Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. november 2013Nr. 127
Kunngerð um veiting av drekkivatni, sum broytt við kunngerð nr. 103 frá 9. juli 2019
Við heimild í § 3, stk. 1, § 4, stk. 1, § 5, stk. 1, §§ 6-8, § 15, §§ 23-24, § 43, stk. 2 og 3 og § 58, stk. 4 í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m. verður ásett:
Endamál
§ 1. Kunngerðin hevur til endamáls at tryggja veiting av drekkivatni í nøktandi mongdum og við nøktandi góðsku, undir hesum eisini at tryggja, at drekkivatnið ikki inniheldur heilsuskaðilig dálkingarevni, og at drekkivatnið er trygt, tá ið tað verður nýtt.
Stk. 2. Henda kunngerð setur í verk ES direktiv 98/83 EF frá 3. november 1998 um drekkivatnsgóðsku.
Øki
§ 2. Kunngerðin fevnir um alt drekkivatn, óheft av uppruna og óheft av, um gjald verður tikið fyri veitingina, og óheft av, um drekkivatnið verður veitt úr rørum ella íløtum.
Stk. 2. Kunngerðin fevnir um øll sløg av vatnveitingarskipanum og innanhýsis nýtsluskipanum til drekkivatn, tó við teimum undantøkum, sum eru nevnd í stk. 3.
Stk. 3. Kunngerðin fevnir um vatnveitingarskipanir og innanhýsis nýtsluskipanir til drekkivatn, veitt sum drekkivatn frá landi umborð á flogfar, umborð á skip, boripallar o.tíl., um ikki annað er ásett í aðrari lóggávu.
Allýsingar
§ 3. Eftir hesi kunngerð merkir:
1) Drekkivatn:
a) alt slag av vatni, sum virkað ella óvirkað er ætlað at drekka og at nýta til matgerð,
b) alt slag av vatni, undir hesum vatn, sum er ætlað at nýta á matvøruvirkjum, har mett verður, at matvørurnar kunnu verða ávirkaðar av teirri góðsku, ið vatnið hevur, og
c) sjógvur, sum verður nýttur sum framleiðsluvatn á matvøruvirkjum.
2) Heilsufrøðilig forðing: Heilsufrøðilig forðing (hygiejnisk barriera) er ein forðing í náttúruni ella ein av mannahondum uppsett fyribyrgjandi atgerð, sum heldur burtur, ger meinaleysar ella drepur bakteriur, virus, sníkar o.tíl., og/ella tynnir, brýtur niður ella kemiskt burturbeinir evni og tilfar í drekkivatninum soleiðis, at vandi ikki er fyri fólkaheilsuni.
3) Vatnveitingarskipan: Vatnveitingarskipan eftir hesi kunngerð fevnir um:
a) vatnviðgerð,
b) vatnviðgerðartól,
c) vatnflutningsskipanir,
d) drekkivatn, og
e) rakstrarmannagongdir.
4) Vatnveitingartrygd: Trygd fyri, at vatnveitingarskipanin altíð hevur slíkar umstøður, at dálkað vatn ikki kemur inn í vatnskipanina.
5) Vatnveitari: Tann, sum ræður yvir eini vatnveitingarskipan, og sum virkar ella á annan hátt viðger vatn við tí endamáli, at vatnið skal veitast sum drekkivatn, uttan mun til, um talan er um eina kommunu, ein felagsskap ella ein einstakling.
6) Innanhýsis nýtsluskipan: Rør, samanbindingar, íløt, tangar, brunnar og kranar, sum móttakarin av drekkivatninum hevur til goymslu og útbreiðslu av móttikna vatninum í sambandi við innanhýsis nýtsluna.
7) Rávatn: Óviðgjørt vatn, sum skal viðgerast til drekkivatn.
8) Vandamálsgreining: Innsavnan og viðgerð av upplýsingum um vandamál og teimum umstøðum, sum eru orsøkin til vandamálini, soleiðis at avgerast kann, hvørji vandamál eru viðkomandi fyri matvørutrygdina og tískil skulu við í HACCP-ætlanina.
Forboð móti dálking av vatnveitingarskipanini
§ 4. Tað er bannað at dálka eina vatnveitingarskipan, sum er ætlað til drekkivatn.
Stk. 2. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann seta forboð ella treytir fyri øllum virksemi, sum kann hava við sær vanda fyri, at drekkivatnið í eini vatnveitingarskipan ella eini innanhýsis nýtsluskipan verður dálkað.
Stk. 3. Vatnveitarin skal við skeltum, uppsløgum, lýsingum ella á annan hátt kunna um møgulig forboð, boð og treytir, sum sett eru fyri at verja móti dálking.
Ábyrgd av drekkivatni og av innaneftirliti
§ 5. Vatnveitarin skal tryggja, at drekkivatnið lýkur krøvini til góðsku, nøgd og veitingartrygd, tá ið tað verður veitt móttakara.
Stk. 2. Drekkivatnið verður roknað sum veitt móttakara á hesum støðum:
1) Drekkivatn, sum verður veitt gjøgnum rørleiðing, verður roknað sum veitt, tá ið tað er komið inn í innanhýsis nýtsluskipan móttakarans ella í ílat móttakarans á øðrum avtalaðum stað.
2) Drekkivatn, sum er í fløsku ella í øðrum ílati, verður roknað sum veitt móttakara, tá ið vatnið er fylt í fløskuna ella ílatið.
3) Drekkivatn, sum verður nýtt til matvøruframleiðslu á matvøruvirkjum, verður roknað sum veitt móttakara, tá ið tað er komið í innanhýsis nýtsluskipan virkisins.
4) Drekkivatn, sum verður veitt í tanga, verður roknað sum veitt móttakara, tá ið vatnið verður tikið úr tanganum.
Stk. 3. Vatnveitarin skal byggja upp, seta í verk og halda viðlíka eitt innaneftirlit við atliti til at fylgja ásetingunum í hesi kunngerð.
Stk. 4. Innaneftirlitsskipanin skal lagast til einstøku vatnveitingarskipanina, so hon hóskar til stødd og slag av veitingarskipan. Kunngerð um innaneftirlit á matvøruvirkjum er somuleiðis galdandi fyri innaneftirlit hjá vatnveitarum.
