Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. august 2021Nr. 128
Kunngerð um kravda eftirútbúgving fyri góðkendar grannskoðarar
Við heimild í § 4, stk. 2 og § 9, stk. 3 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 22. mai 2015, verður ásett:
Kapittul 1
Krøv um leypandi eftirútbúgving
Almenn krøv til leypandi eftirútbúgving
§ 1. Grannskoðarar, ið eru góðkendir eftir § 3 og § 10, stk. 1 í løgtingslógini, skulu støðugt taka lut í eftirútbúgving sambært § 2, ið tryggjar, at grannskoðarar áhaldandi halda sín ástøðiliga kunnleika, sín yrkisførleika og sín kunnleika um krøvini til álitisumboðið hjá almenninginum á einum nóg høgum støði.
§ 2. Grannskoðarar skulu, fyri at lúka eftirútbúgvingarkrøvini, í minsta lagi taka lut í eftirútbúgving sambært nr. 1 ella 2, innan fyri eitt trý ára tíðarskeið:
1) Grannskoðari skal í minsta lagi taka lut í eftirútbúgving í 120 tímar.
2) Grannskoðari, sum arbeiðir fyri eitt góðkent grannskoðanarvirki, skal í minsta lagi taka lut í eftirútbúgving í 90 tímar. Grannskoðari, sum ikki arbeiðir fyri eitt góðkent grannskoðararvirki, skal í minsta lagi taka lut í eftirútbúgving í 60 tímar.
Stk. 2. Grannskoðari, fevndur av stk. 1, nr. 2 skulu harafturat:
1) Á hvørjum ári og í seinasta lagi, tá álmanakkaárið endar, gera eina førleikameting. Førleikametingin skal skjalprógva at grannskoðari hevur tikið støðu til fakøkini, ið nevnd eru í § 3, stk. 2. Støða skal takast til í hvønn mun fakøkið er viðkomandi fyri vanligu arbeiðsuppgávurnar hjá viðkomandi, og um vitanin hjá grannskoðara innan fakøkið er dagførd og alsamt hildin við líka.
2) Við støði í førleikametingini verður ein eftirútbúgvingarætlan løgd fyri einstaka grannskoðaran fyri tað komandi árið.
Stk. 3. Grannskoðarar, fevndir av stk. 1, nr. 1, kunnu einans skifta til eftirútbúgving eftir stk. 1, nr. 2, tá nýtt trý ára tíðarskeið byrjar.
Stk. 4. Grannskoðarar, fevndir av stk. 1, nr. 2, sum í eitt tíðarskeið ikki hava havt tilknýti til eitt góðkent grannskoðanarvirki, skulu í eitt trý ára tíðarskeið í minsta lagi hava tikið lut í eftirútbúgving í 90 tímar, áðrenn váttanir kunnu verða givnar eftir § 1, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 5. Grannskoðarar, fevndir av stk. 1, nr. 1, skulu innan fyri eitt trý ára tíðarskeið í minsta lagi hava tikið lut í eftirútbúgving í 30 tímar innan hvørt av teimum í § 3, stk. 2, nr. 1 og 2 nevndu økjum. Írestandi 60 eftirútbúgvingartímarnir skulu vera innan bæði fakøkini, sum eru nevnd í § 3, stk. 2, nr. 1 og 2 eftir tørvinum hjá einstaka grannskoðaranum. Grannskoðarar við serkønari vitan innan eitt ella fleiri fakøki skulu í minsta lagi seta 30 tímar av til eftirútbúgving innan hesi, sbr. tó § 5, stk. 1 og 2.
§ 3. Eftirútbúgvingin sambært § 2 skal vera á einum hóskandi fakligum støði, og í tann mun tað er møguligt og viðkomandi, á masterstøði.
