27. august 1992Nr. 127
Kunngerð um broyting í kunngerð um góðkenning av hvalvágum
§ 1
Í kunngerð nr. 107 frá 21. november 1989 um góðkenning av hvalvágum sum seinast broytt við kunngerð nr. 64 frá 11. mai 1992 verður gjørd henda broyting:
Í § 1 verður í staðin fyri orðini “Klaksvík, bert í Víkum” sett: “Klaksvík, bert millum Víkarnar og Heimarukei”.
§ 2
Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Føroya Landsstýri, 27. august 1992
John Petersen (sign.)
landsstýrismaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)