21. september 2001Nr. 127
Kunngerð um setan og uppsøgn av tænastumonnum í Sjúkrahúsverkið Føroya
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1.Tænastumenn í Sjúkrahúsverkið Føroya, sum ikki mynda sjúkrahúsleiðslunar, verða settir í starv av ávikavist sjúkrahúsleiðaranum á Landssjúkrahúsinum og umsjónarmanninum á ávikavist Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahúsi.
§ 2. Tænastumenn í teimum í § 1 nevndu størvum verða loystir úr starvi av ávikavist sjúkrahúsleiðaranum og umsjónarmanninum, tó kann bert landsstýrismaðurin loysa tænastumenn úr starvi uttan umsókn.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálastýrið 21. september 2001
Sámal Petur í Grund
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv