Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. august 2021Nr. 127
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Tilskila at avreiðing eisini er fevnt av kunngerðini og áseta undantak at landa makrel, sum er veiddur í norskum sjógvi, í Noreg fram til og við 31. desember 2021)
§ 1
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 10. mars 2020 og kunngerð nr. 40 frá 22. apríl 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 41, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2021, verður ásett:”
2. § 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Hesi fiskasløg eru undantikin ásetingunum í løgtingslógini um at verða landað og avreidd um bryggjukant í Føroyum:”.
3. Í § 1 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Makrelur, sum føroysk fiskifør fiska í norskum sjógvi í 2021, og sum verður landaður og avreiddur í Noreg, er undantikin kravinum um landing og avreiðing um bryggjukant í Føroyum.”
§ 2
Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 3 fer úr gildi 1. januar 2022.
Fiskimálaráðið, 24. august 2021
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)