Stk. 2. Fakøkini, ið ein kann eftirútbúgva seg innan, fevna um:
1) grannskoðanarøkið og váttanarøkið, eitt nú rættarlig krøv og fakligar standardar fyri lógarkravda grannskoðan og veitan av øðrum váttanum, fakligan etikk, óheftni, professionelt ivasemi og metingarevni, váðastýring og innanhýsis eftirlit, talgildan, kunningartøkni, fígging og fíggjarstýring, leiðslu, fyritøkan og umhvørvið, undir hesum eisini handilsmodell o.a., og
2) aðra viðkomandi lóggávu og fakligar standardar, eitt nú fyri rættarlig krøv og standardar fyri at gera ársroknskap og konsolideraðar roknskapir, vanliga roknskaparástøði og roknskaparmeginreglur, altjóða roknskaparstandardar, roknskapargreining, rakstrarbókhald, fíggjarstýring og innanhýsis roknskap, vinnufelagarætt, børslóggávu, fíggjarlóggávu, beinleiðis og óbeinleiðis skattir, lóggávu um hvítvask, patentrætt og vørumerkjarætt, reglur um persónsupplýsingar og aðra lóggávu, ið er viðkomandi fyri váttanarkundar hjá einstaka grannskoðaranum.
§ 4. Trý ára tíðarskeið eftir § 2, stk. 1 verða roknað frá 1. januar 2010, og renna sum føst trý ára tíðarskeið.
Stk. 2. Fyri grannskoðarar, ið fáa góðkenning sambært § 3 og § 10, stk. 1 í løgtingslógini mitt í einum trý ára tíðarskeiði, kemur skyldan at luttaka í eftirútbúgving í gildi tann komandi 1. januar, og tímatalið verður lækkað lutfalsliga til tað, sum er eftir av trý ára tíðarskeiðinum. Velur grannskoðari § 2, stk. 1, nr. 1, verður lækkingin í tímatalinum fyrst gjørd í teimum í § 2, stk. 5, 2. pkt. nevndu tímum og síðani lutfalsliga í teimum í § 2, stk. 5, 1. pkt. nevndu tímum.
Stk. 3. Fyri grannskoðarar, sum í seinasta ársfjórðingi í einum ári standa grannskoðarapróvtøkuna, og verða góðkendir í fyrsta ársfjórðingi í árinum eftir, kemur skyldan at luttaka í eftirútbúgving, uttan mun til stk. 2, í gildi frá 1. januar í árinum eftir, at viðkomandi hevur staðið grannskoðarapróvtøkuna.
Serstøk krøv um eftirútbúgving av grannskoðarum, ið eru góðkendir av Fíggjareftirlitinum
§ 5. Grannskoðari, sum Fíggjareftirlitið hevur loyvisgóðkent sambært § 199, stk. 1, 1. pkt. í bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed til at grannskoða peningastovnar, sbr. § 5, stk. 1, nr. 1, litra a í bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed, skal innan fyri eitt trý ára tíðarskeið taka lut í eftirútbúgving upp á 60 tímar afturat, ið skal vera innan grannskoðan av fíggjarfyritøkum, sbr. §§ 6 og 7, tó soleiðis at viðkomandi í minsta lagi skal luttaka í eftirútbúgving upp á 15 tímar árliga. § 2, stk. 5, 3. pkt. er ikki galdandi fyri grannskoðarar, ið eru fevndir av 1. pkt.
Stk. 2. Eftirútbúgvingin skal vera á einum hóskandi fakligum støði, í tann mun tað er møguligt og viðkomandi á masterstøði.
Stk. 3. Trý ára tíðarskeiðið í stk. 1 fylgir trý ára tíðarskeiðinum í § 4, stk. 1. Fyri grannskoðarar, sum fáa loyvisgóðkenning mitt einum í trý ára tíðarskeiði, kemur skyldan sambært stk. 1 at luttaka í eftirútbúgving í gildi tann komandi 1. januar, og tímatalið verður lækkað lutfalsliga til tað, sum eftir er av trý ára tíðarskeiðinum. Lækkingin verður gjørd lutfalsliga í teimum í §§ 6 og 7 nevndu tímum.