Stk. 5. Eigari av eini innanhýsis nýtsluskipan skal ansa eftir, at drekkivatnið ikki verður dálkað í hesi skipan, sbr. § 11.
Upplýsingarskylda
§ 6. Vatnveitari skal altíð hava viðkomandi upplýsingar um góðskuna á drekkivatninum tøkar, og skal, eftir umbøn, lata móttakara hesar upplýsingar.
Stk. 2. Vatnveitari skal beinanvegin og óumbiðin lata móttakara viðkomandi upplýsingar um viðurskifti, sum kunnu hava við sær heilsuvanda, ella um góðskan broytist munandi.
Stk. 3. Móttakarar skulu verða kunnaðir, um vatnveitingarskipan ikki lýkur onnur krøv, ið eru ásett í hesi kunngerð, og orsøkina til tess.
Stk. 4. Í neyðugan mun skulu móttakarar eisini fáa vegleiðing um møgulig varsemisráð, sum teir eiga at taka.
Stk. 5. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann lata móttakara viðkomandi upplýsingar, um vatnveitarin ikki lýkur sína upplýsingarskyldu.
§ 7. Vatnveitarin hevur skyldu til at leggja fram allar upplýsingar, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tørv á til tess at røkja skyldur sínar eftir hesi kunngerð.
Stk. 2. 1) Eru ásettu markvirðini í 4. parti í skjali 2 ikki hildin, skal vatnveitarin beinanvegin boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá hesum.
Løggildingarkrøv og treytir
§ 8. Allar vatnveitingarskipanir, sum eru fevndar av hesi kunngerð, skulu løggildast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Løggilding verður tó ikki kravd av egnari vatnveiting til einstakt húsarhald.
Stk. 2. Tá ið nýggj vatnveitingarskipan verður gjørd, ella tá ið verandi vatnveitingarskipan verður munandi broytt, skal val av vatnkeldu, útbygging og rakstur verða góðkend av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Hetta skal gerast, áðrenn farið verður undir arbeiðið, soleiðis at sleppast kann undan skeivum íløgum o.tíl.
Stk. 3. Nýggjar vatnveitingarskipanir skulu hava loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni til at vera tiknar í brúk. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann seta treytir í sambandi við loyvið.
Stk. 4. Nýggjar vatnveitingarskipanir skulu skjalprógva, at tær lúka krøvini í hesi kunngerð, áðrenn tær kunnu verða løggildaðar.
Stk. 5. Um vatnveitingarskipanin ikki lýkur krøvini í hesi kunngerð, ella um treytir, sum eru settar í sambandi við løggildingina, ikki eru loknar, kann løggildingin verða tikin aftur.
§ 9. Umsókn um løggilding av eini vatnveitingarskipan skal sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum ásetur krøv um tær upplýsingar, sum umsóknin skal innihalda, og sum m.a. eru navn á umsøkjara, lýsing av vatnveitingarskipanini og innaneftirlitsskipanini umframt skrásetingarskjøl.
Stk. 2. 1) Upplýsingar eftir stk. 1 fevna eisini um eina sýnistøku- og kanningarætlan, sum lýkur krøvini í skjali 3 og 4. Sýnistøku- og kanningarætlanin skal nøkta tørvin fyri eyka kanningum, sum vandamálsgreiningin av veitingarskipanini vísir.
§ 10. Vatnveitarin skal fremja tiltøk og gera rakstrarætlanir til neyðuga veitingartrygd, sum tryggjar neyðugar nøgdir av drekkivatni, sbr. § 3, nr. 4.
Góðskukrøv
§ 11. Drekkivatn skal, tá ið tað verður veitt móttakara, vera sjónliga reint og klárt. Tað skal vera heilsufrøðiliga trygt, klárt og uttan eyðsýndan lukt, smakk og lit.
Stk. 2. Drekkivatn skal ikki innihalda nakað, sum kann hava við sær heilsuvanda, tá ið tað verður nýtt á vanligan hátt.
Stk. 3. 1) Drekkivatn skal lúka krøvini, sum eru ásett í skjali 2 til hesa kunngerð.
Tilfar og útgerð
§ 12. Tilfar, sum kemur í beinleiðis ella óbeinleiðs samband við vatn í vatnveitingarskipanini ella í innanhýsis nýtsluskipanini, má ikki geva frá sær evni, sum kunnu hava við sær heilsuvanda, ella sum ger sansabæru eginleikarnar so mikið nógv verri, at vatnið ikki longur kann metast at vera reint sambært krøvunum í § 11.
Stk. 2. Viðgerðartól og rørskipan skulu vera av slíkum slagi og skulu hava slíka stødd og samanseting, at:
1) vatnviðgerðin er nøktandi, og krøvini til drekkivatnsgóðskuna eru hildin, eisini tá ið vatnnýtslan er upp á tað mesta, og tá ið umstøður geva ta vánaligastu rávatnsgóðskuna, og
2) krøvini til nøktandi góðsku og nøgdir kunnu varðveitast, tá ið umvælingar, ábøtur, reingerð, filturspuling o.tíl. fer fram.
Viðgerð av vatni
§ 13. Vatnveitarin skal tryggja, at ongin vandi er fyri, at drekkivatnið er dálkað orsakað av, at vatntøkurnar ikki eru nóg væl vardar.
Stk. 2. Viðgerðin í vatnveitingarskipanini skal hóska til viðurskiftini í vatnveitingarlendinum, til góðskuna á tøka rávatninum og til rørskipanina sum heild.
Stk. 3. Fyri at tryggja reint drekkivatn skal vatnveitarin, í sambandi við val av vatnkeldum og í sambandi við verju av vatnkeldum og vatnviðgerðartólum, tryggja, at tað eru nøktandi heilsufrøðiligar forðingar í vatnveitingarskipanini.
Stk. 4. Vatnveitarin skal tryggja, at drekkivatnið verður sóttreinsað ella á annan hátt viðgjørt á munadyggan hátt, soleiðis at smittuevni verða gjørd meinaleys ella fyribeind.
