbrt. stk. 3 skal vera tikin í seinasta lagi í mai mánaði.
Staðseting
§ 5. Sernámsfrøðilig undirvísing, sernámsfrøðiliga átakið og stuðul verða skipað soleiðis:
1) Næmingur gongur í vanliga flokkinum, men kann eisini verða undirvístur og ella fáa stuðul einsæris ella saman við øðrum uttanfyri floksundirvísingina í bólkum, tó í mesta lagi helvtina av undirvísingartíðini sbrt. § 13, stk. 5 í løgtingslógini, og varðveitir tilknýti til flokkin, ella
2) næmingurin gongur í serflokki í skúlanum, í serflokki í øðrum skúla ella í serskúla.
Ávísing
§ 6. Ávísing til serflokk ella serskúla er treytað av, at mett verður, at tað er meira gagnligt fyri næmingin at fáa undirvísing í sertilboði í styttri ella longri tíðarskeið.
Stk. 2. Sernám saman við viðkomandi skúla skulu gera eina meting og tilráðing til serflokk ella serskúla. Henda tilráðing verður gjørd í samráð við foreldur ella verja og næming í tí vavi, tað er hóskandi.
Stk. 3. Støða til tilráðing til serflokk ella serskúla fyri komandi skúlaár sbrt. stk. 2 skal vera tikin í seinasta lagi í mai mánaði.
Um at skipa serflokk
§ 7. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
§ 8. Um næmingur gongur í serflokki ella serskúla hjá øðrum skúlamyndugleika, enn í tí kommunu, hann er búsettur, verða skúlaútreiðslurnar goldnar av kommununi, har næmingurin býr.
Stk. 2. Skúlin boðar heimstaðar kommununi hjá næminginum, sum flytur í sertilboð í aðrari kommunu, frá flytingini beinanvegin.
Stk. 3. Árliga skúlagjaldið, sum heimstaðarkommunan hjá næminginum skal rinda, sbrt. stk. 1, er tann upphædd skúlamyndugleikin á staðnum rindar til rakstur fyri hvønn næmingin í sertilboðnum. Avdráttur, renta og leiga eru ikki íroknað rakstrarútreiðslunum.
Stk. 4. Heimstaðar kommunan hjá næminginum ber kostnaðin av næmingaflutninginum í og úr skúla.
§ 9. 1) (Strikað).
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Stk. 4. 1) (Strikað).
Stk. 5. 1) (Strikað).
Undirvísingartíðin
§ 10. Undirvísingartíðin hjá næmingi, sum fær serundirvísing og ella sernámsfrøðiligan stuðul, skal fylgja ásetta vikutímatalið sbrt. §19 í løgtingslógini.
Stk. 2. Skúlaleiðarin kann í serligum førum eftir tilmæli frá Sernámi og í samráð við foreldur ella verja og næmingin, í tí vavi tað er hóskandi, søkja Undirvísingarstýrið um at lækka tímatalið.
Próvtøka
§ 11. Næmingar, ið fáa serundirvísing og ella sernámsfrøðiligan stuðul í vanliga flokkinum, í serflokki og ella serskúla, kunnu fara til próvtøku eftir serligari fyriskipan sbrt. § 21 í kunngerðini um próvtøkur fólkaskúlans.
Stk. 2. Um ein lærugrein er sera torfør hjá næmingi, kann næmingurin verða frítikin fyri lærugreinina. Hetta verður gjørt í samráð við foreldrini ella verja og næmingin, í tí vavi tað er hóskandi, og Sernám.
Stk. 3. Skúlaleiðarin tekur avgerð um próvtøku eftir serligari fyriskipan ella frítøku í samráð ella eftir tilmæli frá Sernámi ella Førleikastovuni og í samráð við foreldur ella verja og næmingin sbrt. §§ 9, 21 og 53 í kunngerð um próvtøkur fólkaskúlans.
Frítøka
§ 12. Um næmingur verður frítikin fyri talmeting av úrtøkuni í eini ella fleiri lærugreinum, skal próvtøkuskjalið í samráð við lærarar, næming og foreldrini gevast sum støðumetingarskjal sbrt. § 53 í kunngerð um próvtøkur fólkaskúlans.
Flyting
§ 13. Um næmingur, sum fær serundirvísing, sernámsfrøðiligt átak ella sernámsfrøðiligan stuðul, flytur í annan skúla, skal skúlaleiðarin í skúlanum, hann flytur frá, boða Undirvísingarstýrinum og Sernámi frá flytingini.
Starvsfólk
§ 14. Lærarar skulu lesa serundirvísing og sernámsfrøðilig átøk, og námsfrøðingar kunnu røkja sernámsfrøðiligar stuðulsuppgávur sbrt. § 1.
Eftir loknan fólkaskúla
§ 15. Um mett verður, at næmingur við loknan fólkaskúla framvegis hevur tørv á sernámsfrøðiligum stuðli, ráðgeving ella vegleiðing, kunnar skúlin ella serskúlin í samráð við Sernám foreldur og næming um møguleikar.
Stk. 2. Skúlin ella serskúlin tekur, í seinasta lagi í mars mánaði, saman við Sernámi, neyðug stig til samstarv við viðkomandi stað, har næmingurin fer eftir loknan fólkaskúla, um næmingurin ynskir tað. Hetta við tí endamáli at økja um møguleikar at gagnnýta yrkisførleikar og møguleikar at taka miðnám ella aðra útbúgving.
§ 16. Avgerðir sbrt. hesi kunngerð kunnu kærast til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir at avgerðin er fráboðað sbrt. § 59 í løgtingslógini.
Gildiskoma og setan úr gildi
§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer kunngerð nr. 38 frá 21. apríl 2016 um serundirvísing, serligan tørv og sernámsfrøðiligan stuðul úr gildi.
Mentamálaráðið 12. september 2018
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)