§ 6. Eftirútbúgving skal í minsta lagi fevna um 30 tímar innan fyri lov om finansiel virksomhed, undir hesum meginreglur, vavið av loyvum, fatan av fíggjarfyritøkum og tænastuveitingum frá slíkum fyritøkum, kunnleika til leiðslu og stjórn av fíggjarfyritøkum, realkredittstovnum, tryggingarfeløgum og tvørgangandi pensjónskassum, bekendtgørelsen for Færøerne om revisionens gennemførelse i finansielle virksomheder m.v. samt finansielle koncerner, undir hesum um vanliga og serstaka frágreiðing til eftirlitsmyndugleikar.
§ 7. Eftirútbúgving fyri ein grannskoðara, sum er loyvisgóðkendur til at grannskoða peningastovnar, skal umframt teir í § 6 nevndu tímar í minsta lagi fevna um:
1) 15 tímar innan roknskaparframløgu, solvensuppgerð, kapitaldekningsreglur umframt leiðslu og stjórn av peningastovnum við serstøkum denti á kreditøkið, marknaðarváða, operationellar váðar, likviditetsváðar og KT-trygd, heruppií meginregluna um balansu, lánsbrævaútgávu, kapitalcenterstruktur, skuldbindingarviðurskifti, umframt stór engagement, og
2) 15 tímar innan grannskoðan, heruppií ítøkiligu partarnar í bekendtgørelse for Færøerne om revisionens gennemførelse i finansielle virksomheder m.v. samt finansielle koncerner um lánistovnar og fíggjarsamtøk, serstakar avbjóðingar í samband við grannskoðan av mettum upphæddum, klassifikatión, innroknan, mátingar og virðisásetan, umframt grannskoðan av generellum og forritaðum eftirlitum í KT skipanum í peningastovnum.
Kapittul 2
Skipan av eftirútbúgving
§ 8. Tá grannskoðari luttekur á innanhýsis skeiðum hjá grannskoðanarvirkjum umframt uttanhýsis skeiði, ið skeiðsveitari bjóðar út, heruppií námsskeið og ráðstevnur, sum verða hildin her í landinum ella í altjóða høpi, er hetta at meta sum eftirútbúgving.
Stk. 2. E-læring ella líknandi KT skipað undirvísing er at meta sum eftirútbúgving, um fakliga støðið og longdin á skeiðinum kann skjalprógvast.
Stk. 3. Ein skeiðstími upp á 45 minuttir svarar til eftirútbúgving í 1 tíma. Tað kunnu ikki verða roknaðir fleiri tímar sum eftirútbúgving enn hvat samlaða longdin á einum skeiði er.
§ 9. Tá grannskoðari luttekur í innanhýsis og uttanhýsis fakligum nevndararbeiði, er hetta at meta sum eftirútbúgving.
Stk. 2. Arbeiði í Grannskoðaranevndini, Próvtøkunevndini, fakligum arbeiði hjá grannskoðarafelagnum og líknandi nevndum er at meta sum eftirútbúgving.
Stk. 3. Arbeiði í fakligari nevnd í 1 tíma svarar til eftirútbúgving í 1 tíma.
§ 10. Undirvísingarvirksemi og fyrilestrarvirksemi er at meta sum eftirútbúgving, um viðkomandi við sjálvur at luttaka hevði lokið krøvini til eftirútbúgving. Arbeiði sum próvhoyrari og próvdómari ella sum vegleiðari til eina høvuðsritgerð eru somuleiðis at meta sum eftirútbúgving, treytað av, at høvuðsritgerðin er innan bæði fakøkini, ið eru nevnd í § 3, stk 2.
Stk. 2. Ein undirvísingartími og fyrilestrartími upp á 45 minuttir svarar til eftirútbúgving í 2 tímar.
Stk. 3. Arbeiði sum próvhoyrari telur dupult í mun til próvhoyringartíðina. Arbeiði sum próvdómari telur samsvarandi veruligu tíðarnýtsluni. Arbeiði sum vegleiðari til eina høvuðsritgerð telur við ein triðing av tíðini, ið er tillutað til arbeiðið. Í arbeiðinum sum próvdómari, í samband við próvdøming av eini høvuðsritgerð, telur tíðin, sum útbúgvingarstovnurin ásetur til endamálið, við sum eftirútbúgving.