Stk. 5. Hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan við kanningum staðfest, at talan er um gott kelduvatn, sum uttan nakra viðgerð lýkur ásetingarnar í hesi kunngerð, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan gera av, at kelduvatninum ikki nýtist sóttreinsan ella líknandi viðgerð.
§ 14. Evnavørur, sum skulu nýtast at viðgera drekkivatn við, skulu vera góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum eisini skal listaføra góðkendu evnavørurnar. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann vísa til lista við góðkendum evnavørum, sum verður nýttur í grannalondum okkara. Góðkenningin er galdandi í 10 ár, ella til Heilsufrøðiliga starvsstovan metir tað vera neyðugt at endurskoða góðkenningina.
Stk. 2. Tær í stk. 1 nevndu evnavørur skulu vera eiturevnafrøðiliga kannaðar og skulu vera mettar egnaðar til nýtsluna.
Stk. 3. Nýtslan av evnavørum til viðgerð av drekkivatni skal góðkennast í hvørjum einstøkum føri í sambandi við løggilding eftir § 8.
Stk. 4. Vatnveitarar, sum nýta evnavørur, skulu tryggja, at ikki meira av evnavøru verður latið í vatnið enn neyðugt er, til tess at røkka endamálinum við hesum.
Stk. 5. Vatnveitarar, sum nýta evnavørur, skulu tryggja, at evnini, sum verða latin í, og evni, sum stava frá hesum evnum, ikki finnast í drekkivatninum í nøgdum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu skaða heilsu móttakarans ella fara út um ásetingarnar í § 11.
Frávik og undantøk
§ 15. 1) Heilsufrøðiliga starvsstovan kann loyva teimum frávikum, sum eru ásett í skjali 2, 3. partur.
§ 16. Í neyðstøðu kann bý- ella bygdarráð, eftir tilmæli frá landslæknanum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni, halda áfram at veita vatn frá eini vatnskipan, hóast krøvini í § 11 ikki eru lokin.
Stk. 2. Treytin fyri undantaki eftir stk. 1 er, at vatnveitingin ikki kann verða tryggjað á annan hátt, og at frávikið frá krøvunum ikki hevur við sær størri vanda fyri fólkaheilsuni, enn um undantakið ikki varð givið.
Stk. 3. Undantak eftir stk. 1 skal vera tíðaravmarkað og fellur burtur, tá ið vatnveitingarskipanin er virkin aftur.
Stk. 4. Undantak eftir stk. 1 skal vera fráboðað móttakaranum av vatninum á nøktandi hátt við boðum um, nær skipanin væntandi verður virkin aftur og við fráboðan um møgulig fyrilit ella tiltøk í sambandi við nýtsluna av vatninum, meðan ólagið stendur við.
Gjøld
§ 17. Heilsufrøðiliga starvsstovan ásetur og tekur gjøld fyri at geva løggilding sbrt. § 8, stk. 1, góðkenning sbrt. § 8, stk. 2, og loyvi sbrt. § 8, stk. 3, frávik sbrt. § 15 og at hava eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar sbrt. 18, herundir sýniskanningar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við prísásetingini eftir stk. 1 hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Eftirlit og kæra
§ 18. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við, at ásetingarnar í hesi kunngerð verða hildnar.
§ 19. Avgerðir, tiknar eftir hesi kunngerð, kunnu, innan fyri 4 vikur eftir, at tann, sum avgerðin viðvíkur, hevur móttikið avgerðina, kærast til Vinnukærunevndina.
Revsing
§ 20. Er ikki harðari revsing ásett í aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum brýtur ásetingarnar í § 4, § 5, stk. 1 og 3, § 6, stk. 1-4, § 7, § 8, § 10, § 11, § 12, § 13, stk. 1-4, § 14 og § 16, stk. 4.
Stk. 2. Revsingin, ásett í stk. 1, kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, og tað við brotinum er voldur skaði á heilsu, ella um vandi hevur verið fyri tí.
Stk. 3. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 4. Málini verða viðgjørd sum politimál. Tey rættartiltøk, ið eru nevnd í kapitli 72 og 73 í rættargangslógini, verða brúkt í sama mun sum í statsadvokatmálum.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 21. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
§ 22. Í seinasta lagi 1 ár eftir, at henda kunngerð er komin í gildi, skulu allir vatnveitarar hava latið Heilsufrøðiligu starvsstovuni umsókn um løggilding av allari vatnveitingarskipanini sbrt. § 9.
Stk. 2. Veitarar av drekkivatni skulu lúka krøvini til løggilding av vatnveitingarskipanini í seinasta lagi 1. november 2015, sbr. tó stk. 3-5.
Stk. 3. Fyri vatnveitingarskipanir til bygdir, ið hava færri enn 100 íbúgvar, er freistin at lúka krøvini til løggilding av vatnveitingarskipanini tó 1. november 2017, sbr. tó stk. 4-5.
Stk. 4. Um løggildað matvøruvirki, sbr. §§ 4-5 í kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum, eru á staðnum, er freistin í stk. 2 tó framvegis galdandi.
Stk. 5. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann, um tað verður mett neyðugt fyri at verja heilsu móttakarans, gera av, at freistin í stk. 1 verður stytt, ella at krøvini til løggilding skulu verða fylgd beinanvegin.
§ 23. Ítøkiligar ætlanir um nýggjar vatnveitingarskipanir skulu fylgja ásetingunum í § 8, stk. 2.
Stk. 2. Nýggjar vatnveitingarskipanir skulu fylgja ásetingunum í § 8, stk. 3 og 4.
Vinnumálaráðið, 22. november 2013
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Skjal 1 1)
Yvirlit yvir skjøl
Skjal 2
Góðskukrøv til drekkivatn.
1. partur Um talvurnar.
2. partur Markvirðini í talvu 1, 2 og 3 eru galdandi á hesum støðum og við hesum allýsingum.
3. partur Lýsing av tiltøkum.
4. partur Talvurnar við góðskukrøvum.
Talva 1: Sansabærir parametrar.
Talva 2: Mikrobiologiskir parametrar.
Talva 2.1: Fyri vatn til móttakara/brúkara.
Talva 2.2: Fyri vatn, latið og boði út fløskum ella líknandi pakningi.
