21. september 2001Nr. 128
Kunngerð um broyting í kunngerð um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum
§ 1
Í § 1 í kunngerð nr. 24 frá 16. mars 2001 um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum verður stk. 4 soljóðandi:
“Stk. 4. Eitt samhandilsland er eitt ES-land.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálastýrið, 21. september 2001
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)