§ 11. Rithøvundavirksemi er at meta sum eftirútbúgving, um viðkomandi:
1) hevur skrivað ella verið við til at skriva eitt fakligt bókmentanarligt verk, ið verður givið út av einum forlagi,
2) hevur skrivað ella verið við til at skriva eina fakliga grein, ið verður almannakunngjørd í einum tíðarriti, aftaná at ritstjórnin á tíðarritinum frammanundan hevur kannað fakliga støðið, ella
3) hevur skrivað ella verið við til at skriva eina granskingarritgerð, heruppií t.d. eina ph.d. ritgerð.
Stk. 2. Rithøvundavirksemi verður umroknað við støði í, hvussu nógv tekn eru skrivað. 2340 tekn uttan millumrúm svara til eftirútbúgving í 1 tíma. Hava fleiri rithøvundar verið um útgávuna, verður talið av eftirútbúgvingartímum roknað við støði í, hvussu stóran part tann einstaki grannskoðarin eigur í útgávuni.
§ 12. Ein skipað menningargongd á arbeiðsplássinum er at meta sum eftirútbúgving, treytað av, at ítøkilig lærumál eru sett fyri menningina, og fakliga støðið kann skjalprógvast. Tað er at meta sum ein skipað menningargongd á arbeiðsplássinum, tá ein miðvís læruætlan er gjørd fyri einstaka grannskoðaran ella til ein lítlan bólk av grannskoðarum.
Stk. 2. Ein tími av menningargongd svarar til eftirútbúgving í 1 tíma bæði hjá grannskoðara og hjá tí, sum undirvísir. Yvir eitt trý ára tíðarskeið eftir § 4, stk. 1, kunnu upp í 30 tímar av skipaðari menningargongd verða íroknaðir sum eftirútbúgving. § 4, stk. 1, er ikki galdandi fyri teir í §§ 6 og 7 umrøddu tímarnar.
§ 13. Fyri grannskoðarar, ið eru fevndir av § 2, stk. 1, nr. 2, er sjálvlestur og læra innan serstøk økir at meta sum eftirútbúgving, treytað av, at grannskoðari sum liður í førleikametingini metir, at fakøkini og lærumálini eru viðkomandi. Tað er ein fyritreyt, at fakliga støðið kann skjalprógvast. Sjálvlestur fevnir eitt nú um lesnað av t.d. yrkisbókmentum og yrkisgreinum. Læra innan serstøk øki er at skilja sum læra í sambandi við, at heilt serstakar arbeiðsuppgávur verða loystar á arbeiðsplássinum. Tað er ein fyritreyt, at ongi eftirútbúgvingartilboð hava verið innan evnið eftir § 8, stk. 1 og 2.
Stk. 2. Ein tími av sjálvlestri og læring innan serstøk øki svarar til ein tíma av eftirútbúgving. Grannskoðarar kunnu í eitt trý ára tíðarskeið sbr. § 4, stk. 1 árliga telja upp í 5 tímar av sjálvlestri við sum eftirútbúgving. Grannskoðarar kunnu í eitt trý ára tíðarskeið sbr. § 4, stk. 1 telja upp í 10 tímar av læring innan serstøk øki við sum eftirútbúgving.
Stk. 3. Stk. 1 er ikki galdandi fyri teir í §§ 6 og 7 nevndu tímar.
Kapittul 3
At flyta avlopstímar
§ 14. Grannskoðari, ið er fevndur av § 2, stk. 1, nr. 2, og sum í einum trý ára tíðarskeiði sambært § 2, fer upp um 90 eftirútbúgvingartímar, tá grannskoðari er knýttur at einum góðkendum grannskoðanarvirki, og upp um 60 eftirútbúgvingartímar, tá grannskoðari ikki er knýttur einum góðkendum grannskoðanarvirki, kann í mesta lagi flyta 20 tímar til næsta eftirútbúgvingartíðarskeiðið.
Stk. 2. Grannskoðari, ið er fevndur av § 2, stk. 1, nr. 1, og sum í einum trý ára tíðarskeiði sambært § 2, fer upp um kravdu 120 eftirútbúgvingartímarnar, kann í mesta lagi flyta 20 tímar til tað næsta eftirútbúgvingartíðarskeiðið.