Talva 3: Kemiskir og fysiskir parametrar.
Talva 3.1: Fyri parametrar, sum verða máldir.
Talva 3.2: Fyri parametrar, sum verða útroknaðir.
Skjal 3
Sýnistøku- og kanningartíttleiki.
Talva 4: Minsta árliga tal av sýnistøkum, sum skal vera grundarlag undir frágreiðing at senda Heilsufrøðiligu starvsstovuni (fyri vatn í fløskum er serstøk talva).
Talva 5: Minsti árligi títtleikin fyri sýnistøku av vatni, latið í fløskur ella í annað pakkitilfar, ætlað til útboð. Kanningarúrslit skulu kunna vera grundarlag undir frágreiðing til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.
Talva 6: Parametrar at kanna í sambandi við neteftirlit, einfalt rutinueftirlit og víðkað rutinueftirlit. Úrslitini skulu kunna brúkast sum grundarlag undir frágeiðing til Heilsufrøðiligu starvstovuna.
Talva 6.1: Neteftirlit og einfalt rutinueftirlit.
Talva 6.2: Víðkað rutinueftirlit.
Talva 7: Minsti títtleiki fyri sýnistøku av rávatni, sum skal vera grundarlag undir frágreiðing til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.
Skjal 4
Um góðskustýring á kanningarstovum, kanningarhættir og góðskukrøv í sambandi við kanningarnar.
A. Krøv um góðskustýring.
B. Parametrar, har kanningarháttur er ásettur.
C. Parametrar við ávísum góðskukrøvum.
D. Parametrar uttan ásettan kanningarhátt.
Skjal 2 1)
Góðskukrøv til drekkivatn
1. partur
Um talvurnar
Í talvunum í hesum skjali eru ásett ítøkilig krøv til drekkivatnsgóðskuna. Í teigunum er fyri hvønn einstakan parametur upplýst navn á parametri, málieind, markvirði og tiltak. Harafturat er ein teigur við vegleiðandi viðmerkingum.
Talva 1 vísir krøv viðvíkjandi sansabærum eginleikum (til at máta lit og turbiditet eru brúkt objektiv fysisk mát).
Talvurnar 2 vísa krøv viðvíkjandi mikrobiologiskum kanningarparametrum. Talva 2.1 er fyri drekkivatn til brúkara, ið er vanliga veitt gjøgnum rørskipan. Talva 2.2 vísir krøv til drekkivatn, sum verður bjóðað út í fløskum ella øðrum pakningi í smásølu.
Talvurnar 3 vísa krøv viðvíkjandi kemiskum og fysiskum parametrum. Talva 3.1 vísir parametrar, sum verða máldir (kannaðir við mátitólum), meðan talva 3.2 vísir parametrar, sum verða útroknaðir.
2. partur
Markvirðini í talvunum 1, 2 og 3 eru galdandi á hesum støðum og við hesum allýsingum:
Fyri vatn, sum verður veitt gjøgnum rørskipan: Á tí staði, har vatnið verður latið móttakara.
Fyri vatn í fløsku ella øðrum ílati: Á tí staði, har vatnið verður latið í fløskuna ella ílatið.
Fyri vatn, brúkt á matvøruvirkjum: Á tí staði, har vatnið verður nýtt til matvøruviðgerðina.
Fyri vatn, veitt úr tanga: Á tí staði, har vatnið verður tikið úr tanganum.
3. partur
Lýsing av tiltøkum
Tá farið er út um ásetta markvirðið, skulu tiltøk beinanvegin setast í verk fyri at greiða orsøkirnar til frávikini. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava boð soleiðis, sum ásett er í hvørjum einstøkum føri.
Tað eru 3 ymisk tiltøk: A, B og C. Hesi vísa, hvat gerast skal í einstaka førinum, og hvørji undantøk, Heilsufrøðiliga starvsstovan kann loyva í einstaka førinum.
Tiltak A: Tiltøk skulu beinanvegin setast í verk soleiðis, at parameturvirðið verður innan fyri ásetta markvirðið. Veitast kunnu ikki undantaksloyvi fyri hesi markvirði. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal beinanvegin hava boð. Fyri vatn í fløskum merkir slíkt frávik, at søluforboð eru galdandi.
Tiltak B: Neyðug tiltøk skulu setast í verk so skjótt sum gjørligt fyri at fáa parameturvirðið niður um markvirðið, og Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava boð. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann veita undantak frá einstaka markvirðinum, men hetta er treytað av, at undantakið ikki kann elva til heilsuvanda, og at tað ikki er gjørligt at fáa til vega betri vatn. Undantaksloyvið skal vera so stutt sum gjørligt og ikki longri enn 3 ár.
Tiltak C: Neyðug tiltøk skulu setast í verk so skjótt sum gjørligt fyri at fáa parameturvirðið niður um markvirðið. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava boð. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann veita undantaksloyvi frá markvirðinum í eitt tíðarskeið, um hetta verður mett neyðugt/hóskandi fyri at fáa viðurskiftini í rættlag. Hetta er tó treytað av, at frávikini ikki kunnu metast at elva til heilsuvanda. Fyri vatnveitingar, sum ikki krevja góðkenning, kann undantaksloyvi gerast varandi.
4. partur
Talvurnar við góðskukrøvum
Talva 1: Sansabærir parametrar
Nr. | Parametrar | Eind | Markvirði | Tiltøk | Viðmerkingar |
1 | Litur | Milligramm/l Pt | 20 | B |
|
2 | Luktur | Ávísingarmark | 2 við 12° C 3 við 25° C | C | |
3 | Turbiditetur | NTU | 1
4 | B
C | Út frá vatnviðgerðartólum (beint eftir viðgerð).
Inni hjá móttakara. |
Talva 2: Mikrobiologiskir parametrar
Talva 2.1: Fyri vatn til móttakara/brúkara
Nr. | Parametrar | Eind | Markvirði | Tiltøk | Viðmerking |
5 | Clostridium perfringens (íroknað sporar) | Tal/100 ml | 0 | C | Um farið er út um ásetta markvirðið, skal vatnverkið eftirkanna og tryggja sær, at vatnið ikki kann elva til sjúku orsakað av sjúkuelvandi mikroorganismum. Her verður hugsað um t.d. Cryptosporium ella Norwalk-líknandi virus. |
6 | E. coli | Tal /100 ml | 0 | A |
|
7 | Intestinalir enterokokkar | Tal /100 ml | 0 | A |
|
8 | Kimtal 22° C | Tal /ml | - | C | Fyri virði omanfyri 100 má orsøkin kannast. |
9 | Koliformar bakteriur | Tal /100 ml | 0 | B |
|
Talva 2.2: Fyri vatn latið í fløskum ella líknandi pakningi, útboði
Nr. | Parametrar | Eind | Markvirði | Tiltøk | Viðmerkingar |
10 | Clostridium perfringens (íroknaðir eru sporar) | Tal /100ml | 0 | A | Um farið er út um ásetta markvirðið, skal vatnverkið eftirkanna og tryggja sær, at vatnið ikki kann elva til sjúku. Her verður hugsað um sjúkuelvandi mikroorganismur, t.d. Cryptosporium ella Norwals-líknandi virus. |
11 | E. coli | Tal /250 ml | 0 | A |
|
12 | Intestinale enterokokkar | Tal /250 ml | 0 | A |
|
13 | Kimtal 22° C | Tal /ml | 100 | A |
|
14 | Kimtal 37° C | Tal /ml | 20 | A |
|
15 | Koliformar bakteriur | Tal /250 ml | 0 | A |
|
16 | Pseudomonas aeruginosa | Tal /250 ml | 0 | A |
|
Talva 3: Kemiskir og fysiskir parametrar
Talva 3.1: Fyri parametrar, sum verða máldir
Nr. | Parametrar | Eind | Markvirði | Tiltøk | Viðmerkingar |
17 | 1,2-dikloroetan | Mikrogramm/l | 3,0 | B |
|
18 | Aluminium | Milligramm/l Al | 0,2 | C |
|
19 | Ammonium | Milligramm/l N | 0,50 | C |
|
20 | Antimon | Mikrogramm/l Sb | 5,0 | B |
|
21 | Arsen | Mikrogramm/l As | 10 | B |
|
22 | Benzen | Mikrogramm/l C6 H6 | 1,0 | B |
|
23 | Benzo(a)pyren | Mikrogramm/l | 0,010 | B |
|
24 | Blýggj | Mikrogramm/l Pb | 10 | B | Sýni skal takast á slíkan hátt, at tað gevur eina umboðandi mynd av vikuligum miðalvirði fyri vatnið, sum brúkarin fær. |
25 | Bor | Milligramm/l B | 1,0 | B |
|
26 | Bromat | Mikrogramm/l BrO3- | 5 | B | Nýtist bert at kannast, um vatnið verður ozonerað, ella um kemisku evnini, sum brúkt verða, innihalda bromid ella bromat. |
27 | Cyanid | Mikrogramm/l CN | 10 | B |
|
28 | Fluorid | Milligramm/l F | 1,5 | B |
|
29 | Glykolir | Mikrogramm/l C | 10 | B | Nýtist bert at kannast, tá illgruni er um dálking við slíkum evnum. |
30 | Hydrokarbonir, mineraloljur | Mikrogramm/l C | 10 | B | Nýtist bert at kannast, tá illgruni er um dálking við slíkum evnum. |
31 | Jarn | Milligramm/l Fe | 0,2 | C |
|
32 | Kadmium | Mikrogramm/l Cd | 5,0 | B | Sýni skal takast á slíkan hátt, at hetta gevur eina umboðandi mynd av vikuligum miðalvirði fyri vatnið, sum brúkarin fær. |
33 | Kemisk oksygen-nýtsla, COD-Mn (KMnO4 ) | Milligramm/l O | 5,0 | C | Nýtist ikki at kannast, um parameturin TOC verður kannaður. |
34 | Klorid | Milligramm/l Cl | 200 | C | Vatnið skal ikki vera tærandi (korrosivt). |
35 | Leiðingarevni | Millisiemens m (mS/m) við 25° C | 250 | C | Vatnið skal ikki vera tærandi (korrosivt). |
36 | Kopar | Milligramm/l Cu | 0,1
1,0 | B
B | Sýni skal takast av vatni, sum er farið ígjøgnum vatnviðgerðartólini (beint eftir viðgerð).
Hjá móttakaranum. |
37 | Krom | Mikrogramm/l Cr | 50 | B | Hjá móttakaranum.