Stk. 3. Grannskoðari, ið Fíggjareftirlitið hevur loyvisgóðkent, og sum í trý ára tíðarskeiðinum hevur luttikið í fleiri enn 60 eftirútbúgvingartímum sambært § 5, stk. 1, kann í mesta lagi flyta 10 tímar til tað næsta eftirútbúgvingartíðarskeiðið.
Kapittul 4
Skjalprógvan og frágreiðing
§ 15. Grannskoðari skal kunna skjalprógva luttøku í innanhýsis ella uttanhýsis skeiðum, ið lúka krøvini til ta kravdu eftirútbúgvingina.
Stk. 2. Í skjalprógvanini skulu í minsta lagi vera upplýsingar um:
1) navn á skeiðsveitara,
2) lýsing av skeiðsinnihaldi, og hvør hevur staðið fyri undirvísingini, og
3) tíðarnýtslu umframt møguliga fakliga býtið av evnum á skeiðnum.
Stk. 3. Í sambandi við E-læring skal tað greitt skjalprógvast, at eftirútbúgvingin er lokin, og tíðarnýtslan skal svara til ta ásettu tíðina.
§ 16. Grannskoðari skal kunna skjalprógva luttøku í innanhýsis ella uttanhýsis fakligum nevndararbeiði.
Stk. 2. Í skjalprógvanini skulu í minsta lagi vera upplýsingar um:
1) nevndararbeiði hjá viðkomandi nevnd,
2) málbólkin fyri nevndararbeiðinum,
3) tíðarnýtsluna til nevndararbeiðið, og
4) hvørja tíðarnýtslu og fakligan lut grannskoðarin hevur havt í arbeiðinum.
§ 17. Grannskoðari skal kunna skjalprógva undirvísingarvirksemi, fyrilestrarvirksemi, próvhoyraraarbeiði og próvdómaraarbeiði, umframt arbeiði sum vegleiðari í sambandi við eina høvuðsritgerð, ið kann telja sum eftirútbúgving.
Stk. 2. Í skjalprógvanini skulu í minsta lagi vera upplýsingar um:
1) málbólkin fyri undirvísingini, fyrilestrinum, próvtøkuni ella høvuðsritgerðini,
2) fakliga innhaldið í undirvísingini, fyrilestrinum, próvtøkuni ella høvuðsritgerðini, og
3) tíðarnýtslu í sambandi við undirvísingarvirksemi og fyrilestrarvirksemi, umframt próvhoyraraarbeiði og próvdómaraarbeiði ella teir tillutaðu tímarnar til arbeiðið sum vegleiðari.
§ 18. Grannskoðari skal kunna skjalprógva rithøvundavirksemi, ið kann telja sum eftirútbúgving.
Stk. 2. Í skjalprógvanini skal í minsta lagi vera:
1) ein tilvísing til tað skrivliga tilfarið, og
2) upplýsingar um málbólkin fyri skrivliga tilfarinum.
§ 19. Grannskoðari skal kunna skjalprógva skipaða menningargongd á arbeiðsplássinum, ið kann telja sum eftirútbúgving.
Stk. 2. Í skjalprógvanini skal í minsta lagi vera lýsing av:
1) tíðarnýtsluni,
2) fakliga innihaldinum, og
3) hvørji lærumál eru rokkin í menningargongdini.
Stk. 3. Er grannskoðari fevndur av § 2, stk. 1, nr. 2, skal grannskoðari skjalprógva, at hann í samband við førleikametingina hevur mett fakøkið og lærumálini vera viðkomandi.
§ 20. Grannskoðari skal kunna skjalprógva sjálvlesnað og læru innan serstøk øki, ið kunnu metast sum eftirútbúgving.
Stk. 2. Í skjalprógvanini skal í minsta lagi vera lýsing og frágreiðing um:
1) tíðarnýtsluni,
2) fakliga innihaldinum,
3) skrivliga tilfari, ið hevur verið nýtt,
4) hvørji lærumál eru rokkin undir sjálvlesnaðinum og lærugongdini, og
5) at grannskoðari sum liður í førleikametingini hevur mett fakøki og lærumálini vera viðkomandi.
§ 21. Grannskoðari hevur skyldu til at fráboða Skráseting Føroya talið á eftirútbúgvingartímum eftir § 2 og §§ 5-7 í almennu skránna fyri góðkendar grannskoðarar og góðkend grannskoðanarvirkir, sbr. § 2 í løgtingslógini. Grannskoðari, ið er fevndur av § 2, stk. 1, nr. 2, hevur skyldu til at fráboða førleikametingina í skránna fyri góðkendar grannskoðarar og góðkend grannskoðanarvirkir. Fráboðanin skal gerast eftir reglum, sum Skráseting Føroya ásetur.
Stk. 2. Upplýsingar sambært stk. 1 um tímar sambært § 2 skulu verða fráboðaðar í seinasta lagi tann 1. apríl í árinum eftir, at eitt trý ára tíðarskeið er runnið, sbr. § 4, stk 1. Upplýsingar um tímar sambært §§ 5-7 skulu verða fráboðaðar árliga og innan tann 1. apríl fyri tímar í árinum, sum er farið. Fráboðan um eftirmeting av førleikum, tá grannskoðari er fevndur av 2, stk. 1, nr. 2, skal gerast árliga og innan 1. apríl í tí árinum, sum eftirmetingin viðvíkur.
Stk. 3. Hevur grannskoðari, sbr. § 14, avlop av eftirútbúgvingartímum í einum trý ára tíðarskeiði, skal fráboðanin um avlopstímar verða givin í tíðarskeiðinum, sum kemur eftir hetta.
Stk. 4. Hevur grannskoðari, sum hevur fingið loyvisgóðkenning frá Fíggjareftirlitinum, ikki fráboðað eftir stk. 2, 2. pkt., gevur Skráseting Føroya Fíggjareftirlitinum boð um hetta. Tað sama er galdandi, um fráboðaða talið av tímum er minni enn kravda tímatalið.
Stk. 5. Hevur grannskoðari, sum er fevndur av § 2, stk. 1, nr. 2 ikki fráboðað eftir stk. 2, 3. pkt. innan ásettu freistina, er grannskoðarin fevndur av kravinum um eftirútbúgving í § 2, stk. 1, nr. 1. Tímatalið í § 2, stk. 1, nr. 1 verður lækkað lutfalsliga tað, ið er eftir av trý ára tíðarskeiðinum. Lækkingin verður fyrst gjørd í tímunum í § 2, stk. 5, 2. pkt. og síðani lutfalsliga í teimum í § 2, stk. 5, 1. pkt. nevndu tímum.
Kapittul 5
Varðveitsla, frátøka og frádøming o.a.
§ 22. Tá persónur, hvørs góðkenning í meira enn trý ár hevur verið í varðveitslu hjá Skráseting Føroya, ella hevur verið fallin burtur, frátikin ella frádømd í meira enn trý ár, aftur ynskir at verða góðkendur, kann ein serlig roynd verða sett í staðin fyri ta eftirútbúgving, sum viðkomandi ikki hevur tikið í hesum sama tíðarskeiðinum.
Stk. 2. Royndin skal vera munnlig, og fevna um tey í § 3, stk. 2 umrøddu øki.
Stk. 3. Skráseting Føroya skipar fyri royndini eftir stk. 1.
Stk. 4. Ásetingin í § 4, stk. 2 er somuleiðis galdandi fyri ein grannskoðara, sum hevur fingið góðkenningina aftur.
§ 23. Tá grannskoðari er burtur frá sínum starvi í eitt samanhangandi tíðarskeið upp á 2 mánaðir ella longur, og hetta ikki er orsakað av, at góðkenningin er í varðveitslu, fallin burtur, frátikin ella frádømd, verður eftirútbúgvingartímatalið upp á 120 tímar, sbr. § 2, lækkað samsvarandi stk. 2 og 3. Treytin fyri at lækka tímatalið er, at grannskoðarin skjalprógvar lógligt forfall, t.d. óarbeiðsføri í starvinum orsakað av sjúku ella barnsburðarfarloyvi.