|
38 | Kyksilvur | Mikrogramm/l Hg | 0,5 | B |
|
39 | Mangan | Milligramm/l Mn | 0,05 | C |
|
40 | Natrium | Milligramm/l Na | 200 | C |
|
41 | Nikkil | Mikrogramm/l Ni | 20 | B | Sýni skal takast á slíkan hátt, at tað gevur eina umboðandi mynd av tí vatni, sum brúkarin nýtir. |
42 | Nitrat (NO3 -N) | Milligramm/l N | 10 | B |
|
43 | Nitritt (NO2 –N) | Milligramm/l N | 0,05 | B |
|
44 | pH (mát fyri hvussu súrt vatnið er) |
| 6,5 - 9,5 | C | Vatnið skal ikki vera tærandi (korrosivt). Fyri vatn í fløskum ella í øðrum pakningi, sum ikki inniheldur kolsýru, eru markvirðini 4,5 ≤ pH ≤ 9,5. Fyri vatn í fløskum ella øðrum pakkitilfari, sum ætlanin er at selja sum vatn við tilsettari koltvíiltu ella við koltvíliltu, íkomnari av nátúrgivnum orsøkum, kann markvirðið vera lægri enn 4,5. |
45 | Pestisidir | Mikrogramm/l | 0,10 | B | Markvirðið er galdandi fyri hvørt einstakt pestisid (plantuverjuevni)1 Fyri aldrin, dieldrin, heptaklor og heptaklorepoxid er markvirðið 0,030 mikrogramm/l. Tað er bert neyðugt at kanna fyri tey plantuverjuevni, sum sannlíkt kunnu vera í viðkomandi vatnveitingarskipan. |
46 | Pestisidir – totalt | Mikrogramm/l | 0,50 | B | Pestisidir (plantuverjuevni o.tíl.) – samanlagt. Hetta er summurin av teim einstøku pestisidunum, sum kannað verða og kvantifiserað eftir kanningarætlan, sum upplýst undir viðmerkingunum fyri einstaka plantuverjuevnið. |
47 | Polysyklisk aromatisk hydro-karboner (PAH) | Mikrogramm/l | 0,10 | B | Galdandi samanlagda innihald av hesum evnum: - benzo(b)fluoranten - benzo(k)fluoranten - benzo(ghi)perylen - indeno(1,2,3-cd)pyren |
48 | Radon | Bequerel/l (Bq/l) | 100 | C | Nýtist ikki at kannast, um tað á annan hátt kann skjalprógvast, at virðini eru langt undir markvirðinum. Um innihaldið av radon í vatninum í onkrum húsarhaldi er omanfyri 500 Bq/l, eiga tiltøk at setast íverk. |
49 | Selen | Mikrogramm/l Se | 10 | B |
|
50 | Sulfat | Milligramm/l SO42- | 100 | C | Vatnið skal ikki vera tærandi (korrosivt). |
51 | Tetrakloreten og trikloreten | Mikrogramm/l | 10 | B | Samanlagda innihaldið (virðið) av hesum parametrum. |
52 | Total indikativ dosa | Millisievert/ár (mSv/ár) | 0,10 | C | Umfatar ikki tritium, kalium-40, radon og evni, avleidd úr radon. Nýtast ikki at kannast, um tað á annan hátt kann skjalprógvast, at virðini eru langt undir markvirðinum. |
53 | Totalt organiskt karbon (TOC) | Milligramm/l C | 5,0 | C | Ikki neyðugt at kanna í vatnveitingum, sum veita minni enn 10.000 m3 um samdøgrið. |
54 | Trihalometanir – samanlagt | Mikrogramm/l | 50 | B | Galdandi fyri samanlagda innihaldið av hesum evnum: kloroform bromoform dibromklormetan bromdiklormetan |
55 | Tritium | Bequerel/l (Bq/l) | 100 | C | Nýtist ikki at kannast, um tað á annan hátt kann skjalprógvast, at virðini eru langt undir markvirðinum. |
1) Við pestisidir (plantuverjuevni o.tíl.) er at skilja: Organisk evni at drepa flogkykt, ókrút, soppar, parasittar, midur, algur, rottur, slím og líknandi vørur (m.o. vakstrarregulerandi evni) og teirra metabolittar, restir og produkt.
Talva 3.2: Fyri parametrar, sum verða útroknaðir
Nr. | Parametrar | Eind | Markvirði | Tiltøk | Viðmerkingar |
56 | Akrylamid | Mikrogramm/l | 0,10 | Sí viðm. | Parameturin nýtist ikki at kannast, men verður útroknaður.
Tá kemisk vøra við akrylamidinnihaldi verður beinleiðis tilsett (doserað), sum liður í viðgerini av drekkivatninum, vísir parameturvirðið til restinnihald av monomerum í vatninum. Hetta virðið verður roknað út frá maximalum innihaldi av monomerum í polymerupploysingum og tí brúktu doseringsnøgdini. Um útrokningarnar vísa, at virðini eru ov høg, má nøgdin, sum verður tilsett (doseringin), lækkast. Tá talan einans er um dálking frá byggitilfari, sum kemur í samband við vatnið, vísur parameturvirðið til restinnihald av monomerum í vatninum. Hetta verður útroknað sambært spesifikatiónum av maximum upploysn, út frá royndum við samsvarandi polymerum (er galdandi millum annað fyri epoxytilfar, brúkt at tetta við, ella sum filturtilfar). |
57 | Epiklorhydrin | Mikrogramm/l | 0,10 | Sí viðm. | Sama viðmerking sum fyri akrylamid. |
58 | Vinylklorid | Mikrogramm/l | 0,50 | B | Parameturin nýtist ikki at kannast, men verður bert útroknaður. Virðið vísir til restinnihald av monomerum í vatninum, útroknað í samsvari við spesifikatiónir fyri maksimalu upploysn frá samsvarandi polymerum, tá hesir eru í sambandi við vatn (er galdandi fyri PVC-tilfar). |
Skjal 3 1)
Sýnistøku- og kanningartíttleiki
Í talvunum í skjali 2 er ásettur sýnistøku- og kanningartíttleiki. Talan er um ymisk sløg av eftirliti, sýnistøkum og kanningum. Í talvu 4 og 5 er greitt frá minsta árliga títtleika fyri sýnistøkum í ymiskum støddum av vatnveitingarskipanum. Talva 4 er fyri sýnistøkur í vanligum vatnveitingarskipanum, meðan talva 5 er fyri vatnveiting, bjóðað út í fløskum ella øðrum smápakningi. Talva 6 vísir, hvørjir parametrar skulu kannast. Talva 7 vísir títtleika av sýnistøkum av rávatni til kanningar.
Talva 4: Minsta árliga tal av sýnistøkum, sum skal vera grundarlag undir frágreiðing at senda Heilsufrøðiligu starvsstovuni (fyri vatn í fløskum er serstøk talva)
Vatnveiting (fólkatal)1 | Neteftirlit (sýnistøkuumfør)2 | Einfalt rutinueftirlit (sýni)3,4 | Víðkað rutinueftirlit (sýni)3,5 |
51-500 | 126 | 46 | 16 |
501-1.000 | 12 | 4 | 1 |
1.001-5.000 | 24 | 4 | 1 |
>5.001 | 48 | 4 | 1 |
1 Um vatnverkið, umframt at veita til húsarhald, veitir munandi nøgdir av vatni til matvøruvirki, sjúkrahús, eldrabýli, hotell o.tíl., má hetta takast við í útrokingina av títtleikanum av sýnistøkum. Títtleikin fyri sýnistøku í vatnveitingum til færri enn 50 fólk verður ásettur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Sama er galdandi fyri veitingar, sum bert veita ávísar árstíðir.