Stk. 2. Kravið um eftirútbúgving upp á 120 tímar sambært § 2, stk. 1, nr. 1 verður í teimum í stk. 1 nevndu førum lækkað við sjey tímum fyri hvørjar tveir mánaðir, viðkomandi er burtur úr starvinum. Lækkingin verður fyrst gjørd í teimum í § 2, stk. 5, 2. pkt. nevndu tímum og síðani lutfalsliga í teimum í § 2, stk. 5, 1. pkt. nevndu tímum.
Stk. 3. Kravið um eftirútbúgving upp á 90 tímar, um grannskoðari er knýttur at einari góðkendari grannskoðarafyritøku, og á eftirútbúgving upp á 60 tímar, um grannskoðari ikki er knýttur einari góðkendari grannskoðarafyritøku, sbr. § 2, stk. 1, nr. 2, verður í teimum í stk. 1 nevndu førum lækkað við sjey tímum fyri hvørjar tveir mánaðir, viðkomandi er burtur úr starvinum.
Stk. 4. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri eftirútbúgvingartímar sambært § 5.
Kapittul 6
Eftirlit
§ 24. Skjalprógvan fyri fráboðaða eftirútbúgving, sbr. § 21, verður kannað í samband við kravda góðskueftirlitið, sbr. § 27 í løgtingslógini.
§ 25. Grannskoðari, ið ikki er skrásettur í almennu skránni til at vera knýttur at einum grannskoðanarvirki, skal eftir áheitan frá Skráseting Føroya kunna skjalprógva ta fráboðaðu eftirútbúgvingina. Skjalprógv skulu vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at áheitanin er fráboðað grannskoðaranum. Um skjalprógv ikki er móttikið í seinasta lagi tá freistin er úti, kann Skráseting Føroya taka góðkenningina aftur, sbr. § 8 a, stk. 4 í løgtingslógini.
Kapittul 7
Tiltøk orsakað av manglandi eftirútbúgving
§ 26. Manglar grannskoðari at taka ein minni part av eftirútbúgvingini, tó í mesta lagi 40 tímar, tá ið trý ára tíðarskeiðið, sbr. § 2, er við at vera runnið, kann Skráseting Føroya eftir umsókn geva undantak og áseta eina freist fyri, nær grannskoðarin skal hava tikið ta eftirútbúgving, sum manglar.
Stk. 2. Umsókn um undantak kann í fyrsta lagi verða latin Skráseting Føroya, tá ið eitt trý ára tíðarskeið er runnið, og skal vera móttikin á Skráseting Føroya í seinasta lagi tann 1. apríl í árinum eftir, at trý ára tíðarskeiðið er runnið.
Stk. 3. Manglar grannskoðari at taka alla ella part av eftirútbúgvingini sambært § 2, tá ið trý ára tíðarskeiðið sbr. § 4, stk. 1 er um at vera runnið, kann Skráseting Føroya áleggja grannskoðaranum innan eina ásetta freist at lúka krøvini um eftirútbúgving. Skráseting Føroya kann harumframt:
1) taka góðkenningina aftur treytað og við teirri treyt, at viðkomandi í verandi ella eftirfylgjandi eftirútbúgvingartíðarskeiði ikki setur til síðis krøvini um eftirútbúgving, undir umstøðum, sum eftir einari heildarmeting kunnu føra til, at góðkenningin kann verða frátikin grannskoðaranum,
2) seta forboð fyri, at grannskoðari í verandi ella næsta eftirútbúgvingartíðarskeiði kann grannskoða ella føra eftirlit, tá grannskoðað verður, ella átaka sær uppgávur í eini grannskoðanarfyritøku, ella
3) taka góðkenningina aftur.
Stk. 4. Lýkur grannskoðari ikki krøvini um eftirútbúgving innan freistina sambært stk. 1 og 3 umframt § 27, fær stk. 3, nr. 1 og 2 gildi.
Stk. 5. Boð sambært stk. 1 og 3 hava ikki ávirkan á krøvini til komandi trý ára eftirútbúgvingartíðarskeiðið eftir § 2.
Stk. 6. Er grannskoðari fevndur av eftirútbúgving sambært § 2, stk. 1, nr. 2 og hevur grannskoðarin ikki viðlíkahildna og dagførda eftirútbúgving sambært § 2, stk. 1, nr. 2, kann Skráseting Føroya áleggja grannskoðara, at treytirnar um eftirútbúgving eftir § 2, stk. 1, nr. 1 verða loknar í verandi ella komandi trý ára tíðarskeiði.
§ 27. Metir Skráseting Føroya í samband við eftirlit við grannskoðara ella grannskoðanaravirki, at grannskoðari hevur tørv á meiri eftirútbúgving innan eitt ávíst øki, kann Skráseting Føroya áleggja grannskoðara eftir nærri ásettum treytum at taka lut í slíkari eftirútbúgving innan eina av Skráseting Føroya ásettari freist.
§ 28. Manglar ein grannskoðari, sum hevur fingið loyvisgóðkenning frá Fíggjareftirlitinum, í endanum av trý ára tíðarskeiðinum sambært § 5, stk. 4, sbr. § 4, stk. 1, at taka ein minni part av eftirútbúgvingini sambært § 5, stk. 1, tó í mesta lagi 10 tímar, kann Skráseting Føroya eftir umsókn geva undantak og samstundis áseta eina freist fyri, nær grannskoðarin skal hava tikið ta eftirútbúgving, sum manglar.
Stk. 2. Umsókn um undantak kann í fyrsta lagi verða latin Skráseting Føroya, tá ið eitt trý ára tíðarskeið er runnið, og skal vera móttikin á Skráseting Føroya í seinasta lagi tann 1. apríl í árinum eftir, at trý ára tíðarskeiðið er runnið.
Stk. 3. Eitt undantak eftir stk. 1 ávirkar ikki krøvini til komandi trý ára eftirútbúgvingartíðarskeiðið eftir § 5.
Stk. 4. Lýkur grannskoðari ikki kravið um eftirútbúgving innan ásettu freistina sambært stk. 1, gevur Skráseting Føroya Fíggjareftirlitinum fráboðan um hetta.
§ 29. Lýkur grannskoðari, sum hevur fingið loyvisgóðkenning frá Fíggjareftirlitinum, ikki kravið um meiri eftirútbúgving, og hevur viðkomandi ikki fingið undantak frá hesum, sbr. § 27, stk. 1, tá trý ára tíðarskeiðið gongur út, sbr. § 5, stk. 4 og § 4, stk. 1, gevur Skráseting Føroya Fíggjareftirlitinum fráboðan um hetta.
Kapittul 8
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 30. Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. september 2021, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 97 frá 23. september 2016 um kravda eftirútbúgving fyri góðkendar grannskoðarar.
Stk. 2. § 2, stk. 1, nr. 2 fær gildi frá 1. januar 2022. Eftirútbúgvingartíðarskeiðið, sum byrjar tann 1. januar 2022, verður skert við einum ári til tvey ár, og fevnir um árini 2022 og 2023. Eftirfylgjandi eftirútbúgvingarskeið verða trý ára tíðarskeið frá 1. januar 2024 at rokna.
Stk. 3. Í trý ára tíðarskeiðinum 2019 til og við 2021 skal grannskoðari í minsta lagi hava 24 tímar av eftirútbúgving innan hvørt av teimum í § 3, stk. 2 umrøddu fakøkjum. Tímar innan fyri áður galdandi fakøkið, Beinleiðis og óbeinleiðis skattir, verða roknaðir upp í fakøkið, Aðra viðkomandi lóggávu og fakligar standardar, sbr. § 3, stk. 2, nr. 2.
Stk. 4. Kravdu eftirútbúgvingartímarnir fyri tíðarskeiðið 2022 og 2023 verða lutfalsliga lækkaðir í mun til teir í § 2, stk. 1, nr. 1 og 2 ásettu tímarnar.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 24. august 2021
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)