2 Neteftirlitið skal geva eina umboðandi mynd av vatngóðskuni, veitt gjøgnum árið. Teigurin vísir minsta tal av sýnistøkuumførum hvørt ár. Hvussu nógv sýni eiga at takast fyri hvørt sýnistøkuumfar, má ásetast í mun til, hvussu samansett vatnveitingarskipanin er og hvørjir viðbreknu stýringarliðirnir eru o.tíl. Minsta tal av parametrum, sum hvørt sýnið skal kannast fyri, sæst í talvu 6.
3 Einfalda og víðkaða rutinueftirlitið skulu tilsamans geva eina umboðandi mynd av tí vatngóðsku, sum móttakararnir/brúkararnir fáa hvørt ár, viðvíkjandi parametrunum í talvu 1, 2 og 3 í skjali 1 (ber saman við talvu 6). Teigurin vísir tal av sýnum hvørt ár. Sýnini kunnu vera tey somu, sum brúkt verða til neteftirlitið.
4 Heilsufrøðiliga starvsstovan kann lækka talið av sýnum, sum brúkt verða til einfalda rutinueftirlitið, við upp til eini helvt av tí, sum er víst í talvu 4. Hetta er tó treytað av, at kanningar (samanber við talvu 6) í minst tvey fylgjandi ár hava víst parameturvirði, sum eru støðug og munandi lægri enn markvirðið fyri einstaka parameturin. Somuleiðis er hetta treytað av, at tað ikki eru viðurskiftir, sum kunnu hava við sær vanda ella brádliga versnandi vatngóðsku. Um úrslitini seinni vísa hækkandi virði, má títtleikin metast av nýggjum.
5 Víðkað rutinueftirlit skal gerast við ásetta títtleikanum, um vatnveitarin ikki kann skjalprógva, at tað er ósannlíkt, at ein ávísur parametur (ber saman við talvu 6) fer at fara út um markvirðið. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann fyri avmarkað tíðarbil áseta ein lægri títtleika fyri viðkomandi parametrar.
6 Øking ella fækkan av sýnistali ella sýnisumførum skal fyri hesa stødd av vatnveitingum í hvørjum einstøkum føri metast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Títtleikin fyri sýnistøku úr kranum á matvøruvirkjum skal í minsta lagi fylgja títtleikanum fyri “Einfalt rutinueftirlit”. Sýnistøkuætlan fyri matvøruvirki verður ásett í aðrari kunngerð ella av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Talva 5: Minsti árligi títtleikin fyri sýnistøku av vatni, latið í fløskur ella annað pakkitilfar, ætlað til útboð. Kanningarúrslit skulu kunna vera grundarlag undir frágreiðing til Heilsufrøðiligu starvsstovuna
Framleidd vatnnøgd (m3 /døgn)1 | Einfalt rutinueftirlit (sýni)2 | Víðkað rutinueftirlit (sýni)2 |
Minni ella ájavnt við 10 | 1 | 1 |
Millum 10 og 60 | 12 | 1 |
Meira enn 60 | 1 fyri hvørjar ásettar 5 m3 | 1 fyri hvørjar ásettar 100 m3 |
1 Vatnnøgdin skal roknast sum miðalnøgd fyri heil kalendaraár.
2 Einfalda og víðkaða runtinueftirlitið skulu tilsamans geva eina umboðandi mynd av vatngóðskuni til móttakaran/brúkaran gjøgnum árið.
Talva 6: Parametrar at kanna í sambandi við neteftirlit, einfalt rutinueftirlit og víðkað rutinueftirlit. Úrslitini skulu kunna brúkast sum grundarlag undir frágreiðing til Heilsufrøðiligu starvsstovuna
Talva 6.1: Neteftirlit og einfalt rutinueftirlit
Parametrar | Neteftirlit | Einfalt rutinueftirlit | Viðmerkingar |
Kimtal 22° C | X | X |
|
Koliformar bakteriur | X | X | Tá koliformar bakteriur verða ávístar í sambandi við neteftirlit, skal ávísingin váttast við kanningum til presumtiva E. coli ella E. coli. |
E. coli | V | X |
|
Intestinalir enterokokkar | V | X |
|
pH | Z | X | Parameturin kann umflokkast til V ístaðin fyri Z, um virðini eru støðug. |
Leiðingarevni | V | X |
|
Turbiditetur | X | X |
|
Luktur | V | X |
|
Litur | X | X |
|
Ammonium |
| X |
|
Nitritt |
| X | Einans kannast, tá kloramin verður nýtt til sóttreinsingina. |
Aluminium |
| X | Einans kannast, tá aluminium verður brúkt til viðgerð av vatninum. |
Jarn |
| X | Einans kannast, tá jarn verður brúkt til viðgerð av vatninum. |
Kimtal 37° C |
| X | Einans kannast, um vatn verður latið í fløskur ella í annað pakkitilfar til útboð. |
Clostridium perfringens |
| X | Nýtist ikki at kannast í grundvatni, um yvirflatuvatn (omanávatn) ikki ávirkar góðskuna á grundvatninum. |
Pseudomonas aeruginosa |
| X | Nýtist einans at kannast, tá vatnið verður framleitt til fløskur ella annað pakkitilfar til útboð. |
Frágreiðing til teigarnar:
X: pliktaður (obligatoriskur)
Z: pliktaður (obligatoriskur), men sí tó viðmerking
V: Heilsufrøðiliga starvsstovan kann meta í hvønn mun parameturin skal kannast:
Kanningar av vatni úr kranum á matvøruvirkjum skulu í minsta lagi fylgja krøvunum fyri neteftirlit. Fyri aðrar parametrar í talvunum 1-3 kunnu matvøruvirki nýta úrslit frá kanningum hjá vatnverkinum.
Talva 6.2: Víðkað rutinueftirlit
Hinir parametrarnir í talvunum 1, 2 og 3 í skjali 1 skulu brúkast í víðkaða rutinueftirlitinum, um ikki vatnveitarin á annan hátt kann skjalprógva, at tað er ósannlíkt, at ein ávísur parametur fer út um markvirðið. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann í eitt ávíst tíðarskeið áseta, at teir parametrarnir, hetta er svarandifyri, ikki nýtast at verða kannaðir. Clostridium perfringens nýtist ikki at verða kannað í grundvatni, um góðskan á grundvatninum ikki verður ávirkað av yvirflatuvatni (omanávatni).
Talva 7: Minsti títtleiki fyri sýnistøku av rávatni, sum skal vera grundarlag undir frágreiðing til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.
Vatnveiting. Tal av persónum, sum fáa vatn | Tal av sýnum um árið1 |
< 10.000 | 4 |
>10.000 | 8 |
1) Eftirlit skal havast við rávatni við í minsta lagi ásetta títtleikanum fyri teir parametrar, sum eru í talvu 1, 2 og 3, tá ið orsøk er til at rokna við, at hesir koma í vatnið í eini nøgd, sum hevur týdning fyri markvirðini. Sýnini kunnu takast beint áðrenn vatnið fer til viðgerðar á reinsiverkinum.
Parametrarnir í talvu 6.1. neteftirlit skulu altíð brúkast í yvirvøkuætlanini fyri rávatnið.
Vatnveitari skal gera eina sýnistøku- og kanningarætlan, sum tryggjar nøktandi skjalprógvan av virðinum fyri hesar parametrar, og sum harafturat gevur nøktandi prógv fyri
a) um verjan av rávatninum/kelduni er ein heilsufrøðilig forðing (hygiejnisk barriera), og
b) um vatnviðgerðartilgongdin fevnir um allar neyðugar liðir.
Skjal 4 1)
Um góðskustýring á kanningarstovunum, kanningarhættir og góðskukrøv í sambandi við kanningarnar
A. Krøv um góðskustýring
Vatnveitingarskipanir, ið skulu góðkennast, skulu fyri einfalt og víðkað rutinueftirlit brúka kanningarstovu, sum er undir eftirliti av akkrediteringsorgani ella av einum persóni, ið er góðkendur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Kanningar í sambandi við neteftirlit skulu gerast eftir viðurkendum og standardiseraðum kanningarhættum á eini kanningarstovu, sum hevur góðskutryggjan av kanningunum.
Sýnistøka, flutningur og goymsla av sýnunum skulu somuleiðis gerast sambært viðurkendum arbeiðsrutinum og mannagongdum.
B. Parametrar, har kanningarháttur er ásettur
Her verður víst til fylgjandi referensuhættir at brúka, til CEN/ISO- hættir eru ásettir. Alternativir hættir, sum eru góðkendir, kunnu eisini nýtast.
| Referansehættir |
E. coli | MF, EN ISO 9308-1 |
Koliformar bakteriur | MF, EN ISO 9308-1 |
Intestinalir Enterokokkar | EN ISO 7899-2 |
Pseudomonas aeruginosa | EN 12780 |
Tal av mikroorganismum 22° C og 37° C | EN ISO 6222 |
Clostridium perfringens | mCP agar (sí 98/83/EF) |
Luktur | EN 1622 / NMKL 185, 2005 (bert til einfalt og víðkað rutinueftirlit) |
Turbiditetur | EN ISO 7027 |
C. Parametrar við ávísum góðskukrøvum
Fyri hesar parametrar eru ásett góðskukrøv viðvíkjandi neyvleika (nøjagtighed), beinleika (precision), ávísingarmarki (detektionsgrænse), sum brúktu kanningarhættir skulu lúka.
Uttan mun til hvussu kløkkir (“følsom”) kanningarhættirnir eru, so skulu úrslitini upplýsast við sama tali av desimalum, sum markvirðini í talvu 3 hava.
Parametur | Miðalvirðisneyvleiki (nøjagtighed) í % av markvirðinum1 | Variansneyvleiki (precision) í % av markvirðinum2 | Ávísingarmark í % av markvirðinum3 |
1,2-dikloretan | 25 | 25 | 10 |
Aluminium | 10 | 10 | 10 |
Ammonium | 10 | 10 | 10 |
Antimon | 25 | 25 | 25 |
Arsen | 10 | 10 | 10 |
Benzen | 25 | 25 | 25 |
Benzo(a)pyren | 25 | 25 | 25 |
Blýggj | 10 | 10 | 10 |
Bor | 10 | 10 | 10 |
Bromat | 50 | 50 | 50 |
Cyanid | 20 | 20 | 20 |
Fluorid | 10 | 10 | 10 |
Jarn | 10 | 10 | 10 |
Kadmium | 10 | 10 | 10 |
Klorid | 10 | 10 | 10 |
Kemiskt oksygenforbrúk, COD-Mn (KMnO4 ) | 25 | 25 | 10 |
Leiðingarevni | 10 | 10 | 10 |
Kopar | 10 | 10 | 10 |
Krom | 10 | 10 | 10 |
Kyksilvur | 20 | 10 | 20 |
Mangan | 10 | 10 | 10 |
Natrium | 10 | 10 | 10 |
Nikkul | 10 | 10 | 10 |
Nitrat | 10 | 10 | 10 |
Nitritt | 10 | 10 | 10 |
PAH | 25 | 25 | 25 |
Pestisidir | 25 | 25 | 25 |
Selen | 10 | 10 | 10 |
Sulfat | 10 | 10 | 10 |
Tetrakloreten og trikloreten | 25 | 25 | 10 |
Trihalometanir | 50 | 50 | 20 |
1 Miðalvirðisneyvleiki (nøjagtighed) er eitt mát fyri systematiskan feil og er munurin millum miðalvirðið á einum stórum tali av endurtiknum mátingum og sanna virðið, dividerað við sanna virðinum. Mátið verður eisini kallað “frávik frá sonnum virði”.
2 Variansneyvleiki (precision) er eitt mát fyri tilvildarligar feilir, lýst sum standardfrávik í spreiðing av úrslitum uttanum miðalvirðið, dividerað við sanna virðinum. Góðtakiligur neyvleiki er tvær ferðir relativa standardfrávikið. Mátið verður eisini kallað varianskvotientur.
3 Ávísingarmarkið er annaðhvørt: tríggjar ferðir relativt standarfrávik við endurtiknum mátingum av einum umboðandi sýni við lágum innihaldi ella fimm ferðir relativt standarfrávik við endurtiknum mátingum fyri eitt blint sýni.
D. Parametrar uttan ásettan kanningarhátt
Litur
Totalt organiskt karbon
Hydrokarbonir
Glykolir